har Patrick de Neergaard er prestur í Vági. Til hetta starvið er tænastubústaður, sum er prestagarðurin í Leirum í Hvalba. - Sóknarpresturin hevur skyldu at búgva í prestagarðinum, leggur bispur dent á [...] verður sett 1. mai 2010. Í prestagjaldinum eru fýra kirkjusóknir: Sandvík, Hvalba, Tvøroyri og Fámjin. Umleið 1.950 fólk búgva í prestagjaldinum. Upplýst verður, at presturin er í ávísan mun knýttur at Suðuroyar [...] og røktarheimi og í sambýlum. Sagt verður, at umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði, og annars lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar
degi lá ein avgustur millum Hvalba og Nes. Hann var á lívi, men doyði seinni sama dag. Nøkulunda tað sama hendi annan jóladag í 2000, tá ein avgustur svam seg upp á land í Hvalba og doyði dagin eftir. Tað [...] suður eftir makingartíðina. Einasti kvennhvalur, sum Náttúrugripasavnið veit um í Norðurhøvum, varð veiddur í Noregi í juni í 1956. [...] millum Hvalba og Nes, verður aldurskannaður sjótast til ber. - Allir avgustar, ið eru veiddir ella funnir deyðir í Norðuratlantshavi, hava verið kallhvalir. Kvennhvalirnir og hvølparnar halda til í einum
flutningstørvin til og úr Hvalba. Møguleikarnir fyri flutningi hjá vinnulívinum í Hvalba eru munandi batnaðir, eftir at tað er eydnast fólki hjá Landsverki at hækka fríhæddina í Hvalbiartunlinum [...] akførum og bingjum, sum vinnulívið í Hvalba hevur eftirlýst. Við einum serakfari, har til ber at lækka vognin, letur tað nú seg gera at koyra ígjøgnum við bingjum í tí vanligastu og mest nýttu støddini [...] upp í 3,3 metra hædd. Eftir eitt skrótingarumfar afturat, er lægsti avstandurin millum vegbreytina og tunnilsloftið nú 3,5 metrar. Landsverk fegnast um, at tað nú ber til at koma ígjøgnum
viðrar ikki, verður tað í Roynhøllini. Aftan á verður útferð inn í Dalin í Hvalba við frásøgufólki og tá verða tað tær forvitnisligu lamurnar hjá Martini Eið, ið ganga fremst í fylginum og á stevnuni fer [...] mangt annað verður á bygdarstevnuni í Hvalba fríggjadagin og leygardagin Hetta vikuskiftið verður tátturin tikin uppaftur, sum var ein fastur partur av bygdarmyndini í Hvalba fyri nøkrum árum síðani og tað [...] útimøti. Leygardagin verður lagt til brots við stórum, køldum borði fyri børn og vaksin við kórsangi í Roynhøllini. Annars er bæði fótbóltur, tombola, kvøldseta, rasarabátur og annað á skránni. Men sum nakað
Jazz og Blues tónleik í Hvalba leygarkvøldið, har tað eisini ber til at fáa ein góðan bita afturvið Jazz og blues í Hvalba Leygarkvøldið verður hugnakvøld í Roynhøllini í Hvalba við danska jazz- og bl [...] øllum tónleikastevnum í Danmark. Í 2006 vunnu teir áskoðaravirðislønina í Paris, tá ið teir luttóku í EM í TradJazz. Meira kann lesast um bólkin á myspace.com/sixcitystompers Stjørnin í Royn sigur, at við [...] bluesbólkinum Six City Stompers. Í bólkinum eru seks ungir mans, sum allir eru virdir tónleikarar í Danmark og teir hava einar 100 konsertir um árið, bæði í Danmark og uttanlands. Teir hava eisini spælt
seks og átta mió. krónur at umvæla skaðan, sum havnarlagið í Hvalba fekk í ódnarveðrinum seinasta mánaðarskiftið -Landsverk og J&K Petersen eru í ferð við at kanna viðurskiftini, og ein frágreiðing verður [...] verður liðug um stutta tíð, sigur Levi Niclasen, borgarstjóri í Hvalba, við útvarpið hjá Kringvarpið. Hvalbiar kommuna hevur gjørt og eigur havnalagið. Havnaløg kunnu ikki tryggjast, og tí er tað kommunan [...] frá Landsverki og J&K Petersen er liðug. -Men havnalagið má gerast aftur, annars doyr alt virksemið í bygdini, og tað gongur ikki, sigur Levi Niclasen.
Sandavágur og Sofía Berg í Heiðunum, Tvøroyri. Fremst frá vinstru: Bára Magnussen, Trongisvágur, Tórunn Vinther Holm, Tvøroyri, Brynjar Poulsen, Hvalba, Judit Olsen, Hvalba og Sunnvá Mortensen, Trongisvágur
Sjagaklettur, sum er størsti einstaki eigari í nýggja felagnum TG Fish – og næststørstur er eitt felag í Scrabster í Skotlandi. TG Seafood, sum rekur fiskavirkið í Hvalba, er eisini við, og um hetta felag er Delta [...] borgarstjóri í nýggja bygdaráðnum. - Tá Sjagaklettur kom á Hvalba fyri umleið seks árum síðan, helt eg eisini eina røðu. Tá var eg formaður í trivnaðarnevndini, sigur Otto Vest. Hann ivast onga løtu í, at Navarin [...] nakað frammi í tíðini. Hvalbiar kommuna fer leygardagin at skipa fyri móttøku og borgarstjórin, Otto Vest, fer at halda røðu. Aðru ferð Otto Vest hevur sitið í bygdaráðnum síðan ár 2000, og í fjør summar
Hvalbiartunnilin verður ikki fluttur longur út í Trongisvági, soleiðis sum kommunustýrini í Hvalba og á Tvøroyri, hava skotið upp. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum. Upprunaliga varð ætlanin [...] eftir í vánaligum líkindum. Hendan linjuføringin er víst við teirri gulu strikuni á kortinum. Men síðani nýggju kommunustýrini tóku við eftir kommunuvalið í heyst, hava bæði kommunustýrið í Hvalba, og [...] beint undir núverandi tunli, men eftir at undanfarna bygdaráð í Hvalba mótmælti, varð semja um at at flyta linjuføringina nakað væl longur út í Trongisvági. Tað er fyri at sleppa undan einum stórum parti
halda bygdaráðslimirnir í Hvalba. Hinvegin vilja hvalbingar hava, at kommunurnar í Suðuroy tosa saman um støðuna. Annars saknaðu teir meiri kunning um ætlanina við samanlegging. Í hesum sambandi sóknaðust [...] at á kommunala økinum í Suðuroy er størsti trupulleikin, at tær báðar stóru kommunurnar í oynni,Vágur og Tvøroyri, duga so illa at tosa saman. Fyrsta treytin fyri at fáa eina semju í oynni er, at tær báar [...] Ójavnt Ein spurningur, sum nívur bygdaráðslimur í Hvalba illa, er fíggjarliga støðan hjá kommununum. Tvøroyri og Vágur hava átikið sær stóra skuld, men Hvalba, og aðrar kommunur, eru skuldarfríar og tí er