Bruus hevur tosað um eina avtalu. Í einum tíðindaskrivi frá danska verjumálaráðnum sunnudagin stóð, at Danmark og Føroyar eru vorðin samd um, at danska verjan stigvíst skal hava størri nærveru í og kring [...] vóru vorðnir samdir um at styrkja verjusamstarvið. Málið hevur eisini elvt til kjak í Føroyum. Jenis av Rana, sum er limur í Uttanlandsnevndini, hevur funnist at, at nevndin ikki varð kunnað um fundin og tær [...] fundinum, sum danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, høvdu í Havn sunnudagin. Sambært danska verjumálaráðharranum varð semja fingin um at
vit kunnu lova øllum eina minniliga konsert, sigur Niclas Heri Jákupsson, oddamaður í Dynamit. Dynamit gav fyrstu sangirnar út í 1980'unum og var sera væl umtóktur dansibólkur tá í tíðini. Teir hittaðu [...] hittaðu við fleiri sangum á útgávum og í útvarpinum, og í nýggjari tíð hava teir lagt landaplágur aftrat. Kendastu sangir hjá Dynamit eru "Grøv nummar 13", "Pápi tín býr ei í Tórshavn", "Á, lat meg vera", "Bangin" [...] Poppbólkurin Dynamit hevur havt nakrar ógloymandi framførslur á Vágsbø ígjøgnum árini. Bólkurin spældi fyrstu ferð á Summar Festivalinum í 2005, og tað varð stóra endurreisnin hjá bólkinum, sum var nakað
Vindkraft A/S hevur vunnið útboðið um at byggja tvær nýggjar havvindmyllulundir í Danmark. Talan er um eina havvindmyllulund í Norðsjónum og eina við Hesselø í Kattegat. Tær skulu vera lidnar í seinasta lagi [...] Midt og Hesselø skulu vera liðugar í 2032, meðan ein triðja havvindmyllulund, Nordsøen Syd, eftir ætlan verður liðug í 2034. Elnetið skal fylgja við Danmark hevur fyrr í ár havt trupulleikar við elnetinum [...] almenna felagið Energinet steðgaði fyribils nýggjum umsóknum um nettilknýti. Stjórnin hevur síðani sett í verk eina bráðfeingisætlan, og Samira Nawa sigur seg vera sannførda um, at netið verður klárt, tá
Í einum skrivligum fyrispurningi spyr hann, hvussu ofta seinasta árið sjúkraflutningsdepilin, støð 30 í Miðvági, hevur verið uttan manning ella uttan tøka sjúkraflutningsvakt. Hann vil eisini hava at vita [...] in í Vágum lýkur tey trygdarkrøv, sum eiga at galda fyri eitt øki við meira enn 3.000 íbúgvum og altjóða flogvølli. Eisini vil hann hava at vita, hvørji átøk verða sett í verk fyri at tryggja eina støðuga [...] hava skjóta atgongd til eina trygga og væl mannaða tænastu. Hann sigur eisini, at ein stórur vandi liggur í at miðsavna virksemið. Sambært teimum upplýsingum, sum løgtingsmaðurin hevur fingið, kemur tað fyri
Fimm fólk lótu lív, og seks onnur vórðu særd í einum ukrainskum dronuálopi móti einum vinnuøki sunnan fyri Moskva tíðliga í morgun. Tað skrivar guvernørurin í Moskva-landspartinum, Andrej Vorobjov, á Telegram [...] Telegram sambært Reuters. Álopið rakti vinnuøkið Novoselki í Tjekhov-økinum sunnan fyri russiska høvuðsstaðin. – Eldur kyknaði fleiri staðni í vinnuøkinum eftir eitt dronuálop. Fimm fólk eru deyð, og seks [...] skrivar Vorobjov sambært AFP. Eldur kyknaði í einum goymslubygningi, men sambært guvernørinum er eldurin nú sløktur. Harumframt vórðu eini sethús og ein bilur skadd í álopinum. Russiskir myndugleikar hava enn
