Fjallið og Vesturvarða. Við støði í metingum frá fólki, sum tey siga hava kunnleika til gøtugerð, rokna feløgini við, at upp í 3.000 rúmmetrar av tilfari kunnu verða neyðugir, um breytin verður seks kilometrar [...] hoyringssvarinum til meira enn 300 lastbilafarmar. Hetta eru metingar hjá reiðfeløgunum og ikki tøl, sum framganga av innsendu breytartekningini. Arbeiði steðgað Brandur í Dali, formaður í Ríðisambandi Føroya, [...] loyvini ikki vóru fingin, sigur hann. ##med2## ##med3## Ein av viðheftu loftmyndunum vísir slóðir og lendisarbeiði í økinum. Hin vísir størri partin av órørda náttúrulendinum við Vesturvarða. Mæla til Bøllureyn
UEFA seinnapartin í gjár gjørdi av, at dysturin varð útsettur til í kvøld. Í kvøld sóu gestirnir ikki út til at vera so viðtiknir av longu ferðatíðini, meðan KÍ liðið sum tíðin leið sá út til at vera illa [...] vóru farnir. Mark F. Jensen í KÍ málinum stórbjargaði, men ólukkutíð støkk bólturin til ein av mótstøðumonnunum, sum úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið. Gestirnir høvdu greiða leikliga yvirvág, men [...] at vinna seg í europeiskt bólkaspæl fingu í kvøld eitt skot fyri bógvin. KÍ hevði á Tórsvølli vitjan av Lech Poznan úr Póllandi. Upprunaliga var dysturin ásettur at vera í gjárkvøldið. Pólska liðið lendi
broytingin er í flytingunum millum Føroyar og útlond. Fleiri eru flutt til Føroya, samstundis sum færri eru flutt av landinum. Nettoflytingin – munurin millum tilflyting og fráflyting – var 563 fólk seinasta [...] ríkisborgarar. Tilflytingin vaks mest millum asiatiskar ríkisborgarar. Hin parturin av fólkavøkstrinum stavar frá burðaravlopinum, sum er munurin millum fødd og deyð. Tað var 206 fólk seinasta árið. 41 fleiri børn [...] fólkatalið, í sjey minkaði tað, og í fimm var tað óbroytt. Størsti parturin av vøkstrinum var í Tórshavnar kommunu, har góð 40 prosent av fólkinum í Føroyum búgva. Eisini Runavíkar, Klaksvíkar, Sjóvar, Nes og
fullan avgerðarrætt yvir fiskatilfeinginum og ikki gerast partur av felags fiskivinnupolitikkinum hjá ES. Fiskivinnan er ein týðandi partur av íslendska búskapinum og útflutninginum og hevur samstundis stóran [...] ført fram, at Ísland hevði havt gagn av at knýtt seg tættari at Evropa í einari tíð við vaksandi geopolitiskari óvissu í Norðuratlantshavi og Arktis. Framvegis partur av evropeiska samstarvinum Úrslitið merkir [...] merkir ikki, at Ísland tekur seg úr verandi samstarvi við ES. Ísland heldur fram sum partur av Evropeiska búskaparsamstarvinum, EBS, og hevur tí framvegis atgongd til innara marknaðin hjá ES. Landið er
30 í kvøld. Tor Shipping er umboð hjá skipinum í Føroyum. Norwegian Star er eitt av teimum størri ferðamannaskipunum, sum vitja Føroyar. Skipið er 294 metrar langt og 32 metrar breitt og er 91.740 bruttotons [...] klokkan sjey í morgun og fer eftir ætlan avstað aftur klokkan 16.30. Fitt av ferðamannaskipavirksemi verður eisini restina av august. Sunnudagin kemur Bolette, og mánadagin kemur Seven Seas Voyager. Seinni [...] ferðamannaskipavitjanir eftir á skránni hjá Tórshavnar havn. Tann seinasta, sum í løtuni stendur á skránni, er World Voyager, sum kemur 23. september. ##med2## Til samanberingar vóru eisini 47 ferðamanna
