eri ógvuliga glað fyri, at eg fór við. Nú havi eg fingið ført tað víðari, sum foreldrini hjá mær lærdu meg, sigur Likkulikkuleia omman. Nú er leisturin til Likkulikkuleiasendingarnr broyttur. Vilhelmina [...] eg komi har, so er tað ein stór hending hjá børnunum. ? Um eg kann gera nakað, sum onnur halda er stuttligt og fáa gleði av, so kann restin gera tað sama, sigur Likkulikkuleia omman, Vilhelmina Larsen [...] Dalur, Sandoy: Fyrsti íbúgvin, ið bjóðar okkum vælkomin til Dals, er ein illur gásasteggi, sum blakar seg upp ímóti síðuni av bilinum. Á trappuni í einum brúnum húsum situr Vilhelmina saman við manninum
leið tað sama sum studentarskúlin hjá okkum. Eftir hetta kunnu tey fara á college. Tað tekur fýra ár at gera seg lidnan við college. Bartal sigur, at hetta fyrsta árið hjá honum verður á leið á støði við [...] skuldu vísa seg at vera hentir, sigur Bartal Nolsøe Poulsen. Bartal gjørdi í fyrstu atløgu av, at tað skuldi vera á eystursíðuni av USA, at hann skuldi lesa. Hann sigur orsøkirnar til hetta vera fleiri [...] Harvard at ganga í skúla, tá Harvard og MIT hava tætt samstarv, har næmingarnir hjá báðum skúlunum kunnu ganga til frálæru hjá hvørjum øðrum. Harvard er at meta sum ein av teimum sokallaðu Ivy League skúlunum
august og so aftur 13. august í ár. Eg hoyrdi frá skyldfólkunum hjá honum nú tórsdagin, at hann var viknaður nógv. Ikki vardi tað meg, at støðan hjá honum var so ring. Petur vildi ikki órógva onnur og passaði [...] hevur Petur búð í Vági. Okur høvdu mangar góðar løtur saman. Eg kom at kenna Peter, tá eg flutti suður til Vágs fyri skjótt 10 árum síðani. Altíð ringdi hann til mín fyri at tosað um veður og vind. Hann [...] fólk. Hann var so glaður, tá ið eg kom framvið. Hann visti um alt og fylgdi væl við øllum. Heilsan hjá Peturi var farin at bila tey seinastu árini. Hóast tað var hann á Sandoynni í fleiri mánaðir fyri at
Flogfelag Føroya. Sum nakað nýtt og eftir ynski frá fleiri limum í Viðski verður í ár flogið allan vegin suður í alpurnar. Undanfarnu ár hava hesi skíðglaðu flogið til Danmarkar og síðani koyrt nógvar tímar til [...] Møguleiki er at læra at standa skíð á staðnum og tey flestu koma skjótt eftir tí. Tú verður bitin av tí, sigur Hjørdis Zachariassen. Afterski Skíðararnir standa á skíð frá tíðliga á morgni til seint seinnapartin [...] dagin eftir. Og hetta er ein tradisjón, ið verður hildin í hevd við stórum álvara. Árliga útferðin hjá Viðski er altíð til ymisk skíðstøð. Tey hava verið í Eysturríki, sum er væl umtókt, Italia, og í fjør
Rangers spæla ímóti Arsenal. London felagið vann 3?0, og teir spældu Glasgow Rangers sundur og saman, sigur Niels?Christian Holmstrøm, ítróttarstjóri í FCK, sum avgjørt ikki heldur, at skotska meistaraliðið [...] Henning Berg væl og virðiliga farin um bestu fótbóltsárini. Donsku miðlarnir halda, at tað verður guff hjá eitt nú Zuma at hava Henning Berg sum mótstøðumann. Fyrri dysturin millum Glasgow Rangers og FCK verður [...] flogferð í sambandi við dystin. Seinna uppgerðin verður í Parkini mikukvøldið 27. august. Eftir ferðina suður á Malta eru tveir FCK spælarar eitt sindur smáskaddir. Talan er um Zuma og Erik Mykland. Hans Backe
