hálvfult, og fáu tandrini, sum stuðlaðu vitjandi liðnum rúgvaðu ikki stórvegis í stóra skýlinum vestarru megin vøllin í Gundadali. Heppin og vøkur mál Sum so mundu tey, sum høvdu valt Ongland og Ecuador [...] droppaði Andras Gango fullkomuliga, og so smoygdi bólturin sær spakuliga í málið. Var fyrsta málið heppið, var talan hinvegin um sanna perlu, tá Bergur Midjord økti til 2-0. Skjótt B36 uppspæl endaði við, [...] sigurin heim. Komandi umfarið verður talan um týdningarmikla grannauppgerð móti HB, og eitt nú vóru Mikkjal Thomassen og Kenneth Jacobsen í vanda fyri leikbanni, um teir fingu gult kort. Fuglfirðingar kundu
á sjúkráhúsinum, og Fríða Petersen, sum læt Tommu og Erlu ansa málinum. Lítil ivi er tó um, at tær báðar eisini koma at hava týðandi leiklutir, skulu Føroyar røkka allan vegin fram, og so hava venjararnir [...] David móti Goliath. Og at David í hesum førinum ikki hevði nakran livandi kjans. Eftir at fyrsta bretska álopið varð dømt fyri nøl, kom fyrsta føroyska málið við kvikum kontra-spælið, og tað líka sum legði [...] sjáldan hevði nakrar sum helst trupulleikar av hesum, og retur-renningar vóru mest sum ikki-eksisterandi. Føroyska kontraspælið fekk tí góðar karmar, og varð ferðin hildin, so skolaðu málini inn. Eitt sum
skoti frá Sorin Anghel upp, og so var at kalla leyst og liðugt. Málið gav vertunum neyðuga friðin til at seta seg á dystin, uttan at teir kortini vágaðu alt ov nógv frameftir, og tí fekk VB/Sumba ikki longur [...] VB/Sumba. Ronnie Samuelsen økti til 2-0, eftir at Marcin Dawy í fyrstu atløgu hevði vart fyri stútara frá Egili á Bø. Bárður Olsen økti til 3-0 við frálíkum langskoti, og Egil á Bø rundaði av, tá hann sendi [...] liðnum. Við trimum og síðani fýra málum í skjáttuni, hevði EB/Streymur ikki tørv á at leggja alt ov nógv fyri, meðan VB/Sumba ikki tóktist áhuga í at tveita serliga nógv fólk frameftir, og á tann hátt lata
nógv spæl, og í 65. minutti rakti Marian Pahars í stólpan. Merkisvert er tað, at nú hevur Svøríki spælt seytjan undankappingardystir, uttan at teir hava tapt, og venjaraparið Tommy Söderberg og Lars Lagerbäck [...] EM UNDANKAPPING Í summar vóru bæði Danmark og Svøríki við í HM endaspælinum í Suðurkorea og Japan. Tað kann væl vera, at fleiri av brøðratjóðum okkara fara at vera uppií, tá fimtan europeiskar tjóðir saman [...] á skránni leygardagin. Danmark var í Noregi. Úrslitið var 2?2. Undan dystinum var nógv tosað og skrivað, og tað hevur tað eisini verið eftir dystin. John Carew, sum var settur á vøllin í 2. hálvleiki,
trygt á b6 og verjir finnur) 24.Ribd2 [24.Rixg3?? hxg3+ 25.Fxg3 Bh4 og rókurin rýkur] 24...Rd4 25.a3 Fc6 26.Fe3 Rhd8 (svartur hevur nú greiðan fyrmiun) 27.axb4 axb4 28.Rc2 [28.Ra1 Rd3 29.Ff2 R8d4 og hvítur [...] Var og royndi meg í vikuskiftiskapping í Birkerød, sum liggur nakað uttanfyri Keypmannahavn. Væl gekst, tí tá avtornað varð hevði eg ognað mær 4,5 stig av 5 møguligum, og bleiv hetta nóg mikið til fyrsta [...] meining) 6.0?0 Fb6 7.Rib3 (eftir 7.Be3 kemur Bc5, við ætlanini Ric6 og útvikling) 7...d6 8.Be3 Fc7 9.Fe2 Rif6 10.Ri1d2 Bb7 11.c4? (a4 var betri, og so seinni Rc1, c3) 11...b4 [11...bxc4 12.Rixc4 Bxe4 13.Rib6 sær
