ikki vunnið landskappingardyst í Vági í tíggju ár, tá teir um vikuskiftið fóru til Vágs, og hetta var longt til ellivu ár, tá teir sunnukvøldið sigldu norður aftur til Havnar. Í so máta var javnleikurin hjá [...] sendur inn í VB brotsteigin kom Jón Rói Jacobsen at standa leysur inni í málteiginum. Hann meddaði til, men bólturin støkk á tvørtræið, og træverkið var eisini fyri HB-álopum einar tvær aðrar ferðir í fyrra [...] hálvleiki. VB trýsti HB hevur higartil í ár havt eitt løgið fyribrigdi við í spæli teirra. Sum dysturin líður fella teir alt meira aftur á vøllin, og soleiðis var eisini í Vági sunnudagin. Hesa ferð komst tað
arbeiðsorku í framleiðsluni, umframt at leingja feskleikan í flaki og tryggja at reinskeringin gagnnýtir fiskin sum mest. Ein prototypa av IQ 4000 verður í løtuni testað og sambært FJM er ætlanin í næsta ár [...] marknaðin fyri flakavirkir í vón um góða undirtøku. Longu nú er stórur áhugi fyri IQ 4000, skilst. Ein breiður áhugi kom eitt nú til sjóndar á European Seafood Exposition í Brússel herfyri; tað sigst at [...] FJM ans millum tungar týskarar í maskinídnaðinum. »Tað tykist greitt at produktið hevur áhuga millum mong,« segði Arne Carlsen, parteigari í FJM og tekniskur leiðari. »Nú skulu vit bara síggja til at testa
ein dropi í havinum afturímóti 15-20% í stuðuli av tí, sum eitt skip kostar at byggja. ?Verður eitt nú talan um at byggja ein línubát fyri einar 40 milliónir, krevur tað kanska 4-6 milliónir í eginpeningi [...] ? Tað stóðu 40 milliónir á fíggjarlógini í fjør, men tær fóru aftur í landskassan, tí politikarar megnaðu ikki at semjast. ?Akkurát sama støða endurtekur seg í ár. ? Og aftur komandi ár er ætlanin at seta [...] fingið 1,6 til 2,4 milliónir í stuðuli. Formaðurin í reiðarafelagnum sigur, at tað er ov lítið. Eftir uppskotinum, sum reiðarafelagið arbeiðir við, skuldi hann fingið 6-8 milliónir í stuðuli, um hann var 15-20%
hetta er í lagi, gloyma tær ógvusligu almennu peningaupphæddir menn hava loyvt sær at nýta, snøkt sakt í reinari flokspolitiskari propagandu fyri fullveldi. Kortini kann ein vóna, at ein gongd fæst í lag, [...] hetta út í lívið er eingin annar enn løgmaður og hetta hevur síðan vundið uppá seg. Til hevur borið hjá landsstýrismanninum í almannamálum at vera eina søguna fyri og aðra eftir fram sum ikki er í samsvari [...] Ístaðin var farið undir eina umskipan av umsitingini í Tinganesi eftir donskum leisti har aðalstýrini vóru uppbygd og tú oysti fólk inn í hesa umsiting í mongum føri uttan atliti til førleikan hjá hesum fólkum
bygdartosið í Fuglafirði hevur snarað um, tá tosað hevur verið um fótbólt. At nøkur ár síðani eru nýtt uttanlands í samband við lestrarørindi og síðani í HB, er kanska meira tað, sum hoyrir við í dagsins útgávu [...] av grundstuðlinum í stríðnum hjá ÍF at bjarga sær enn einum ári í bestu deildini. Ikki spælandi venjari Sum persónur hevur hann kanska eisini verið typan, sum tú roknaði við at síggja í venjaraleiklutinum [...] hava havt. Av teimum, sum spældu flestu dystirnar í fjør, eru bara fýra eftir, og serstakliga í januar og februar hevur verið sera tunnligt við fólki. Nú tykist hetta tó at venda rætta vegin, og umframt
