eisini at siga, at kravið um at læra seg nakað og dagføra sína vitan, er mikið átrokandi. Tí meti eg, at stundin er komin at sett verður á stovn ein depil fyri vaksnamannaútbúgvingar. Alneyðugt er at skipa [...] hava møguleikan at fara í skúla aftur. Konseptið vaksnamannalæring er ment við tí fyri eyga, at einstaklingurin kann gera tær tillagingar sum er brúk fyri, eitt nú um so er at tey ætla at fáa sær eina útbúgving [...] útbúgving, har miðnám ella HF-prógv er krav, ella at tey eru komin soleiðis fyri, at tey mugu umskúlast o.s.v. Á einum slíkum depli eru eisini gyltir møguleikar at royna alternativar skúlaformar, eitt nú fjarlestur
stevnunevndini at skipa eina góða og fjølbroytta stevnuskrá, har nakað er til øll at fara til. - Fleiri av tiltøkunum eru ókeypis, og tí eiga fólk ikki at halda seg aftur við at koma. Vit vóna at síggja nógv [...] eini slíkari stevnu er ikki minst at skapa nærleika og samanhald og at vísa, hvat okkara øki og kommuna hevur at bjóða. Rósa Samuelsen sigur, at hon í síni setanarrøðu fer at leggja dent á tað stóra arbeiði [...] tað hevur, at kommunan hevur góðar karmar um eitt nú barnagarðar, fólkaskúla, frítíðar-og mentanartilboð annars. Rósa Samuelsen sigur, at tað hevur alstóran týdning, at børnini heilt frá ungum av kenna
endar við at spæla seg og fjepparin troyttan. Tað er sjálvandi ótrúliga feitt hjá okkum, at fólk ynskja okkum at spæla í eyst og vest, men vit eru byrjaðir at hugsa um, at mann verður noyddur at avmarkað [...] eru minniligar uppá hvør sín máta. At sleppa at spæla í Suðri, á einum heilt nýggjum festivali, eru vit øgiliga takksamir fyri. Tað hevur nógv at siga fyri okkum, at vit koma runt í landinum við okkara [...] segði fyrr í vikuni, at talið av festivalum var kanska vorðið ov høgt. Uni Leitisstein Hansen segði hinvegin, at tað var gott, serliga hjá tónleikarunum, at so nógvir pallar vóru at spæla á. Les eisini
seg smá 40 kilo. - Eg byrjaði at óttast fyri, at eg ikki fór at liva leingið nokk til at síggja børnini vaksa upp, sigur Rúni. Rúni Thomsen úr Hvalba tók í fjør støðu til, at tann 4. januar í ár skuldi hann [...] hvussu hann hevur borið seg at. - Tað skal nógv til. Tú noyðist at broytst kostin, at ganga meira, og tað skal ein øgiligur vilji til. Og tað nyttar ikki at snýta, og lata vera við at ganga, ella okkurt líknandi [...] dag, at hansara orka versnaði. Hann hevur altíð dáma væl at gingið í fjøllunum, men seinastu árini hevur orka ikki verið til tað. - Eg havi fimm børn millum 4 og 13 ár, og eg var bangin fyri, at eg ikki
seinnapartin í dag fór annars at ganga sum rótasúpan, at hann er rýmdur úr Tjóðveldi. Tað skal vera hent í kjalarvørrinum á, at Tjóðveldi beinleiðis hevur sett í stevnumiðini, at hann tekur undir við persónligum [...] samtykt, at verða uppskot um etisk mál av hesum slagi løgd fyri løgtingið skal tað standa hvørjum tingfólki frítt til at atkvøða í eftir síni egnu sannføring. Flokkurin sigur, at hetta er tí at tey ásanna [...] sigur, at fyri hann var tað avgerandi, at flokkurin eisini hevur samtykt, at hvør tingmaður kann kunna atkvøða eftir síni egnu sannføring í slíkum málum. - Tann orðingin í stevnumiðjunum ger, at eg havi
