verjukendari útgávu, og hóast heimaliðið var væl meiri á bóltinum, so megnaði B36 allan fyrra hálvleik og við fínum hugburði at vera framúr væl skipað í verjupartinum. Allir arbeiddu fyri allar, og tilvitanin um [...] verjuspælinum hjá B36 og so sektaði heimaliðið. Hannes Agnarsson var einasti maður í fremstu røð hjá B36. Luturin hjá honum og miðvallarunum var støðugt at hjálpa til í verjuspælinum, og B36 hevði bara eina [...] megna at venda gongdini til samantaldan sigur. Fyri B36 og føroyskan fótbólt er at vóna, at B36 fer at megna javnleik ella kanska heimasigur, og harvið fer at betra longu góða roknskapin hjá føroysku feløgunum
næstfremst, og 07 Vestur er aftast. Undan dystinum í Sørvági í kvøld hevði ÍF vunnið 9 dystir, spælt tríggjar javnar og tapt ein ímóti TB. 07 Vestur hevði ongan dyst vunnið, spælt tveir javnar og tapt 11. [...] varmakeldustevnu, og fríggjakvøldið fær 07 Vestur vitjan av B36. TB vann leygardagin 3-1 á heimavølli ímóti B71. Stóri spælarin hjá TB var Nikolei Johannesen, sum skoraði bæði til 1-0 og 2-1, og sum hevur skorað [...] kinum og tað seinna, tá ið hann var leysur í brotsteiginum. Amerikanski Gio Garcia javnaði stutt undan steðginum fyri B71. Talan var um fínt langskot, og hetta var fimta málið hjá honum í ár, og hann er
í heilt góða lagnum, og í 6-1 heimasigrinum ímóti 07 Vestur var Sølvi Vatnhamar framúr væl upplagdur, tá ið hann skoraði eitt mál og nú er toppskjútti við 16 málum, og tá ið hann í fýra førum átti næstsíðsta [...] tvífaldur málskjútti, og í dag skulu hann og liðfelagarnir í grannauppgerð ímóti AB aftur vísa, at HB nú er á rættari leið. AB er á sjeynda plássi, men hjá argjamonnum, NSÍ, B68 og Skála er dagsskráin at [...] KÍ og B36 halda frí frá landskappingini í dag. Fokus er á europeisku heimadystunum, sum vera í vikuni, sum stundar til. Tá skal B36 spæla týskvøldið, og KÍ skal spæla hóskvøldið. Í gjár var Víkingur í
Fuglafirði, sum hevði fulla viku í síðstu viku, tá fleiri skip vóru inni og landaðu. Mánadagin og týsdagin í hesi vikuni var eingin landing, og tá tóku tey á virkinum hond um ymiskt, sum var at gera. Fagraberg [...] tekur tvey samdøgur, og í hesum førinum hevur tað tikið eina góða viku at fylla skipið. Í kvøld kemur Fagraberg, sum er fyrrverandi Krúnborg, á Fuglafjørð. Enn einaferð er skipið fult, og spurningurin er, [...] fleiri svartkjaftaskip, sum eru á leiðunum sunnanfyri, eru um at vera fullfermd, og millum hesi eru eitt nú Finnur Fríði og Carlton, sum tey á Havsbrún hava vónir um at síggja á Fuglafirði í vikuskiftinum
bólk við operativum og tekniskum starvsfólki. Og har royna vit at endavenda øllum møguleikum, sum eru, fyri at minka um oljunýtsluna, sigur Magni Arge, stjóri hjá Atlantic Airways. - Og vit meina veruliga [...] rakstrarútreiðslunum, sigur Magni Arge. Og hann leggur dent á, at hetta er nakað, sum øll mugu fyrihalda seg til. Bæði við atliti til umhvørvið og búskapin. - Oljuprísurin og oljunnýtslan er nakað, sum alt samfelagið [...] tað setir oljuprísurin met, og talan er at kalla um panikk-støðu hjá fleiri av stóru flogfeløgunum í heiminum. Millum tað, sum hevur verið frammi, er, at Ryanair í vetur setir 20 av sínum flogførum í hangarin
