aftur í ár at heiðra ein persón, sum hevur dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit, hevur víst á týdningin av gransking ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum. Hetta verður gjørt á V [...] Talan kann verða um granskara, miðlafólk ella annan, sum á greiðan og lætt skiljandi hátt hevur lýst granskingarúrslit og víst ávirkanina og týdningin av hesum í okkara gerandisdegi. Hetta kann vera í útvarps- [...] bestu miðlingina av gransking fyri 2026. Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví víðkomandi eigur at fáa heiðurin. Best er, um víst verður til greinir, bøkur, sendingar ella líknandi sum dømi um góðu miðlingina
løgregluni eitt eftirkanningaramboð, sum hevur avgerandi týdning í arbeiðinum at kanna talgild brotsverk. Heimildin er í rættargangslógini, har ásett er, at veitarar av fjarskiftisneti og fjarskiftistænastum [...] Tað er endamálið við einum uppskoti til kunngerð, sum nú er sent í almenna hoyring. Sambært uppskotinum skulu fjarskiftisfyritøkur í Føroyum skráseta og goyma ávísar fjarskiftisupplýsingar, so løgreglan [...] upplýsingar um internetatgongd hjá brúkarum í eitt ár. Uppskotið snýr seg um skráseting og goymslu av upplýsingum um internetatgongd og ikki um innihaldið í samskiftinum. Uppskotið er nú sent í almenna
skrivar, at Niels Midjord verður heiðraður í øllum frá rokki til popp og blues – við einum sterkum hópi av tónleikarum og leikarum á pallinum. Sjónleikakonsertin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið [...] i fara til sølu í morgin, fríggjadagin 21. august klokkan 12.00 á mh.fo Tað er Dánjal á Neystabø, sum hevur lagt tónleikin til rættis og Kjartan Hansen hevur leikstjórnað. Á palli vera: Kjartan Hansen [...] Petersen, Guðrið Hansdóttir, Bárður Reinert og Marius D.C. Sjónleikakonsertin er samstundis partur av einum størri tema á Mentanardøgunum í ár, har Niels Midjord verður settur í miðdepilin upp á fleiri
n skrivar, at tá hon var sett sum dómpróstur, var tað ein týðandi uppgáva, ið hon valdi at átaka sær. Tað var samstundis eitt týdningarmikið søguligt fet í menningini av fólkakirkjuni. Nú eru bæði kynini [...] samfelagnum sum heild. Tí leiðsla snýr seg eisini um umboðan og ávirkan. Tá bæði menn og kvinnur eru við, har tær týdningarmestu avgerðirnar verða tiknar, verður leiðslan í breiðari høpi ein mynd av kirkjuliga
fer amerikanska rakettskipanini í Noregi eitt nú at kunna skjóta Tomahawk-rakettir, sum kunnu røkka stórum pørtum av Russlandi, íroknað Moskva. - Slík stig minka um møguleikarnar fyri konstruktivum dialogi [...] russiska uttanríkisráðnum. Í Russlandi verður ávarað um, at tey, sum taka hesar avgerðir í Washington og Oslo, ikki eiga at vera ovfarin av, at Russland heldur serligt eygað við hesum. - Hetta er enn eitt
monnum nærkast, og ein av teimum, ið heilt vist verður á Tórsvølli leygarkvøldið er Símun Petur Justinussen. Fyrr í vikuni fekk FSF varpið orðið á fyrrverandi málslúkin hjá GÍ, sum væntar ein góðan dyst [...] dyst, har tað eru klaksvíkingar, sum eru favorittar, men Víkingur kann yvirraska. HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna FSF-varpið hevði við Símun Petur Justinussen: ##med2##
Síðani Bretland fór úr ES, er íslendska kravið, at myndugleikin, sum varðar av alifóðrinum, ið kemur inn í landið, skal kanna umleið 10 % av lastini. Tað leingir um túrarnar og er tí eitt sindur keðiligt [...] norska felagið Froy-Shipping, sum eigur skipið. 9 mans eru við og tvær manningar hoyra til skipið. Sum oftast er manningarskifti í Føroyum, tí tað er høgligast. Tá liggur Rotsund sum oftast á Miðvág. Tað er [...] viðlíkahald umborð, segði hann. -Um veturin etur laksurin væl minni, so tá hava vit betri tíð. Tá lasta vit av og á frystan uppisjóvarfisk í Íslandi ella í Føroyum, og sigla hann til Póllands, Litava ella aðrastaðni
í nátt skotið eina dronu niður, sum var komin inn í rumenskt loftrúm. Tað upplýsir rumenska verjumálaráðið í dag. Spanska flogfarið var partur av einari NATO-uppgávu, sum hevur til endamáls at hava eftirlit [...] Rumenia úr grannalandinum Moldova umleið 24 kilometrar norðan fyri býin Galati í landsynningspartinum av landinum. Dronan varð skotin niður klokkan 05.01 lokala tíð. Leivdirnar eftir henni eru eftir øllum [...] skeyt russiskar dronur niður. Rumenia er limur í bæði NATO og ES og hevur meira enn 600 kilometrar av felags landamarki við Ukraina. Í mai datt ein russisk drona niður í ein íbúðarbygning í Galati. Tvey
hann ta somu ræðuligu marruna. Hann verður eltur av slímutum verum, sum umskapast til eld og jagstra hann ígjøgnum myrka hellið, líka til hann dettur út av eggini … Men eina náttina broytist marran. Ólavur [...] má hann ferðast víðari inn í Kongurdal og gera enda á marruni hjá sær. Tað er einasti máti at sleppa av við hana. Bókin er 100 síður, og málbólkurin er børn 7-12 ár. Urd Johannesen er rithøvundur og men [...] Eystberg er myndprýðari og listafólk. Hon hevur millum annað myndprýtt Fornt eftir Elina á Rógvi, sum var tilnevnd til barnabókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025
Tað er orsøkin at nógvir sjórænarar koma inn á á Varmakeldu í ár. Sum tað sæst á videoklippinum, so fær Kaptein Gardar, sum er ein av teimum hægstu sjórænarunum, gjørt eina semju soleiðis at sjórænarnir [...] skattin millum sín....og við børnunum. Mett verður at minst 500 børn fingu bomm. Her sæst videoklipp av sjórænaratiltakinum: https://www.youtube.com/watch?v=81hefVBk72Y Vert er at nevna, at Jákup Veyhe hevði [...] videoklippinum. Onki slíkt tiltak er møguligt uttan góðar stuðlar og vilja fyrireikarnir takka stuðlunum av hesum sjórænaratiltaki. Nevnast kann afturat, at aftaná tiltakið, so bjóðaði Fuglafjarðar Hornorkestur