heldur hann at gjaldið fyri parkering hóast hækkingina er øgiliga lágt í mun til tær útreiðslur, tú annars hevur av at fara uttanlands at ferðast, og skoytir uppí, at hann heldur ikki at prísurin virkar [...] tað kostar at parkera við aðrar floghavnir, eitt nú í Kastrup, sigur Dávid Reinert Hansen, forstjóri. Fortreyt fyri tænastuna At prísurin verður hækkaður við 67 prosentum í einum, kann tykjast at vera eitt [...] hesin prísurin ein fortreyt fyri at kunna bjóða sínum viðskiftafólkum eina tænastu. - Tað hevur nakrar útreiðslur við sær at hava skipaða parkering við flogvøllin. Fyri at kunna veita okkara viðskiftafólkum
roknað verður við, at hann antin fer at halda seg til tilmælið hjá andstøðuni – ella fer at koma við sínum egna tilmæli um fiskidagar. Ætlanin hjá formanninum í vinnunevndini er, at nevndin skal verða [...] hann, um hugsandi er, at tølini, vit hava nevnt um tilmæltar niðurskurðir, fara at halda, segði hann, at nevndin ikki var liðug við arbeiði enn. Tó helt hann tað ikki vera óhugsandi, at hetta verða tølini [...] og miðjað verður eftir, at álitið ella álitini verða klár einaferð fyrrapartin. 10% niðurskurður Sum skilst, bendir mangt á, at meirilutin í vinnunevndini, sum er andstøðan, fer at mæla til ein niðurskurð
fyri at fáa fleiri fólk at melda seg sum blóðgevarar, sigur forkvinnan í felagnum. Og tað eydnaðist so mikið væl, at talið kom upp slakar 1400 blóðgevarar. Marita Simonsen sigur, at endamálið er at føroyingar [...] sjálvbjargin við blóðið, so at tey sleppa undan at flyta blóð inn úr Danmark. Tað er ikki tí, at donskum blóðið bagir nakað sum helst, men bara tí, at tað er skjótari og lættari at fáa fatur á blóði og blóðgevarum [...] Treytin fyri at melda seg sum blóðgevara er, at ein er millum 18 og 60 ár, vigar minst 50 kilo og ikki hevur ávísar sjúkur at dragast við. Hon sigur, at tað er ein vanlig misskiljing, at tað bara er brúk
ynskið, at størri partur av virðisøkingini skal vera hjá teimum, sum eiga rávøruna, og hetta er eisini hugburðurin heima hjá okkum. Spurningurin er, hvussu tað kann bera til at fáa tað at ganga upp at eiga [...] eru orsøkir til, at talið á fiskimonnum og teimum, sum arbeiða við fiskavirking, støðugt minkar. Soleiðis er tað, og tað er einki, sum bendir á, at tað fer at verða øðrvísi. Tað ræður um at hava so fáar [...] um, at eigarar og lønmóttakarar vinna so nógv, sum tað ber til. Nýggja Norðborg er dømi um, at stórt stig verður tikið at standa seg í kappingini. Kravið um burðardygga veiðu og framleiðslu ger, at tað
til at fáa sær eitt barn aftrat. Tað skal vera freistandi at flyta aftur til Føroyar Fyri at fáa føroyingar uttanlands og onnur at flyta heim til Føroyar mugu vit gera tað freistandi og spennandi at búgva [...] mangar, men ein sannroynd er, at tað er dýrt at búgva í Havn, og tað kann halda familjum aftur at fáa sær barn nummar 2 ella 3. Tí avgjørdu vit á seinasta býráðsfundi fyri jól at hækka systkinaavslátturin [...] føroyingar ikki halda, at tað lønar seg at flyta heim aftur. Umframt at tað fíggjarliga skal løna seg at búgva í Føroyum, mugu vit føra ein góðan starvsfólkapolitik, har trívnaður og førleikamenning eru lyklaorð
vita, at ein orsøkin til, at hjálparpakkin enn ikki er farin at virka, er, at útheimurin ikki fær álit á danska fíggjarmarknaðin, fyrr enn Fólkatingið hevur samtykt ta lóggávu, ið skal til fyri at fáa [...] trygdarskipanina at virka. Tað fara við øðrum orðum at ganga einir fjúrtan dagar, til vit fáa at vita, um heilivágurin hjá stjórnini, Javnaðarflokkinum, SF og teimum radikalu fer at virka. Vit her í Føroyum [...] Føroyum hava alla orsøk til at ynskja, at krepputiltakið hjá donsku stjórnini fer at virka, tí okkara peningastovnum stendur í boði at fara uppí nýggju trygdarskipanina, og vit eru partur av alheims kervinum
uttan at fara niður í smálutir, so kemst ikki uttanum, at hetta hevur verið høvuðsatvoldin til, at tað ikki hevur eydnast okkum higartil at fingið sett skjøtul á á hesum øki. Fari í hesum sambandi at tilskila [...] ikki annað enn fegnast um, at tað hevur eydnast kommununi at halda orð. Allar avtalur, ið gjørdar vóru, eru hildnar. Sakna grundstykki Tó skal eg vera tann fyrsti at viðganga, at tað á einum øki als ikki [...] fer sjálvandi at halda fram við royndunum at fáa eina ella aðra loysn í lag, soleiðis at farast kann undir útstykkingar av grundøkjum í Kollafirði skjótast gjørligt. Hetta fari eg eisini at leggja stóra
Ísak Mikladal væntar ikki, at landsliðini í fyrstu atløgu koma at spæla sínar dystir á graslíki, tó at Ovari Vøllur verður ein góð trygd at hava í bakhondini, um tað skuldi hent at tað ikki kann spælast á [...] kemur at fáa nógv at tíða í sambandi við landsliðsvenjingar og í sambandi við dystirnar hjá teimum yngru landsliðunum. Eisini fær FSF nógv betri møguleikar fyri at skipa fyri altjóða kappingum, tí at fleiri [...] prógvið fyri, at altjóða fótbóltssamgongan FIFA nú hevur góðkent undirlagið á Ovara Vølli til at spæla altjóða dystir á. Talan er um eina sokallaðan FIFA two star-góðkenning, og tað merkir, at einki lið kann
eingin grund er at halda, at ein komandi flogvøllur skal brúkast í eitt styttri áramál enn tað. Tí er altumráðandi at fáa bestu loysnina, púra óheft av lokalum ynskitonkum. Henda loysnin eigur at fremjast so [...] Eingi tekin eru um, at flogferðslan fer at standa í stað tey næstu árini, og tí ber ikki til at sita hendur í favn og bíða eftir tí nýggja flogvøllinum. Okkara ráð skulu tí vera at gera neyðugu ábøturnar [...] Tað frægasta hevði verið at lagt seg eftir í komandi valskeiði at fingið eina breiða politiska semju um, hvar flogvøllurin skal liggja. Hetta eigur at verða grundað á, hvar hann liggur best tekniskt við
bera seg at, um teir fáa at vita, at júst hesin bólkur fekk sendarar festar í hornini, í fyrstu grindini vestanfyri. Eg gangi út frá, at hetta hevur almennan áhuga, og fari eg at heita á tygum um at greiða [...] er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg« »Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið [...] prosess ? ikki ein samtykt« ENDURGEVINGAR: Høgni Hoydal: »Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum« »Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir