eigur at undirmetast, eru tey ráð, vit fáa frá fólki á staðnum. ? Tað er í heilum, at staðkend fólk hava sagt okkum, hvussu vit skulu rógva og hvat vit skulu ansa eftir og tað eru vit sera takksamir fyri [...] Og tað er heilt nógvur kópur at síggja. Stakkar og helli eru hugtakandi. Vit rógva framvið monnum, sum fleyga lunda, og vit hitta menn, sum eru úti við snøri. ? Alt hetta gevur okkum eina greiða fatan [...] sindur móðir, men annars eru teir væl upplagdir. At teir eru móðir er ikki so løgið, tí teir hava júst róð úr Froðba til Sandvíkar í hvør sínari, lítlari kajakk. At teir kortini eru væl upplagdir sigur okkum
úr góðum. Á síðu 4 í bóklinginum eru nevndar 5 ásanningar, sum fekk verandi samgongu »at seta kós móti føroyskum fullveldi«. Ein av hesum ásanningum er, at vantandi vit um og ávirkan á tað, sum hendir í [...] tí skala HB framhaldandi hanga fast í toppinum, er kravið ein sigur á vágamonnum. Vinnur HB dystin, eru bert fýra stig upp til grannarnar úr B36, og tá talan júst verður um grannauppgerð komandi vikuskifti [...] til sunnudagin. Florin, sum fekk skaða í lærkrikan í fjórðingsfinaluni móti B36, er framvegis ikki komin fyri seg, og sum skilst ganga væntandi einar tvær vikur afturat, áðrenn hann verður førur fyri at
fáa samband við ein blindan. ? Vit hava sjálvsagt ikki eygnasamband við viðkomandi. Tískil verða nógv ótrygg; og summi teirra rópa hart, fyri at fáa samband?men, vit eru ikki dul?! Vita fólk hinvegin, [...] Tað er hin 28 ára gamla Rikke Nielsen, ið arbeiðir sum kunnari hjá Donskum Blindasamfelag, ið er komin á kunningarvitjan. Umframt høvuðspersónin, luttóku formaðurin í Føroya Blindafelag, Uni Rasmussen [...] síggja, á bestan hátt kunnu veita einum blindum stuðul, t.d. í ferðsluni, segði Rikke Nielsen. ? Mong eru ótrygg, í samveruni við blind; summi royna beinleiðis at sleppa sær undan at koma í beinleiðis samband
-Tað, sum nú hendir, er at vit spæla at vit einskilja og skulu vit bíða í óvissuni í longri tíð, áðrenn greiða fæst á, hvat so skal henda. Virkar ikki Johan Dahl staðfestir, at tað, sum hendir nú, er, at [...] undir við ætlanini. Teir eru báðir samdir um, at teir góðtaka ikki ætlanina hjá landsstýrinum fyri, hvussu Atlantsflog skal einskiljast. Og teir eru eisini fullvísir í, at teir eru langt frá einsamallir í [...] hava tryggjað sær, at samgongan sum so, tekur undir við ætlanini, eru teir báðir samdir um. Poul Michelsen sigur, at hann veit, at tað eru fleiri løgtingsmenn í fólkaflokkinum, sum ikki taka undir við ætlanini
Havið, sum fjalir øll spor og tigur. --- Neptun og Nólsoy eru burturgingin. Tey koma ikki aftur. Leingi hevur verið bíðað. Svára tíð! Og nú eru allar vónir brostnar – og sorgin liggur nívandi yvir heim [...] og Ragnar komin so langt, at vit skuldu fara at byggja fyri síðan at giftast. 10 ár seinni, í 1951, giftist eg við Hans Reinhard Olsen av Toftum. Hann er deyður fyri nøkrum árum síðani. Vit fingu tvey [...] kunna loysa. Hvar er elskaði maður mín, faðir mín, sonur mín? So spyrja nú mong á Føroyalandi. Havið er stilt og tigandi. Stormarnir eru tagnaðir. Vindarnir tiga. Hav og vindar dylja tann sorgarleikin, tann
