fólk, teirra millum í minsta lagi 800 útlendingar, eru saknað í Nepal og Tibet eftir ógvisliga vatnflóð í gjár. Tað upplýsa myndugleikarnir sambært tíðindastovuni Reuters. Bjørgingarfólk í Nepal hava nýtt [...] Bretlandi og 25 úr Kanada. Í Gyirong-økinum í Tibet eru 558 fólk saknað, upplýsir kinesiska ríkissjónvarpið CCTV. Av teimum eru 260 útlendskir ríkisborgarar. Upptøkur úr einum av raktu økjunum vísa, hvussu [...] á lívi, og til at sleppa neyðhjálp niður til fleiri túsund fólk í rakta fjallaøkinum við markið millum Nepal og Tibet. Í dag er talið av deyðum komið upp á 165. Nepal hevur boðað frá 162 deyðum, meðan
steðgaðu í 2013 Ísland søkti um ES-limaskap í 2009 eftir íslendsku bankakreppuna. Samráðingarnar byrjaðu árið eftir, men vórðu steðgaðar í 2013 eftir stjórnarskifti. Ísland er longu partur av evropeiska [...] marknaðin hjá ES og setur stórar partar av ES-lóggávuni í gildi, men hevur ikki atkvøðurætt í stovnunum hjá samveldinum. Núverandi samgonga varð skipað eftir altingsvalið í 2024. Hon hevði sett sær fyri at lata [...] 29. august verður fólkaatkvøða í Íslandi um framtíðarviðurskiftini við ES. Spurningurin á atkvøðuseðlinum er, um Ísland skal taka upp aftur samráðingarnar um limaskap í Evropasamveldinum. Talan er sostatt
Nærumóhappini eru ikki partur av teimum 15 løgregluskrásettu óhappunum. Fleiri vegir kunnu gerast einvegis Ætlanin hevur eina røð av uppskotum til at broyta ferðsluna í bygdini. Undir Reynum verður skotið [...] Tvørgøtu, har sýnið er avmarkað. Í Soylu kann somuleiðis gerast einvegis, meðan vegurin Í Koytu annaðhvørt kann gerast blindur ella einvegis. Einvegisloysnirnar verða í flestu førum mettar at kosta millum [...] vegamót, har tey kenna seg ótrygg. Tølini standa í ferðslutrygdarætlanini fyri kommunalu vegirnar og landsvegirnar í Sands kommunu fyri árini 2025–2029. Sambært ætlanini eru eingir sokallaðir svartir blettir
byrjan í fyrsta kappingardystinum fyri Keypmannahavn í bestu donsku hondbóltsdeildini. Maria var toppskjútti við sjey málum, tá Keypmannahavn á heimavølli vann tepran 30-29 sigur á Sønderjyske. Í steðginum [...] inum greitt mest effektivi leikarin hjá Keypmannahavn í kvøld. Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg vunnu á útivølli stórsigur 31-19 á Horsens. Í steðginum var Viborg á odda 15-9. Jana skoraði tvey mál [...] framdi eitt gott avrik í sínum fyrsta kappingardysti fyri Skanderborg. Skanderborg tapti á heimavølli 20-35 fyri Maritu Mortensen og liðfeløgunum í Nykøbing Falster, ið var á odda 17-10 í steðginum. Rakul bjargaði
tær høvdu verið her. Á eini talvu í forstovuni hekk ein mynd av einrøðuleikinum hjá Ainu Cederblom, Sjóvevur, sum var leiktur á Torradøgunum í 2008 – hetta eisini í sambandi við, at kommunan fylti 100 [...] Aina var alt 1934 her og inni í 1935, har hon undirvísti í veving, áðrenn hon í 1935 fór heimaftur. Bertil Nordstöm, sum var systkinabarn Ainu, kom við henni úr Svøríki í 1934 at hjálpa henni. Hann var [...] vóru: Annika í Garði, Ása Hansen, Birgit Mohr, Dagmar í Heiðunum, Guðrun Olsen, Guðrun Mohr, Jacobina Heinesen, Malan Holm, Marin Katrina Frýdal og Unnur Jensen, lótu sera væl at umstøðunum í Klaksvík, og
