viðkomandi fyri at síggja, um hann var ávirkaður av rúsdrekka ella rúsevnum. Maðurin var í 40'unum. Hetta var tað størsta politimálið í gjár. Umframt hetta vóru nøkur smá mál um seyðir í gingu leysir í Vágum [...] Um 18 tíðina kom ein fráboðan um herverk á einum hotelli í Havn. Ein maður hevði sparkað eina hurð til eitt kamar inn. Og tá politiið fór á staðið fyri at finna viðkomandi, var maðurin vekk. Hann var farin [...] farin avstað í einum bili. Politiið leitaði eftir honum, og lítla løtu seinni kom fráboðan um, at ein bilur hevði rent á ein annan bil á einum einsrættaðum vegi – og hann hevði koyrt øvugtan veg. Tað vísti
Talan er um 828 sólpanel, ið tilsamans hava ein framleiðslumátt á 343 kW. Ársframleiðslan væntast at vera um 200.000 kWt, ið svarar til árligu streymnýtsluna hjá 40 føroyskum húsarhaldum. Á sumri í 2022 [...] orkuskiftinum Í orku- og veðurlagspolitikkinum hjá landinum stendur, at stórur tørvur er á sólorku, um málið um 100% grøna elframleiðslu í 2030 skal røkkast, og tørvur verður á 60 MW av sólorkuverkum í Føroyum [...] verður 100% úr varandi orkukeldum. Hetta, tí at sólorkan fyllir holið í el-framleiðsluni tá vindurin ikki blæsur, og lítið er av avfalli. Vit eru spent at síggja, hvussu hetta fer at hilnast”, sigur Atli Gregersen
Karmarnir um renningina eru niðri á Skálatrøð. Har er slætt og gott at renna og ikki minst er tað sera áskoðaravinarligt. Fólk úr øllum heraðshornum plaga at luttaka og hjá fleiri er hetta byrjanin til [...] ikki at smæðast burtur, og meira enn eina ferð er tað hent, at onkur nýggj stjørna stingur seg fram um hini og vinnur óvæntað. Børnini renna styttri, enn tey vaksnu. Teinarnir eru frá 430 metrum til 1,3 [...] tey sleppa undan at bíða ov leingi. – Vit í bragdinum gleða okkum altíð til ólavsøkurenningina, tí hetta er startskotið til ólavsøkuna. Tilmeldingin er latin upp og vóna, at tit sum fegin vilja luttaka,
lestrartíðina í Århus. Hetta sigur Marjun Lómaklett millum annað í samrøðu í ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum. Um at prædika á ólavsøku sigur hon millum annað: – Eg havi ikki ætlanir um at traðka nakran á tærnar [...] álvarsligir spenningar ymsastaðni í heiminum, sigur Marjun. – Hetta gevur eitt suð í búkin. Tað er stórt og gleðiligt, kanska ræðandi á ein hátt, tí hetta er stór og serstøk avbjóðing. Tí er tað við virðingarótta [...] hann við á ólavsøku. Hetta er sigandi tekstur sum umfevnir alt mannalívið og at seta við; vónin, gleðin og troystin. Sálmurin verður brúktur til ymisk høvi, ofta á jólum, og hetta er faktiskt sæli jól
ímeðan arbeiðið varð gjørt. Hetta varð gjørt við tveimum stórum Palfinger kranum. Ein triðji Palfinger krani varð brúktur til at lyfta svingkransin og aðra útgerð umborð. Umframt hetta var vóru allir ventilar [...] Polar Princess er heimahoyrandi í Nuuk, og tað er Polar Seafood í Grønlandi, sum eigur skipið. Stutt um skipið kann sigast, at tað er bygt á Orskov Yard í Fredrikshavn í Danmark í 2000, og tað er 87 metrar
Ísland. Sangleikurin hevur havt týdningarmikla ávirkan á tosið í landinum um mannarættindi hjá teimum samkyndu í Íslandi, og um hvat tað veruliga vil siga at hoyra til. Tónleikin, sum er skrivaður til leikin [...] sannleikanum, fer hann í holt við at kanna dagbøkur og brøv og at grava fram minnir úr fortíðini. Hetta er grundarlagið undir einmans sangleikinum Góðan morgun, Faggi , sum Norðurlandahúsið sýnir tveir
ringt til Brian Sandberg og spurt hann eitt sindur nærri um hendan fyrilesturin, hann skal hava í Føroyum. – Eg fari at fortelja um mítt lív. Um hvussu ein ungur maður frá einum provinsbýi kann enda sum [...] »Mítt lív í ónáði« Hetta er heitið á einum fyrilestri, sum verður í samkomuhúsinum Lívdini 2. august. Tað er fyrrverandi Hells Angels rockarin Brian Sandberg, sum skal fortelja um sítt lív sum topp-rockari [...] úti, tá man annars kemur frá einari kjarnufamilju? Tað fari eg at fortelja um, sigur Brian Sandberg við Sosialin. Skilir væl um fólk eru kritisk Men hví skal man lurta eftir einum manni sum Brian Sandberg
kom Voldborg aftur á skíggjan og var profilur á DR fram til 2001, tá ið hann varð pensjóneraður. Um hetta sama mundið fekk hann riddarakross frá Margrethu drotning. Henrik Voldborg var kendur fyri at vera
kringvarpið SVT. Orsøkin er stúranir um, at ognirnar kunnu brúkast til njósning móti samfelagskritiskum infrakervi. Í heyst kemur ein norskur arbeiðsbólkur við einum áliti um, hvussu til ber at avmarka møguleikarnar [...] verður nú við at víðka hetta til eitt totalforboð fyri, at russiskir ríkisborgarar kunnu keypa ogn í Finnlandi. Eisini svenska trygdarløgreglan, Säkerhetspolisen (Säpo) kannar í løtuni, um eitt slíkt forboð [...] sløg av ognarskapi kunnu elva til trupulleikar. Hetta er orsøkin til, at vit í lógarfyrireikandi arbeiðinum byrja við einum totalforboðið, sum fer at fevna um neyðug undantøk. Tá ið arbeiðsbólkurin er komin
eina ferð um vikuna. So talan er ikki um eina fulltíðar-skúla, men ein skúla við stórum fleksibiliteti. – Til ber jú saktans at ganga á skúlanum við síðuna av einum arbeiði ella lesnaði. Hetta er eisini [...] fara suður við Smyrli um kvøldið. Síðan tíðindini um Flogfisk komu út mitt í juni, hava stigtakararnir fingið nógvar afturmeldingar. – Vit hava hoyrt frá so nógvum, sum halda hetta vera eitt gott hugskot [...] næmingum á Glasi gjøgnum árini, sum hesin skúlin uttan iva hevði verið upplagdur fyri. Hetta kann vera eitt næsta stig, um tey halda tað vera stuttligt og feitt at gera film, sigur hann. Kann menna Føroyar