og helst eisini longur fram í tíðini verður ikki minni kapasitetur. Á Føroya-rutunum. Sum tað kann lesast aðrastaðni á síðuni, so fer Atlantic at bjóða tilboðsprísir í heyst. Í høvuðsheitum heldur Magni [...] Atlantic byrjaði at flúgva í 1988 hevur felagið allatíðina kappast við Maersk-Air. Men nú hevur felagið monopol á loftvegis ferðslu til og úr Føroyum. Magni Arge leggur eina við, at Atlantic Airways fer at [...] sum áður. Í fyrstu atløgu verða fráferðirnar hjá Maersk lagdur afturat skránni hjá Atlantic. Hetta fer at merkja, at Atlantic Airways fer at flúgva tvær ferðir um dagin til Keypmannahavnar í vetur. Enn
??????????????????????? Minningardagurin í ár er hin fimti, sum verður hildin, síðani byrjað varð í 2000. Hesi fýra árini eru 14 fólk deyð í ferðsluni Føroyum, samstundis sum umleið 250 fólk eru skrásett [...] og 22 ár. Nullhugsjónin Í løgtinginum 13. apríl 2004 var aðalorðaskifti um Nullhugsjónina, sum miðar eftir: ?at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein av ferðsluvanlukku í vegaflutningsskipanini, [...] ?at alt virksemi, sum hevur við ferðslu at gera, skal vera í samljóði við hetta stavnhaldið." Tað var full undirtøka millum løgtingsmenn fyri Nullhugsjónini. Men, sum tað sæst, er enn langt á mál og skal
hava lesarar í Føroyum havt møguleika at keypa atgongumerki á heimasíðuni hjá blaðnum. Frá mánadegnum ber nú eisini til hjá lesarum uttanlanda at keypa atgongumerki á donsku heimasíðuni. Í hesum sambandi [...] Debes, sum er kapellmeistari í orkestrinum, sum er sett saman av føroyskum og donskum tónleikarum og kórgentum. Í løtuni verða á leið 500 konsertplakatir hongdar upp ymsa staðni í Keypmannahavn, og mánadagin [...] tíðindatænastuni hjá www.billetnet.dk við tíðindum um konsertina. Konsertin 3 Havfruer verður í Falkoner Centrinum í Keypmannahavn 4. juni.
ein ørvitisknokkur, tá hann, fyri nærum 20 árum síðani sum borgarstjóri í Klaksvík, byrjaði at tosa um undirsjóvartunlar í Føroyum. Sami ørvitisknokkur kundi týsdagin fáa sær ein stein burturúr rúgvuni [...] veruleika, segði ein ovurfegin Jógvan við Keldu. Hann ásannaði tó beinanvegin, at tá hann í sínari tíð sum borgarstjóri í Klaksvík byrjaði at tosa um undirsjóvartunnil um Leirvíksfjørð, droymdi hann ikki um [...] Keldu. Hann helt røðu til móttøkuna, sum var í høllini hjá Føroya Konsortium uppi við vegin út til tunnilsmunnan. Har kom hann ikki so nógv inn á tað, sum í dag er fortíð, men heldur tosaði hann meira um
mótalist og tónleikaundirhald av ymsum slagi. Tað er einki at ivast í, at stórir møguleikar eru í hesum øki. Hetta er eitt øki, sum tekur støði í gamlari føroyskari handligari mentan eins væl og nýggjum íblástri [...] stuðla hesum øki av øllum alvi. Skulu vit í Føroyum tala um mentanarturismu, so eru listahandverk og føroyskt heimavirki fortreytir fyri, at henda vinna kann mennast í framtíðini. Fyrireikararnir kunnu vera [...] somu stevnu. Vit gleða okkum til næstu ferð høvið verður at vitja líknandi tiltak í Müllers pakkhúsi ella aðrastaðni í landinum. Sosialurin