hann. - Vit gera nógv burturúr í ár, tí tað er ár teirra brekaðu og vit vilja við sangi og gleði gera vart við okkum. Vit fara til Klaksvík og Suðuroynna síðst í hesum mánaðinum og tað er nakað vit gleða [...] við. Tey syngja harðari enn vit spæla, tað er stuttligt. - Vit hava verið í fleiri skúlum og spælt fyri børnum, tað hevur verið sera stuttligt, eg gleði meg hvørjari ferð vit skulu út at spæla, tað er líka [...] ongantíð troytt av at syngja. Vit skriva eisini autografar til børnini á plakatir tey fáa frá okkum. Børnini eru glað og tey takað í hondina á okkum og takka fyri at vit duga so væl at spæla. - Lennhard
alt til hvussu liðini í botninum stríðast fyri lívinum. Vit vistu hvussu dysturin fór at forma seg, men hjá okkum var tað týdningarmikið, at vit høvdu tol, sigur nýggi venjarin hjá B36, Allan Mørkøre. [...] málinum. Komin til baklinjuna leggur hann bóltin fyri føturnar á Bárði Olsen, sum skoraði trygt úr stuttari frástøðu. – Tað skal ikki vera neyðugt at skora 3-4 mál í hvørjum dysti fyri at vinna. Vit hava tosa [...] gerast upp. Sostatt endaði dystrin við javnleiki 2-2. Eitt úrslit, gestirnir tá samanumkemur nokk eru betri nøgdir við, meðan toftamenn iðra seg um at missa á stokkinum. Dovin dystur í Gundadali B36 skuldi
- Nú er tíð at finna eina loysn! Vísið nú veruligan samráðingarvilja, bæði námfrøðingar, landsmyndugleikar og kommunalir myndugleikar! Tað heldur Javni í eini almennari áheitan á stríðandi partarnar í [...] dagliga virksemi á einum vardum verkstaði, mugu nú sita heima. Mong teirra búgva á sambýlum, sum undir verkfallinum virka við skerdari starvsfólkaorku. Og nú onki er at fara til um dagin, gerst dagurin langligur [...] hevur verið bygt upp gjøgnum longri tíð, verður órógvað og brotið niður. Vit mugu minnast til, at tey, ið búgva á sambýli, ikki eru ein familja, men einstaklingar, ið onnur hava sett saman í ein hóp. Hesi
dreyminum eru vit ikki stórt fleiri enn vit eru í dag, 50-100.000 fólk í øllum aldri. Føroyingar í Føroyum. Føroyingar í alheiminum. Í dreyminum búgva vit javnt spjadd kring landið í bygdunum, sum eru væl [...] skulu vit seta spónin í greytin. Skulu vit berja okkum burturúr tilvildar-strategi okkara, so mega vit leggja hetta til rættis í aktuellum málum. Tá vit byggja vaktarskip, tá vit byggja havnir, tá vit gera [...] visión og praksis. ?Vit? gera av. Tíðarinnar fylla: Er tulkingin av okkara nær-søguliga veruleika á leið, so er mangt sum bendir á, at vit júst í hesum døgum eru í tíðarinnar fyllu, um vit hugsa um okkara
limi, ið hevur verið fyri órætti ella í aðrar mátar er komin illa fyri. Tað sama er galdandi fyri heilar manningar ella partar av manningum, ið eru sleptar upp á fjall ella komnar undir trýst frá reiðarínum [...] aftur sum nakar vinningur fyri limirnar. Vit føra eisini nógv rættarmál mótvegis tryggingarfeløgum, Almannastovuni, Als og øðrum myndugleikum, har fiskimenn eru komnir í knípu. Sum nakað nýtt bjóðar Fi [...] Jan Højgaard formaður í Føroya Fiskimannafelag Føroya Fiskimannafelag er nú aftur eitt rættiligt fakfelag, sum sjálvandi fyrst og fremst berjist fyri áhugamálunum hjá limunum. Og her meini eg ítøkiliga