fyrsta bríksli á VB-málið, og einar tvær ferðirnar mundu tey flestu eisini síggja bóltin í meskunum. Men fyrru ferðina varð skotið við síðuna, og seinnu ferðina varð nølað ov leingi, og so spurdist einki burturúr [...] løtu, og talan gjørdist eisini um einstakar vandastøður. Men tá málið kom, so var tað meira eitt úrslit av flottum skot-teknikki, heldur enn góðum spæli. Vágbingar spældu seg spakuliga niðaneftir, og tá bólturin [...] til Mortan úr Hørg, smekkaði hann til fyrstu ferð. Og í mun til landsdystin móti Kypros, so smoygdi bólturin sær hesa ferð røttu megin samankomingina, og so var fagnaðurin øgiligur. Ikki minst kring vøllin
burturstaddur. Esmar Eiðisgarð og hann hava kappast um plássið og næstan skiftst um at spæla, so tað er upplagt, at Esmar fer at loysa av. Hallur Jacobsen er skaddur, og tað er ivi um tríggjar aðrar spælarar [...] deildarliðið hjá EB/Streymi tapti hóskvøldið 2-0 á Svangaskarði. Tá var Arnbjørn T. Hansen á liðnum. Mikukvøldið var hann við til at vinna unglingafinaluna, og teir roknaðu í gjár við, at hann verður í 1 [...] verið burturi frá orsaka av skaðum og leikbannum. Hesa ferð eru ábendingar um, at tað stendur betri til á Skála, enn tað hevur gjørt leingi. Arnhold Berg er leikbannaður, og verður tískil ikki við á Eiði.
Katrin og Alexander Peter (Alex) Sólstein, fyrrv. skúlastjóra í Klaksvík. Hann er uppvaksin á Vágsheygnum í Klaksvík, og sum smádrongur var Kári sum flest aðrir drongir, spældi fótbólt, kowboy og bil. Sjálvdan [...] ag. Eins og flestu í familiu hansara hevur hann eisini tónlistarligar gávur, og hann hevur millum annað spælt við Klaksvíkar Hornorkestri. Mangan stuttligan túr hevur hann verið innanlanda og uttanlanda [...] best kendur sum ÚF vertur í barnasendingum og Barometrinum. Maðurin sum kann finna uppá mangt og hvat í ÚF, hevur altíð havt áhuga fyri hesum arbeiðinum, og tí er hann komin á røttu hyll. Hvør minnist
um at halda tætt og so vóna, at tað skuldi eydnast í snarálopum. AaB trýsti, og eitt lítið korter undan dystarenda eydnaðist tað unga Christian Christiansen at sneiða framvið fleiri og at javna til 1?1 [...] FCK. Nú tykist hann at vera sjálvskrivaður ímillum teir fyrstu ellivu, og spurningurin er heldur, um Zuma skal flytast úr høgru og undir liðina á Toda í FCK álopinum, ella um Jörgen Petterssson aftur skal [...] skorað tvær ferðir, varð hann sagdur at vera málrevurin, sum FCK hevði leitað og bíðað eftir. So varð hann eitt sindur skaddur, og nú tykist hann ikki hava møguleika at sleppa á liðið, um allir hinir eru tøkir
betri saman og verjuspælið koyrdi stak væl. Tað stutta av tí langa var, at Fleyr vann hetta setti, og tí sá út til, at tað kanska skuldi fara at eydnast at vinna dystin. Men so varð ikki. SÍ ? og serliga Rajko [...] útidystin í Sørvági sunnudagin, og tað vil siga, at tað framvegis eru tvey lið, sum kunnu vinna meistaraheitið í mansflogbólti í ár. Fleyr, sum framvegis liggur best fyri, og Fram, sum eru klárir at taka [...] dystirnar móti SÍ hevði Fleyr nevniliga vunnið og tað gjørdi ikki útlitini verri, at SÍ seinasta vikuskiftið tapti móti ÍF. Hetta var kortini ikki nóg mikið og Jan Hentze, leikandi venjari hjá Fleyr staðfestir