krónur í bót – onkur hevur fingið upp í 300.000 krónur, er tí, at hann hevur verið so stutt í Føroyum. Bótin er 10.000 krónur fyri hvønn byrjaðan mánað, sum viðkomandi hevur arbeitt ólógliga í Føroyum [...] Løgreglan fekk í gjár eina fráboðan um, at ferðalig var í fjøllunum oman fyri Funning, har tey ikki hildu, at alt ruggaði rætt viðvíkjandi arbeiðsloyvi. Løgreglan fór á staðið og staðfesti, at ferðaleiðarin [...] sum segði seg ikki vita, at tað kravdist arbeiðsloyvi fyri at arbeiða í Føroyum. Hann varð tí skuldsettur og fekk 10.000 krónur í bót, sum hann rindaði alt fyri eitt. Vaktleiðarin á politistøðini sigur
pengar til eina nýggja kommunulæknaviðtalu í Vágum. Kommunurnar hava gjørt hølini klár, men arbeiðið er framvegis ikki komið so langt, at viðtalan er tikin í nýtslu. Hann vísir eisini á, at í dag eru tveir [...] Jóhannis Joensen hava at vita. Hann hevur tí sett landsstýriskvinnuni í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, skrivligan fyrispurning um nýggju kommunulæknaviðtaluna í Vágum. Hann spyr, nær landsst [...] at nýggja viðtalan skuldi vera klár í 2026. Við fyrispurninginum biður Jóhannis Joensen tí um eina dagførda frágreiðing um, nær viðtalan verður mannað og tikin í nýtslu.
sendiharrin í USA, Olha Stefanisjyna, er farin úr starvi. Tað sæst í einum forsetakunngerð, skrivar Reuters. Stefanisjyna hevði verið sendikvinna í Washington í nærum eitt ár. Tað hevur tó í fleiri vikur [...] forseti í Ukraina, hevur ikki givið nakra almenna frágreiðing um broytingina, og enn er einkinýt sendfólk tilnevnt. Sambært ukrainskum miðlum verður Stefanisjyna kannað av antimuturssmyndugleikunum í Ukraina [...] formligar skuldsetingar eru reistar móti henni. Broytingin kemur eftir, at Zelenskyj í síðsta mánaði gjørdi eina størri umskipan í stjórnini. Sambært Kyiv Independent verður eisini væntandi ein størri útskifting
Niclasen úr Fólkaflokkinum hevur talað fyri broytingum. Nú bendir nógv á, at heldur ikki Javnaðarflokkurin hevur eina greiða felags støðu. Ben Arabo segði í tinginum, at hann hevur fyrivarni um tær broytingar [...] nú eisini komin fram í Javnaðarflokkinum um ætlanirnar at broyta lógina um gongd í haga og burðardygga ferðavinnu. Tað segði Ben Arabo, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, í Løgtinginum í dag. – Føroyingar skulu [...] skulu ikki gjalda fyri at ganga í haga, segði hann. Í ólavsøkurøðuni boðaði løgmaður frá, at samgongan fer at endurskoða lógina um burðardygga ferðavinnu. Samstundis er ætlanin at avtaka burðardygdargjaldið
Eldraøkið var mestsum ikki nevnt í ólavsøkurøðu løgmans, tí var tað høvuðsfokus hjá undirritaðu til viðgerðina í Løgtinginum í dag. “Ein glotti fyri framman, ytst á havsbrúnni hómast ljós”. Soleiðis byrjar [...] Og talan verður um eina skaðaódn, um vit ikki fyrireika okkum væl. Men heldur enn at surra, binda fyri og tryggja leysar lutir, tosa vit bara um veðrið í dag. *** Eldraøkið hoknar. Í summar hava fleiri [...] arbeiðslív og fíggjarstøða verða ávirkað. Tað er ikki í lagi. *** Løgmaður sigur í røðu síni, at neyðugt er at: “Styrkja samanhaldið millum ættarliðini í Føroyum. Samantvinna ung og eldri”. Tað er ein vøkur