stórmeistarnir úr Danmark, Peter Heine Nielsen og Curt Hansen, og svenski stórmeistarin Johnny Hector. Telvað bleiv dupultumfar, og úrslitið gjørdist ein tryggur og flottur sigur til Anand, ið fekk 5,5 stig [...] leikt í Middelfart í Danmark um vikuskifti. Danska Talvsambandið, DSU, er 100 ár í ár, og tískil verða nógvar sterkar og áhugaverdar kappingar fyriskipaðar í ár. Í Middelfart eydnaðist tað fyrireikarunum at [...] 15.Rixd7 Ribxd7 16.Rif5! Bf4? (fyrsti feilurin, og eftir hetta fær hvítur greiða yvirtøku. 16...0-0 var neyðugt) 17.Bxf4 Fxf4 18.Rixg7+ Kf8 19.Rih5 Rixh5 20.Fxh5 Fe4+ 21.Fe2 Fxg2 (finnuna fekk danin aftur
vera, at tær hava rigga væl saman. - Vit hav spælt sum eitt lið, og vant bæði væl og nógv. Vit byrjaðu longu í juni mánaði við venjingini, og síðani hava vit vant alla tíðina fram til hóskvøldið, tá vit høvdu [...] heima í eini 20 ár, var leygardagurin fyrsta ferðin, at Alis Høghamar kundi rópa seg Føroaymeistara. Tí var tað sjálvandi ein fegin Alis, sum vit fingu orðið á, tá alt endiliga var liðugt, og tað var greitt [...] Eg hevði faktist ongan tíð vunnið nakað sum helst undan hesum kappingarárinum, og nú eg havi fingið at kalla í bæði posa og sekk, kann eg ikki annað enn vera sera væl nægd. Liðið hevur riggað Spurd, hvat
viðgerð var í tinginum fríggjadagin, og málið er nú í uttanlandsnevndini, sum skal viðgera tað víðari. - Sambandsflokkurin tekur fult undir við hesum uppskotinum, og vit fegnast um, at Javnaðarflokkurin [...] veruleiki næstu 15 til 20 árini, eftir at landsstýrið gjørdi semju í fullveldismálinum fyrst í november mánaði. Jóannes Eidesgaard vísir á, at tá europeiski sáttmálin um økismál og minnilutamál varð staðfestur [...] við at vinna føroyska málinum sín rætt, men tað er gjøgnum fullveldistilgongdina og ikki gjøgnum heimastýrislógina, og tí kann hetta uppskotið tykjast sum dupultkonfekt, sigur Anita á Fríðriksmørk, tingmaður
móti oddaliðnum 2-0. Danska pressan tosaði í gjár um eina sensatión, tá talan var um hendan dystin. Hesi úrslit gera, at Herfølge nú aftur hevur tikið seg eitt stig fram um Brøndby, og Herfølge er nú nummar [...] tað besta hjá Jákup og teimum eftir vetrarsteðgin. Liðið hevur havt trupulleikar við at gera mál, men sunnudagin gekk avbera væl við hesum. Sagt verður, at Herfølge spældi sera væl, og at sigurin var fult [...] nær við í tí einu støðuni. Dysturin millum FCK og AaB var linligur, hóast umstøðurnar til ein góðan dyst vóru til staðar. Veðrið var gott, vøllurin góður og hýrurin á áskoðaraplássunum sera góður. AaB, sum
Bæði hava fingið ein avsmurning móti Turkalandi, 0-4 og 0-6, og bæði hava tapt fyri Luksemborg heima, 0-1 og 0-2. Tað er krav hjá bæði Føroyum og Litava at vinna dystin, tá liðin hittast á Tórsvølli í [...] Tórsvølli, og 12. september í 2007 vann Litava 2-1 í Kaunas. Tann dagin pyntaði tað væl, at Rógvi Jacobsen minkaði um munin til 2-1 við einum fantastiska vøkrum lobbi, tá klokkan vísti 90 minuttir. Og so vóru [...] HM-undankappingini í 2010, og nú bragdaði. 15. september í 2008 vann Litava 1-0 í Kaunas. Árið eftir, 9. september í 2009 brast fyri nev tá vit vunnu 2-1 við málum, ið Súni Olsen og Arnbjørn Hansen skoraðu