miðlunum at halda valdshavarunum í skák og seta tey ráðandi til svars fyri avgerðir, at greina, upplýsa, kunna og gera fólk betur før fyri at taka støðu í ymiskum málum. Fólkaræðisligu miðlarnir fyribyrgja [...] orðast, og týðiligir málsetningar eru gjørdir fyri fleiri øki. Størri dentur verður lagdur á føroyskt mál og tilfar til børn og ung. Sáttmálin skrivar seg inn í tíðina sum eitt amboð í eini tøkniliga [...] broyttum miðlavanum. Public service-sáttmálin verður galdandi fyri tíðarskeiðið 1. juni 2024 til 31. mai 2028. Teir fyrstu sáttmálarnir vóru gjørdir fyri tíðarskeiðini 2011-2013 og 2017-2020. Les public servi
Nato-aðalskrivarin vísti á, at krígsførslan í langa tíð gekk fyri seg langt inni á ukrainskum landaøki. - Men, nú hevur hermótið flutt seg kring marknaøkini í landnyrðingspartinum av Ukraina, nærindis [...] stendur aftanfyri, og Ukraina hevur sambært altjóða lóg rætt til at verja seg. Jens Stoltenberg legði dent á, at rætturin at verja seg fevnir eisini um møguleikan at leypa á russisk hernaðarmál fram við markinum [...] Ukraina, og við einum parti av útgerðini fylgja treytir. Hetta eru treytir, sum avísu londini seta fyri sínum vápnaveitingum. Jens Stoltenberg helt, at sæð í ljósinum av, hvussu kríggið í Ukraina er broytt
Grammofonin mól á plátuspælaranum. Komið øll við. Tú blásti støvið undan nálini. Skrúvaði so upp fyri Pionerannlegginum. Eitt sindur máttu foreldrini tola. Tey høvdu sjálv einaferð verið ung. Men tað [...] sjeynda flokk, tømdi snerkjandi ta seinastu reyvuna úr einari brennivínsfløsku, sum hann hevði keypt fyri dýrar dómar frá tí ketiroykjandi sjafførinum. Skál og vælkomin heim! Dreingir í úlpum og kovboyjakkum [...] køini. Vit eru ikki ung longur, so tað verður ikki trokað og amast uppí hvørjum øðrum, sum vit gjørdu fyri nógvum árum síðani, tá ið allur kroppurin var ein harmonbumba, sum stóð til at bresta. Stóri partur
At kongur nú verður verji fyri Koltursætlanini, er ein stórur heiður og fer at varpa enn meira ljós á mentanar- og náttúruarv okkara. Tjóðsavnið takkar hansara hátign fyri heiðurin. Til ber at lesa meira [...] ljós á felagsskapir sum gera vælgerandi endamál. Í stuttum snýr Koltursætlanin seg um at gera ein antikvariska ætlan fyri oynna, har mentanar- og náttúruarvurin skal verjast og miðlast. Í yvirskipaðu ætlanini [...] at betra um møguleikarnar hjá ferðafólki og øðrum vitjandi at uppliva tað, sum oyggin kann bjóða. Fyri at náa hesum endamáli, er neyðugt at betra um karmarnar í oynni. Hetta verður gjørt við at endurbyggja
norðan fyri íslendska býin, Grindavík, har tað aftur fór at goysa í gjár. Í Íslandi verður roknað við, at hann verður vestan eftir í ættini í dag, og tí er væntandi, at roykur og øska fer at spjaða seg eystur [...] rein. Hinvegin vísa mátingar, at luftgóðskan nærri Grindavík er meira dálkað og kann vera til ampa fyri fólk, sum eru viðbrekin. Í gjár vórðu fólk flutt burtur úr Grindavík og Bláa Lóni. Hetta er fimta
Á henda hátt byrgja vit fyri, at tað fer at lukta og harvið dregur rottu og onnur skaðadjór til sín Bint fyri smærru posarnar, áðrenn tú letur teir í ruskposan. Bint eisini fyri ruskposarnar og set teir [...] góð ráð um at fyribyrgja skaðadjórum og smittu, meðan verkfallið er. Tá ið burturkast hópar seg upp, er vandi fyri at rotta og onnur skaðadjór dragast at tí. Tískil er ikki óhugsandi, at tað kann gerast [...] teir í eitt ílat, sum er tætt, um tú hevur møguleika fyri tí Hvar goymi eg burturkastið? Set posarnar kalt og turt, t.d. í ein kjallara, bilhús ella hjall, soleiðis at vit seinka matleivdunum at rotna og
dystunum í deildini. Í kvøld var Fredrikstad fyri greiðum 0-3 tapi, har hagtølini víð royndum á máli hjá mótstøðuliðnum vístu 10-1 til Tromsø. Tromsø legði seg á odda í 17. minutti, og teir øktu til 2-0 [...] leiktíðini staðfesti Tromsø sigurin við einum brotssparksmáli. Brandur Hendriksson var á vøllinum fyri Fredrikstad tann fyrsta tíman av dystinum. Jóannes Bjartalíð er framvegis uttanfyri við skaða. HER [...] norska TV2 frá dystinum. Hóast tapið er Fredrikstad framvegis nummar trý í deildini við 21 stigum fyri 11 dystir. Bodø/Glimt og Brann Bergen er trý stig frammanfyri Fredrikstad. Seinasti dysturin hjá
og víkingarnir vóru sera misnøgdir við, at dómarin ikki bríkslaði fyri brotssparki, sum teir heilt avgjørdir hildu seg vera snýttar fyri. Hetta var fyrri hálvleikur. Seinna hálvfinalan verður mikudagin [...] heimaliðnum var tryggari og hugflogsríkari, enn tað hevur verið fyrr í ár. Eftir at HB hevði lagt seg á odda, myndaðist dysturin soleiðis, at tað vóru gestirnir, sum vóru oftari í álopsstøðu, meðan HB
Stalowa Wola legði seg á odda í 61. minutti, og teir øktu til 2-0 tveir minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Tá liðini høvdu leikt fimm minuttir av eykatíð minkaði Damian Urban fyri Chojniczanka
Arbeiðsgevarafelagið vísir á, at tey ikki eru partur av nøkrum sáttmála, og at tey harvið meta seg standa uttan fyri verkfallið. – Og tá verkfalsfráboðanin er tikin aftur, meta vit, at tey hava tikið tað til [...] útvarpið, at tey sunnukvøldið fingu eina fráboðan frá Havnar Arbeiðskvinnufelag, um at tey lýsa verkfall fyri allar limir sum arbeiða á kommunala økinum. – Vit vístu á, at eingin sáttmáli er á økinum millum Kommunala