krónur til uttandura spælipláss. – Tað er bæði flott og gleðiligt, at felagsskapir vilja rætta Skúlanum á Trøðni eina hjálpandi hond. Men vit mugu eisini spyrja, hví tað er neyðugt. Skúlin skal hava eina játtan [...] Tíðindaskriv: Skúlin á Trøðni hevur seinastu árini fingið fleiri gávur til amboð, útgerð og spælipláss. Tað er gleðiligt, at felagsskapir vilja stuðla skúlanum, men tað eigur ikki at vera neyðugt hjá landsins einasta [...] fyri at mennast og læra, sigur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin. Skúlin á Trøðni er einasti serskúli í Føroyum, og landið hevur fíggjarligu ábyrgdina av skúlanum. Har ganga í dag 71 børn
óbroytt. Tað merkir, at heilsustøðan framvegis verður mett at vera sera álvarslig, men tað er ikki staðfest, at støðan er versnað enn meira. Hin 89 ára gamli kongurin hevur undir innleggingini fingið viðgerð [...] Hóskvøldið sungu fólk eisini norska tjóðsangin fyri konginum. Eingin almenn fráboðan er komin um, at Haraldur kongur er doyggjandi. Men orðingin hjá kongshúsinum og tær mongu broytingarnar í almennu skránni [...] broytt sínar ætlanir. Haakon krúnprinsur røkir í løtuni uppgávurnar sum ríkisstjóri, meðan kongurin er sjúkrameldaður. Túsundtals norðmenn hava verið á Slottsplassen í Oslo, har fólk hava lagt blómur, kort
valdømi er eftir, men sambært RÚV skal ja-síðan vinna hetta valdømið við í minsta lagi 9.599 atkvøðum, um hon skal vinna fólkaatkvøðuna. Tað verður mett at vera ósannlíkt. Hóast bert eitt valdømi er eftir [...] eftir at telja, letur endaliga úrslitið bíða eftir sær. RÚV skrivar, at tað er ógreitt, hví uppteljingin tekur so langa tíð. Í morgun umleið klokkan átta føroyska tíð høvdu 47,5 prosent atkvøtt fyri at taka [...] Umleið 270.000 fólk hava valrætt í Íslandi, har knappliga 400.000 fólk búgva. Endaliga valluttøkan er ikki kunngjørd, men væntað verður, at hon hevur verið høg. Meira enn 188.000 atkvøður vóru taldar upp
broytingina, sigur innanríkisráðharrin sambært BBC. Ontario-vatnið er tað minsta av teimum Stóru Vøtnunum á markinum millum USA og Kanada. Nú er vatnið komið mitt í eitt navnatrætumál og handilsstríð millum [...] purin ávirkar Geographic Names Information System, GNIS, sum er ein almennur amerikanskur dátugrunnur við landafrøðiligum nøvnum. Hetta er orsøkin til, at Google hevur broytt navnið hjá brúkarum í USA [...] sýnt stóran áhuga fyri fleiri londum og økjum uttan fyri USA, teirra millum Grønlandi. Ontario-vatnið er ikki fyrsta staðarnavnið, sum Trump hevur broytt í amerikanska dátugrunninum. Hann hevur eisini broytt
Tíðindaskriv: Nepalski Reyði Krossur er í gongd við at hjálpa fólki í raktu økjunum. Stuðulin fer til bráðfeingis neyðhjálp til fólk, sum eru rakt av flóðini. Átakið fevnir millum annað um leiting og bjarging [...] heimið, familjum, har fólk eru deyð, saknað ella særd, og avbyrgdum bygdum, har atgongdin til aðra hjálp er avmarkað. Vatnflóðin rakti serliga økini fram við áunum Bhote Koshi og Trishuli í norðara og mið-Nepal [...] hús, vegir, brýr, el- og vatnveiting, skúlar, heilsutænastur og annað týðandi undirstøðukervi. Støðan er framvegis sera álvarsom. Sambært nýggjastu almennu fráboðanunum úr Nepal eru fleiri enn 900 fólk funnin
at tað er bæði til fyrimuns fyri borgarar og heilsustarvsfólk at savna virksemið í einari heilsumiðstøð. – Landsstýriskvinnan er samd við borgarstjórunum í kommununum í Suðuroynni í, at tað er til fyrimuns [...] byggingin av heilsumiðstøðum er ein kommunal uppgáva, hava bæði hon og undanfarin landsstýrisfólk umrøtt málið við kommunurnar í Suðuroynni. Svarið bendir sostatt á, at málið nú er komið inn í eitt stig, har
januar í 2008, og starvið hevur hon røkt síðani. Tað er formansskapurin í Løgtinginum, ið tilnevnir landsgrannskoðaran, og virki hennara í tí starvinum er at standa fyri roknskapargrannskoðanini, umframt at [...] Føroya Banka, har hon var í fimm ár, til hon kom á Landsgrannskoðanina. Beinta Dam, sum er ættað úr Runavík, er gift við Hans Christian Dam úr Havn, og búgva tey í barnaheimi hansara í Havn. Tey eiga trý [...] stovnum. Í arbeiði sínum hevur Beinta verið virkin í norðurlendskum samstarvi, har Landsgrannskoðanin er við á jøvnum føti við onnur lond. Hon hevur tí eisini fleiri ferðir verið vertur fyri norðurlendskum
Mikudagin hin 19. august klokkan 9, sum er mikumorgunin komandi, verður ástaðarfundur í Náttúrufriðingarnevndini, og møtt verður við bústaðin á Heygum 9 í Kvívík. Tað er sýslumaðurin, Kristjan Martin Joensen [...] saman til fundin. Á heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu verður sagt, at til viðgerðar á ástaðarfundinum er umsókn um loyvi at byggja úthús til seyð á matr. nr. 135a omanfyri á Heygnum 9 í Kvívíkar markatalsbygd [...] ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum. Hetta er sambært § 13 stk. 5 í náttúrufriðingarlógini, løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing
krav er um, at eitt far skal vera størri enn 20 BT, fyri at siglingstíð við tí kann telja sum góðkend útbúgvingarsigling. Hann spyr eisini, um hetta er ásett í altjóða reglum, hvør týdningurin er fyri [...] til dømis fyri útróðrarfólk, sum hava virkað í hárabólmnum sjógvi kring Føroyar. Aðalspurningurin er eisini, um landsstýrið ætlar at seta onnur átøk í verk fyri at hjálpa ungum útróðrarfólki, sum ynskja
milliónir krónur. Tað er ein lækking á 0,9 milliónir samanborið við fyrra hálvár í fjør. Samlaðu útreiðslurnar við avskrivingum minkaðu úr 128,4 niður í 126,2 milliónir krónur. Orsøkin er millum annað lægri [...] krónur fyrra hálvár í 2026. Sama tíðarskeið í fjør var úrslitið 84,4 milliónir krónur. Framgongdin er sostatt 13 milliónir krónur – ella góð 15 prosent. Úrslitið áðrenn kursjavningar og niðurskrivingar [...] r var 95,5 milliónir krónur samanborið við 94,7 milliónir krónur í fjør. Bankin sigur, at úrslitið er betri enn væntað við ársbyrjan. Bæði rentuinntøkurnar og kostnaðargongdin hava verið betri enn mett