krónur hvønn vegin, og keypir tú eitt 20 túra hald, er kostnaðurin 75 krónur hvønn vegin fyri bilin. Hesin kostnaður er alt ov høgur, meta vágatingmenninir Jóanis Nielsen úr Fólkaflokkinum og Marjus Dam úr [...] hevur ásett, og tí má málið nú reisast politiskt. - Vit hava eitt uppskot klárt, ið ásetur, at bummgjaldið skal bara fíggja tær 12-13 milliónirnar, ið Vágatunnilin skal gjalda í rentum og avdráttum uppá [...] fíggja lánið uppá tunnilin, meðan landskassin skal fíggja raksturin av tunnlinum og aðrar útreiðslur í hesum sambandi. Og sambandstingmaðurin í Vágum er somuleiðis til reiðar at leggja uppskotið fyri tingið
útsynningi og vestri. Um vikuskiftið fer eitt lágtrýst framvið beint norðan fyri Føroyar og hevur ein kaldan streym av norðri við sær. Í dag verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi [...] vestan og makar nakað. Sum frá líður fer at regna, men seinnapartin klárar tó í vestanfyri, tó verður okkurt ælið. Hitin millum 4 og 7 stig. Um náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri [...] vestri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, um 15 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig. Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, í
framvegis verða einsporaðir og Hvalbiarmegin er talan um 400 metrar. Metingar siga, at tað kostar einar 20 milliónir at gera teir líka breiðar, sum restin av vegnum er, og Bjarni Hammer hevur lagt uppskot [...] lastbilar og bussar sleppa ikki ígjøgnum hann, men tað er neyðugt við sergjørdum akførum, sum eru lækkað. Tað merkir, at í roynd og veru eru tað bara nakrir fáir bilførarar, sum koyra handan vegin og teir eru [...] vit fáa nýggjan tunnil, kunnu allir bilar koyra ímillum Hvalba og Trongisvág, og sostatt eisini teir bilførarar, sum ikki eru staðkendir. Og tá ið tað liggja tvey long strekki, har vegurin er einsporaður
undirmannað, tí Eduardo Coimbra sá gula kortið fyri aðru ferð. Og tveir minuttir seinni sendi Áki Magnussen við høvdinum bóltin í málið, og so var 2-0 til Víking. 19 ára gamli Áki Magnussen hevur seinastu árini [...] gingið væl hjá B71 á heimavølli higartil í ár og harvið síðani tunnilin undan jólum læt upp. Úrtøkan í fýra teimum fyrstu heimadystunum var tríggir sigrar og málleysur javnleikur ímóti TB. Í kvøld vendi [...] var eingin ivi um, at tað var Víkingur, sum var omaná. Víkingur vann 3-0, og hagtølini siga, at Víkingur vann átta hornaspørk, og at B71 vann trý hornaspørk. Víkingur hevði fimm royndir ímóti heimamálinum
ir, og teir svaraðu aftur við rakett og so trý ýl, og tað sama var her frá landi. Vakurt at síggja og gott at hoyra. Í dag er Polar Amaroq inni í Nuuk og landar. Natarnaq er eisini inni í Nuuk og landar [...] Steffen C kom inn morgun at landa og at skifta fólk. Teir hava gott hálva last og rokna við at sigla í kvøld. Í Nuuk er Regina C og landar. Qaqqatsiaq er inni í Manitsoq og landar. 5. januar Polar Natoralik [...] 20. desember Í dag er -4 stig og stilli. Krabbabáturin Nagtoralik kom inn í gjárkvøldið við gott 15 tonsum av livandi krabba. Teir skulla út aftaná jól nýggjan túr. Polar Nagtoralik kom inn í morgun við
