komu við í kvøld. Nú vóna vit bara, at arbeiðið hjá teimum kemur at ganga skjótt. Men eg haldi, at eg dugi at hoyra millum linjurnar, at tað ikki verður í bræði, at vit kunnu vænta okkum nýggjar bústaðir [...] nógv um at verða, tí fólk høvdu nógv at spyrja um. Lovað varð millum annað broytingar í lógargrundarlagnum. Eisini í fíggingarmynstrinum, har arbeitt verður við at umskipa Húsalánsgrunnin, soleiðis at hann [...] hóskandi bústað til børnini hjá sær. Men hetta tykist at verða trupult hjá teimum at finna. Vit royna sum frægast at hjálpa, men veruleikin er tann, at tað finnast alt ov fáir bústaðir til menningartarnað
Michelsen, um at áleggja landsstýrinum at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um, at komandi føroyska sendistovan í Íslandi bert skal flagga føroyskt. Jóannes Eidesgaard vísir á, at verður uppskotið [...] til, at sendistovan ikki ber kemur at røkja áhugamál okkara í Íslandi, men í líka stóran mun skal vera við til at lata hurðar upp fyri okkum í øðrum londum. Hetta kann gerast munandi lættari við at hava [...] ikki bert verður um at flagga við Dannebrog, men at føroyska Merkið eisini verður vundið á stong. Hann vísir eisini á, at íslendsku myndugleikarnir heldur ikki høvdu góðkent, at vit ikki lógu undir donsku
síðan. Báturin lá á Argjum, og eg helt, at hann fór at kunna liggja í friði. Hann hevur ligið í Danmark, uttan at nakað er hent, so eg gekk út frá, at hann fór at fáa frið í Føroyum eisini, greiðir Svend [...] fara at flyta sín bát. ? Eg tók eg avgerð um, at eg skuldi fara at flyta bátin dagin eftir. Eg tordi ikki at hava hann liggjandi við bryggjuna har longur. Hann lá eisini illa fyri, við allari síðuni at bryggjuni [...] valdi at flyta bátin yvir á Argir at liggja. Men nú, tá hann sá, at skilið var tað sama á Argjum sum í Vágsbotni, flutti hann bátin haðani eisini, sigur Svend Erik. Svend Erik tók eisini avgerð um at fara
sum vóru áhugaðir í at koma higar. Men av tí, at vit vóru so sein at søkja um stuðul, og tað altíð gongur long tíð áðrenn svarið kemur, dróg tað ov leingi út. Tey vórðu noydd at siga ja til okkurt tiltak [...] vikuskiftið. ? Orsøkin til, at tað ikki vóru so nógv fólk, kann jú eisini vera, at fólk eru troytt av at ganga á festivalar. Nógv fólk var í Klaksvík, og tað hevur kanska verið nakað nógv at koma til Havnar á festival [...] Tað er nú broytt. ? Vit hildu absolut, at tað manglaði ein festivalur til tey mennigartarnaðu í Føroyum. Tey skulu sleppa at hava tað stuttligt saman og vísa, at tey eisini duga ymiskt handverk, greiðir
vit vóna, at tey fara at taka ímóti sluppini sum eitt frítíðarítriv. Westward Ho fer at sigla um summarið, og um veturin verður høvi at nýta hana til ymisk mentanarlig tiltøk. Ætlanin er, at hon skal fáa [...] Ætlanin, við at søkja eftir fólki, er eisini at knýta fólk til sluppina, sigur Jónsvein. Hann sigur, at eftirsum størsti parturin av arbeiðnum framyvir fer at verða sjálvboðin, er gott at hava nøkur fólk [...] salong nú, men vit hava roynt at hava tað í sama stílið, greiðir Jónsvein Lamhauge frá. Hann sigur, at ætlanin er, at skúlar skulu kunna gera brúk av Westward Ho, soleiðis, at næmingarnir kunnu fáa eina mynd