komið til økið sum liður í einari ætlaðari útskifting. George Washington skal loysa USS Abraham Lincoln av, sum hevur verið úti í meira enn 250 dagar og hevur verið ein týðandi partur av amerikonsku he [...] kloakkskipanini og stórum sálarligum trýsti á manningina. Fráboðanir hava eisini verið um sjófólk, sum hava roynt at leypa fyri borð. Umleið 5.000 sjófólk og hermenn eru knýtt at Abraham Lincoln. Langt [...] Washington er vanliga staðsettur í Japan. Við flytingini til Miðeysturs hevur USA fyribils tikið eitt av sínum týdningarmestu hangarskipum úr Asia-Kyrrahavs-økinum. ##med2## ##med3## ##med4## ##med5## ##med6##
árið, at felagið kemur við einum avlopi í einum ársroknskapi. - Sjálvt um hetta var væntandi, sum ein partur av okkara arbeiðsætlan, er árið í fjør ein hornasteinur hjá okkum. Stovnarin og stjórin í alifelagnum [...] felagið takkar starvsfólkum og øllum viðskiftapørtum fyri síni íkøst. Felagið tók 10.018 tons av toski í 2025, sum var ein vøkstur á 110 prosent í mun til árið fyri, tá tøkunøgdin var 4.770 tons. ##med2## [...] frá einum halli á 242 milliónir í fjør til 66 milliónir í avlopi í 2025. Hetta er soleiðis ein betran av ársúrslitinum á 301 milliónir norskar krónur samanborið við árið fyri. Vit kunnu leggja aftrat, at
Russland sær virksemið hjá Nato í Arktis sum eina beinleiðis hóttan móti trygdini í landinum. Tað sigur russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, í einari grein, sum russiska uttanríkisráðið kunngjørdi mánadagin [...] leiðini. Russland, sum hevur ein stóran flota við millum annað kjarnorkuvápnaðum kavbátum í Arktis, hevur áður funnist at Nato-átakinum. Lavrov lýsir hernaðarliga virksemið hjá Nato á leiðini sum ágangandi. – [...] r, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, skapti við kravi sínum um amerikanskan ognarrætt til Grønlands. Átakið snýr seg tó ikki bara um Grønland. Við Arctic Sentry tekur Nato við samskipanini av he
upp. Harumframt koma næmingar úr Húsavík og Dali við bussi, sum koyrir inn á økið framman fyri skúlan at seta børnini av. Samanblandingin av parkering, bussferðslu, inn- og útkoyring, súkklandi og gangandi [...] Øll børnini, sum tóku lut í eini skúlavegakanning á Sandi, hava gjørt vart við, at tey kenna seg ótrygg á økinum framman fyri Sands skúla. Tey hava eisini víst á, at økið er serliga myrkt um veturin. Hetta [...] busssteðgipláss. Skúlabørn ganga og súkkla eisini tvørtur um parkeringsøkið. – Tað, at tað er nógv ymiskt, sum hendir, ger økið ótrygt fyri børnini at ferðast á, verður staðfest í ferðslutrygdarætlanini. Flestu
varð farið undir verkætlanina av nýggjum. Føroyska whiskyið skal liggja á tunnu í minst trý ár, áðrenn tað kann seljast sum whisky. Tunnurnar verða goymdar í bygningum, sum eru gjørdir við íblástri úr føroyska [...] Tað byrjaði við tveimum kórsangarum, einum felags áhuga fyri whisky og einum skota, sum ótilvitað setti gongd á ein føroyskan dreym. Í dag stendur eitt framkomið distillarí í Vestmanna, har føroyskt whisky [...] Isles Distillery. ##med2## Bogi Mouritsen og Dánial Hoydal kendust frá kórsangi, men funnu skjótt út av, at teir eisini høvdu áhugan fyri whisky í felag. Longu í 2008 fóru teir undir at kanna møguleikan