ysa og óndskapsfulla viðgerð. Tá valdi eg at siga sum minst alment, men nú er mær ovboðið. Tá nú stólurin verður ryktur undan 20 fólkum á Strandferðsluni á sama, ljóta og ómenniskjaliga hátt, og enn [...] ein virðiligan og sømiligan hátt við menniskjuligum atliti, ikki við jánkasligum, politiskum motivum. Tað eru fleiri aðrar avgerðir og viðgerðir á sama bógv, ið eg ikki taki undir við og tískil ikki kann [...] einskiljingartilgongdir og handfaringin av fiskivinnu okkara sum heild. Og so er ikki at gloyma ta viðgerð, ið kommunurnar hava fingið. Tær hava í fleiri førum fingið uppgávur og avgerðir smoygdar yvir
vegurin millum Fuglafjørð og Hellurnar nógv longri, enn hann nýtist at vera. Haraftrat kemur, at vegurin úr Fjarðavegnum og norður til Hellurnar og Oyndarfjørð liggur høgt og er smalur í støðum. Tunnilsloysn [...] verið eitt brennandi ynski, bæði á Hellunum, Oyndarfirði og í Fuglafirði, at gera tað lættari atkomiligt millum bygdirnar hinumegin fjøllini og Fuglafjørð. Hellurnar hoyra til Fuglafjarða kommunu, men [...] kommuna. Stórir slættar Meðan nógv brattlendi er í Fuglafirði, eru stórir slættar á Hellunum og millum Hellurnar og Oyndarfjørð. Sigurd Simonsen, býráðsformaður í Fuglafjarða kommunu, sigur, at parturin hjá
vinnulívið og teir almennu kassarnir. - Privatu borgararnir hava sína avmáldu tíð her á jørð, so doyggja vit og so verður gjørt upp eftir okkum. Vinnulívið hugsar nøkur fá ár fram, í tíðina, kanska eini 20 ár [...] afturat. Ístaðin fyri koma teir við útsøgnum, sum elva til óttan og stúran og sum kann gera sítt til, at fólk fara at rýma av landinum. Og tað er ein vanlukka av dimensjónum. Tvøroyri eitt gott dømi Hann [...] onnur. Tey hava mist arbeiði, summi eru kanska í vanda fyri at missa hús og heim og vandi er eisini fyri, at onkur teirra rýmir og tað er ein vanlukka, sigur búskaparfrøðingurin. Hermann Oskarsson staðfestir
býarskipan, atkoma, ferðsla og parkering, ávirkan á grannalag, veðurlagið og prís. Tvey støð Umsitingin í býráðnum sigur, at kanningin kemur ikki til nakra greiða niðurstøðu og mælir tískil til, at hildið [...] til bæði fíggjarlig og býarskipanarlig viðurskifti. Vindhart Bogi Andreasen mælti til at hava borgarafund í Hoyvík um málið og Marin Katrina Frýdal mælti til at sleppa ætlanini heilt og at byggja eina fó [...] Langi er settur av til fríøki og at verður fótboltsvøllur lagdur har, hava øll tey, sum hava keypt grundstykki og bygt rundan um har, gjørt tað undir skeivum fortreytum og soleiðis kundi býráðið ikki fara
Johansen eftir 24-20 ósigurin fyri Neistanum í høllini á Skála. Tað byrjaði annars væl og StÍF kom á odda við fleiri málum. Eitt skifti var støðan 10-4 til strandingar, sum við nýggjari og ungari uppstilling [...] seinasta korterið. Team Klaksvík verjan bleiv mest sum hálað sundur, og so kundu menn sum Rógvi Sørensen og Rúni Højgaard bróta ígjøgnum og skora. Rógvi ásannar, at H71 onkuntíð tekur ov lætt upp á tær uppgávurnar [...] kom seint í seinna hálvleiki, men tá var orkan og neyvleikin farin úr StÍF liðnum. - Hetta er ein nýggj uppstilling hjá okkum. Fleiri av okkara eru skaddir, og møguliga orka hinir ikki eina heilan dyst. Tað