Halgir W. Poulsen, advokatur, sum var við í samráðingunum við danir um yvirtøku av ráevnunum í undirgrundini er sjokeraður av útmeldinini hjá Høgna Hoydal í vallýsing í Dimmalætting valdagin, har varaløgmanni [...] hvør eigur møguliga olju í undirgrundini og sigur, at danir hava ikki viðkent okkara ognarrætt til ráevnini. - Hatta er ein grov reinging av veruleikanum. Tað er als einki hald í pástandinum um, at vit ikki [...] næstovasta mann í landinum at kasta tann brandin út aftur nú aðru ferð innan fyri eitt hálvt ár, um at vit ikki eiga ognarættin til oljuna - og serliga tá allur umheimurin vendir eyguni móti Føroyum, nú olja
og bygdaráðsformaður í Kunoy. ? Skal Mikladals kommuna verða fyrimynd, so skal helvtin av skúlunum í Føroyum leggjast niður, og tað er ikki rætt. ? Allir politisku flokkarnir í landinum ganga inn fyri [...] ára gomlum børnum skúlagongd í teirra egnu bygd, so er kommunan illa farin, heldur Heini O. Heinesen. Grava egna grøv Hann vísir á, at í hansara kommunu verða skúlarnir í Kunoy og Haraldssundi brúktir [...] Kalsoynni, og tí haldi eg, at Mikladals kommuna átti at ansa eftir, so hon ikki gravar sína egnu grøv í hesum máli. Heini O. Heinesen heldur, at tað skuldi verið so líkatil, at kommunan keypti neyðugu sk
hagtøl. Ì arbeiðsørindum á sjógvi og landi. Ì lestrarørindum, í sjúkraørindum, at vitja familju, vinir og kenningar o.sfr. Summi eru burturstødd í longri tíðarskeið. Tíðindatænastan Olivant hjá Føroya Tele [...] at vera ein kærkomin møgulleiki hjá hesum stóra skara av fólki at kunna fylgt við tí sum hendir í Føroyum meðan tey eru burturstødd. Tað hevði verið kundatænasta á høgum støði ? eisini fyri fólk herheima [...] at vera nøkur sum helst redaktionell linja á hesi tíðindatænastu í løtuni. Og fari eg skeivur, so vildi eg fegin fingið at vita, hvør í henda linja er. Tað kann vera mikið spennandi at lesa um hvussu deyðir
Hetta kann ein og hvør síggja við at hyggja í ta donsku lógina um ?registreret partnerskab?. Tað er jú hesa lógina, ið Høgni Hoydal vil hava setta í gildi í Føroyum eisini. § 1, sum lýsir endamálið við lógini [...] Hetta fortelur okkum, at lógin er ætlað samkyndum, sum vilja liva saman í skrásettum parlagi - t.e. á líka føti við hjún. Í § 3 í lógini stendur, at skráseting av parlagi gevur sama rættarvirknað, sum [...] hjúnalagið gevur, tó við nøkrum fáum undantøkum. M.a. sleppa samkynd ikki at adoptera, (sum tey sleppa í Svøríki). Latið okkum kalla ein spaka fyri ein spaka! Lógin um skrásett parlag er als ikki ein lóg um
Tjaldri, Mortan Hansen, ikki við í ferðalagnum. Mortan hevur verið skaddur í eina tíð og ikki fyrr enn hesa vikuna fekk hann gipsið av. Tí er ikki ráðiligt hjá honum at fara í holt við so krevjandi uppgávu [...] . Hesar venjingar eru fyrireikingarnar til EM-undankappingina í Finlandi fyrstu tríggjar vikurnar av januar, tá Føroyar skulu royna seg í bólki saman við Ísrael, Finlandi og Belgia. Eftir heimkomuna úr [...] dystir ? annar móti útlendingunum í føroyskum manshondbólti fríggjadagin 27. desember og hin móti einum pressuliði sunnudagin 29. desember. Ætlandi fer manslandsliðið úr Føroyum til Finlands mánadagin 30. desember