ið soleiðis er, og viðurskifti ganga ímóti, er skjótt at missa mótið. Hon sigur, at felagið hevur arbeitt miðvíst fyri at klára at fáa endarnar at røkka, og tað hevur higartil eydnast. - Men vit vita ikki [...] árum síðan, hevur eisini verið roynt at skapt felagnum inntøkur við at leiga hølir út til bólkar, sum koma at vitja um summarið. Soleiðis hevur Eldrafelagið Nón roynt at skapt sínum limum góðar og tryggar [...] til hetta arbeiði. Hon sigur, at tá ið tey fingu at vita, at virksemið hjá Eldrafelagnum Nón liggur innanfyri karmarnar, sum lógin heimilar, er tað rættiliga hugstoytt, at tey ikki kundu fáa stuðul til
verður tengd at innandura virkseminum. Soleiðis koma tað at vera trý serveringsstøð. Alt hetta verður sjálvandi gjørt fyri at fáa raksturin at bera seg. Men tað er fyrst og fremst fyri at kunna bjóða eitt [...] ætlar at gera sítt til at liva upp til orðini og ynskini hjá eitt nú borgarstjóranum í Havn um at gera alt umhvørvið í Vágsbotni og har nærhendis meira spennandi og avbjóðandi. Her er bæði talan um at gera [...] nú við at spara dupultfunktiónir og at gera broytingar til tess at fáa fleiri fólk oman í spennandi umhvørvið í Vágsbotni og í Tórsgøtu. Broytingarnar verða gjørdar bæði innan- og uttandura. Frá at hava
teir vitja NSÍ. Um tað fer at eydnast teimum at vinna á oddaliðnum B36 á Vágseiði og so at fáa fult í Runavík, so fer VB at teljast millum toppliðini. Tað átti í sær sjálvum at verið motivatión, tá ið vandin [...] tíðliga at gera nakra sum helst niðurstøðu uttan hana, at eftir fimm tey fyrstu umførini bendir nógv á, at kappingin hesa ferð tykist fara at verða tættari, enn hon hevur verið seinastu árini. Eftir at øll [...] og Suðuroyggin best frá. At HB fór at vinna á botnliðnum GÍ, var ikki óvæntað, og tað var heldur ikki óvæntað, at B36 vann tepurt á klaksvíkingum. Meiri óvæntað var tað, at tað skuldi eydnast bæði VB
gjørdu, at eg ikki metti meg vera føran fyri at spæla á landsliðnum. Skaðin, sum eg fekk í fjør, hevði einki við fipurskaðar at gera, sigur Todi Jónsson. Ongar sertreytir Tað varð í síni tíð gitt, at tað var [...] Christian Holmstrøm ? at Todi í síni tíð gav avboð. At talan var um trýst, avvísir Todi ikki, men hann leggur dent á, at hetta var hansara egna avgerð. Og hann segði somuleiðis, at tað er hansara egna avgerð [...] sjálvandi vera, at tey í FCK ikki eru so fegin um hetta, men sum leikari er tað mín rættur at spæla landsdystir. Og hann legði eisini dent á, at hetta fyrst og fremst var ein spurningur, um at hann vildi spæla
n um at fáa ógilda setanina, men hesa áheitan hevur Høgni Hoydal ikki valt at fylgt, tí hann kennir tað sum um, at alt er farið rætt fram í málinum. Harmligt Høgni Hoydal sigur seg harmast um, at málið [...] eigur ikki at verða viðgjørt í fjølmiðlunum. Magistarafelagið hevur eisini gjørt greitt, at felagið harmast um, at málið er vorðið so nógv viðgjørt í fjølmiðlunum. ?Eg harmist stórliga, at málið er vorðið [...] Til umboðsmannin Magistarafelagið ætlar ikki at sleppa málinum her, hóast tey ikki hava meira við Mentamálaráðið at tosa um. Felagið ger greitt, at tey fara at senda løgmanni eitt skriv, og málið verður