Ágóðin av stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti fer hesa ferð til áhugafelagið CP Føroyar. Liðini, ið møtast í dystunum um Lionsbikarið, eru tey, ið stóðu seg best í undanfarnakappingarárið hjá kvinnum [...] drúgvastar, og í báðum førum var VÍF næsti avbjóðarin. Og hjá monnunum, ið spæla sunnudag klokkan 18, møtast Kyndil og H71. Hoyvíkingar royndust í fjørvetur bestir av øllum og vunnu greipuna, tí bæði í Burn-kappingini [...] umboðað í báðum dystunum, og VÍF og H71 spæla hvør sín dyst. Hjá kvinnunum verður dysturin nú sunnudagin klokkan 16 millum Kyndil og VÍF. Kyndilskvinnur vunnu greipuna, tí bæði í SMS-kappingini og í Faxe
bæði ovurfegin og ovfarin av stóra áhuganum. Tað merkir nógv fyri okkum at síggja, at fólk taka so væl ímóti tiltakinum. Suðurljóð snýr seg um at koma nær tónleikinum, skapa lív í býlinginum og savna fólk [...] Leygardagin 29. august verður Suðurljóð aftur á skránni á Tvøroyri. Hetta kvøldið verða níggju heim í Brekkutúni, Brekkugili og Brekkulág karmur um eina heilt serliga tónleikauppliving. Umleið 300 fólk
inna fyri Javnaðarflokkin. Skúlin á Trøðni er einasti serskúli í Føroyum, og landið hevur fíggjarligu ábyrgdina av skúlanum. Har ganga í dag 71 børn, og skúlin hýsir eisini frítíðartilboði. Hetta setir [...] Samuelsen sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, ein munnligan fyrispurning. Hon spyr millum annað, um landsstýrismaðurin heldur tað vera í lagi, at ein almennur skúli má dúva upp á gávur [...] landsins einasta serskúla at dúva upp á gávur fyri at geva børnunum góðar møguleikar at mennast og læra. Í vikuni frættist, at Javni hevur latið Skúlanum á Trøðni amboð og leikur fyri 100.000 krónur við stuðli
fingið innlit í, kann Meta koma at rinda upp í 16,7 milliardir dollarar. Tað svarar til umleið 107 milliardir danskar krónur. Semjan skal tó góðkennast av rættinum, áðrenn hon kann koma í gildi. Kalifornia [...] finna og strika brúkarar, sum eru yngri enn 13 ár. Tiltøkini verða sett í verk í teimum amerikonsku statunum og økjunum, sum eru partar av semjuni. Heitir á TikTok og YouTube Meta kallar semjuna eitt týdningarmikið [...] ovasti stjóri í Instagram, greiddi týsdagin frá í rættinum. Har noktaði hann fyri at hava biðið starvsfólk halda negativar upplýsingar um pallin frá almenninginum. Eisini var væntað, at stjórin í Meta, Mark
arbeiðsgevarum ein fyrimun í kappingini um føroyska arbeiðsmegi. Longri barsil kann raka javnstøðuna Vinnuhúsið er eisini ivasamt um ætlanina at gera tað møguligt at vera í barsli í upp til tvey ár við lægri [...] millum vinnuátøkini í røðuni, og yvirhøvur verður lítið gjørt burtur úr kappingarførinum hjá føroysku vinnuni, skrivar Vinnuhúsið. Fegnast um skattamørk og marknaðaratgongd Eitt av átøkunum, sum fær jaliga [...] eftirbátur í mun til kappingarneytarnar, og tí verður raðfestingin mett at vera røtt. Felagið undrast tó á, at løgmaður ikki nevndi møguleikan fyri føroyskum EFTA-limaskapi, hóast hetta er partur av samgon