Eg skal vera tann fyrsti at viðganga, at hatta brævið varð skrivað við einum keguligum tónalag. Tað var av tí einføldu orsøk, at brævið varð skrivað í øði fríggjadagin í seinastu viku, beint aftaná at [...] dag slept so nógvum av sínum Sjálvstýrishugsjónum, at Edmund Joensen helst hevur rætt, tá ið hann sigur, at andstøðan hevur eitt alternativ til Fullveldisætlanina. Tað alternativið er nevniliga ein moderna [...] rós, tú hevur gjørt eitt gott arbeiði fyri at toga Javnaðarflokkin til tín. So eg eri samdur, tá tú sigur, at tykkara dirigentur er ótrúliga góður. Hann hevur megnað at fáa ein heilan flokk og Sosialistiskt
Hair til føroyskt, tí øll kenna ensku útgávuna, og føroyska skriftmálið hevur sínar avmarkingar, sigur Dánial Hoydal, sum er kendur fyri at duga at fáa útlendska sangmálið umsett til ungt føroyskt mál [...] sum varð framførdur í 2006, Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið í 2004 og Godspell í 2002. - Fyrsti sangleikurin, eg byrjaði at umseta, var Jesus Christ Superstar. Tað var, tá ið eg sjálvur gekk í [...] gjørt tónleikin, meðan Dánial Hoydal hevur skrivað liberettuna. Søgugongdin er tikin úr skaldskapinum hjá Williami Heinesen. Og seinastu tíðina hevur Dánial Hoydal lagt seinastu hond á leikrit til sangleik
afturpartin hjá sær. - Mann kann siga, at tað er rættiliga óskyldugt, men tað er »ikki at virða løgregluna,« so tað verður sektað við bót, og tí er tað óheppið, at hetta vendur aftur so ofta, sigur Eyðun Berg [...] vikuskiftið. - Fríggjamorgunin byrjaði við hálku, men tíbetur hendi onki ferðsluóhapp hendan dagin, sigur Eyðun Berg, vakthavandi á politistøðini. Men hetta var ikki einasta málið, ið varð rapporterað til [...] til løgregluna í fríggjadagsdøgninum. Heili seks ferðir var politiið kallað út til full fólk. Tann fyrsti var ein maður, ið ikki megnaði at koma við í flúgvaran, tí hann var so mikið ávirkaður av rúsdrekka
Kallsoy av Eiði og Georg Hansen úr Miðvági. Næsta ár standa formaðurin og tveir nevndarlimir fyri vali. Fyrsti tiltakslimur er Randi í Jógvansstovu í Lorvík, annar tiltakslimur er Karla Einarsson í Runavik og [...] teirri avleiðing, at arbeiðsloysið í fiskivinnuni á landi, sum er okkara primervinna, alsamt veksur, sigur FA. Setir forðingar í vegin Tey átala eisini at Føroya Fiskavirking ikki hevur víst viljað til at [...] standa tóm, hetta til til frama fyri landi og fólki okkara. Tey lágløntu fingu ongan lætta Aðalfundurin hjá FA átalar eisini harðliga at Føroya Landsstýrið og Løgtingið ikki hava veitt teimum lágløntu á landi
koma eini 2000 fólk til Barbaru her hjá okkum, men tá vit nú verða liðug at sýna filmin, hava yvir 3000 fólk verið til filmin, so tað er yvir allar forvæntningar, sigur Christian Olsen. Tað eru júst tveir [...] Tíðliga í heyst fingu klaksvíkingar og norðoyingar nýtt mentanarhús. Húsini hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag vóru um- og nýbygd, og síðani síðst í august mánaði hevur Atlantis virka sum biografur. Undirtøkan [...] eina skrá fyri eitt ársfjórðing í senn, og úrslitið av tí er nú hendan skráin, sum vit hava gjørt, sigur Chritisan Olsen, dagligur leiðari í Atlantis. Hon greiður frá øllum tiltøkunum, sum verða her í