at binda, sum vit síggja í løtuni, tykist hava staðið við í eini tvey ár nú, heldur Vima. - Tað eru sjálvandi kvinnur, sum altíð hava bundið. Men hesi seinnu árini hava kvinnur í øllum aldri funnið sær [...] tó vera rættiliga týðiligt, at pløggini, sum verða bundin í løtuni eru rættiliga nógv ávirkaði av tí, sum hendir í snið- og mótaheiminum. Eitt nú er neyvan nakar ivi um, at hugskotið til væl umtóktu troyggjuna [...] Eyðbritt Sørensen, sum starvast í handlinum. Hon leggur afturat, at tað sjálvandi eisini ber til at keypa lidnu pløggini, sum eru at síggja í handlinum ella bíleggja tey í øðrum litum og støddum. Mynstrið
hevur Fólkaflokkurin á tingi í seinastuni fingið ígjøgnum: 50 mill. krónur í skattalætta í ár, 40 mill. krónur næsta ár 40 mill. krónur í pensjónsgjaldi. Sáa ikki mót í fólkið Eg kann heldur ikki góðtaka [...] Tey, sum svara ja, fáa sína arbeiðsmegi goldna í løn. At arbeiðsgevarin og arbeiðarin eru í sama báti, kom best til sjóndar, tá kreppan var í 1993 og 94 í Klaksvík, har allir partar ? arbeiðsgevarar, arbeiðarar [...] sersømdir. Í hesum telduheimi við væl útbúnum fólki, áttu vit lættliga at kunna gjørt hetta. ? Eg havi mælt formanni fólkafloksins á tingi til, at vit gjørdu hetta nú, júst í hesum døgum, nú nýggjur sáttmáli
tá ið vit fyrr í vikuni løgdu oyra til Fimmaran og sama kvøldið í Krosskasti ( fólkaflokskasti tað kvøldið ) við bæði eygum og oyrum fingu vitnisburð frá formanninum í størsta flokki ( í løtuni ), tá hann [...] gott at fremmandir koma inn. Men eg havi fingið tað í álitið, sum eg vildi hava.!!!? Alt hetta bar formaðurin í størsta flokki, sum eisini er formaður í Vinnunevndini, fram fyri Føroya fólki. Ideologisk [...] síðu 2 í samgonguskjalinum. Eg má hóast alt við samkenslu ynskja tjóðveldismonnum góðan byrð, nú Bjarni Djurholm er farin at troðkast eftir avtalaða skattapolitikkinum. Tjóðveldisflokkurin fæst tá helst
ið eru flutt yvir frá í fjør. Svartkjafturin, sum í mong ár varð fiskaður óskipað við eginkvotum, er síðstu árini komin í fasta legu. Stovnurin er í vøkstri, og tað sæst aftur í kvotuni fyri 2013. Sambært [...] Føroyar hevur givið í føroyska partin síðstu árini. Í fjør merkti tað smá 43.000 tons av eini heildarkvotu á 833.000 tons. ICES mælir tó til munandi lægri heildarkvotu í ár, sammett við í fjør. Sildakvotan [...] 25.000 tons av sildakvotuni fiskað í føroyskum sjógvi, 5000 tons vórðu fiskað í altjóða øki og góð 3000 tons í norskum øki. Sum heild søgdu skipini frá nógvari sild í føroyskum øki. Og tað kann koma at
ábyrgd av LSH og fáið støðuna í rættlag, og fáið kvalifiserað fólk at arbeiða í leiðsluni. At halda í hond - sjúkrarøkt hoyrir undir sjúkrasystrum og teirra leiðslu! Ein, ið fæst við at granska, og ein fyrrv [...] havt mína dagligu gongd har í 30 ár. Haraftrat var maður mín sjúklingur har í mong ár, so eg havi fylgt gongdini frá nógvum síðum í mong ár. Fyri nøkrum árum síðani skrivaði eg í bløðunum, hvussu eg frøddi [...] persón, ið situr í starvi, sum ikki hevur verið lýst leyst, og sum úttalar seg sum hann ger. Tað, sum P. W. skrivar, er m.a., at tíðin »at halda í hond«, er farin, t.v.s. hann leggur seg her út í eitt øki, sum