tað fyri meg at verja rættin hjá kirkjuni at taka støðu sjálv. Hon heldur, at nettupp tað er munurin á kjakinum í Føroyum og aðrastaðni um samkynd hjúnalag, at í Føroyum hevur eingin tosa um at áleggja kirkjuni [...] hjúnalag inn um kirkjugátt, men at vit vilja verja rættin hjá kirkjum og samkomm til at taka støðu sjálvi. Líka stóran týdning, sum eg haldi at vit skulu geva samkyndum møguleikan at verða borgarliga vígd, líka [...] kirkjuni at víga samkynd. Tó heldur hon, at kirkjan hevur so stóran týdning í samfelagnum og tískil vónar hon at prestar og kirkjan tora, og eru eru sinnað at taka málið upp til sakliga viðgerð. Trýst á
vegleiðing. Til ber eisini at fáa ráðgeving burturav. At Tórshavnar kommuna setir ferð á eina nýggja íverksetaramentan ger, at nýggjar vinnur fáa bestu umstøður at spretta soleiðis, at nýggj arbeiðspláss kunnu [...] íverksetarum. Allir fara teir at arbeiða við at seta ymiskar verkætlanir í verk. Í vár byrjaði ein umsitarin í Hugskotinum, sum hevur arbeitt við at fáa húsið klárt til at taka ímóti fyrstu íverksetarunum [...] fortreytir fyri, at íverksetararnir fara at trívast. Vit fegnast sjálvandi eisini um, at undirtøkan longu er sera góð, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Endamálið við Hugskotinum er at styðja upp undir
hava vitað, at trupult er hjá støkum at klára seg við einari vanligari inntøku, so hevur tað líkasum verið góðtikið, at soleiðis er tað bara. Havi ein keðiligan illgruna um, at tað helst er tí, at serliga [...] fyri ballið. Synd at siga, at tey hava prógvað seg at vera serliga dugnalig at umboða alt samfelagið og eru tí als ikki verd øru upphæddirnar. Men aftur til tær djørvu damurnar. Tær áttu at fingið virðisløn [...] fingið tað at riva fyri eygunum á politikarunum. Ikki at politikararnir einsamallir eiga ábyrgdina, vit veljarar hava stuðlað teimum væl. Samfelagið er á mangan hátt samansett soleiðis, at tað hóskar betur
nýggju eftirlønarskipanini, er, at tey, sum arbeiða, skulu klára seg við sína egnu pensjón so at landskassin klárar at geva teimum pensjón, sum ikki makta at vera á arbeiðsmarknaðinum. Hendrik Old ávaraði [...] er púra vísir í, at tann dagin, summi ikki fáa fólkapensjón, fara tey eisini at seta seg ímóti at rinda skatt og so fáa tey upp aftur størri skattalætta. Hann vísir tvørtur ímóti á, at tað er einki í nýggju [...] Hann sigur hetta í kjalarvørrinum á, at Meginfelag Teirra Brekaðu hevur átalað, at øll tey, sum fáa fyritíðarpensjón og aðrar almannaveitingar, eru ikki umfatað at skipanini og skulu ikki spara saman til
søkti um at seta á stovn sergreinina reumatologi á sjúkrahúsinum, og landsstýrismaðurin góðkendi tað, kom hetta at seta størri krøv til sjúkrahúsið um, at serlækni altíð varð knýttur at deildini, og at annað [...] væl til at virka sum serlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi uttan at sergreinin er góðkend av landsstýrismanninum, sigur Karten Hansen. Landsstýrismaðurin í heilsumálum ætlar sær einki at gera við, at tveir serlæknar [...] tulkar hesa lógargrein soleiðis, at hon gevur landsstýrismanninum í størri mun møguleikan at stýra virkseminum í sjúkrahúsverkinum við, at hann hevur møguleikan til at ávirka, hvørjar sergreinir formliga