barnafrátti var tí, at vit í samgonguni vildu gera tað lættari fyri barnafamiljur at búleikast í Tórshavnar kommunu. Tað er eingin ivi um, at 2.500 krónur afturat verandi barnafrádrátti fer at merkjast væl hjá [...] undir at byggja Boðanesheimið, valdi býráðið at hækka skattaprosentið við einum prosenti fyri at fíggja røktarheimið. Nú Boðanesheimið er liðugt, og so gott sum goldið, valdi samgongan í býráðnum at seta [...] hálvum prosenti og at lata eitt hálvt prosent til hægri barnafrádrátt. Tað merkir, at barnafamiljur næsta ár fáa 2.500 meira í barnafrádrátti fyri hvørt barnið. Orsøkin til at vit valdu at lata eitt hálvt
Royndir Miðfloksins, at fáa egin umboð vald í Býráðið, miseydnaðust. Vit gjørdust ov stutt og góvust at enda. Til Býráðsvalið í ár var so gott sum full semja um at royna enn einaferð, bæði í Havn, men [...] ferð yvirhøvur, í Klaksvík. Mál okkara er at gera Føroyar tryggari og betri! Royndir mínar, bæði úr Løgtinginum og landsstýrissessinum, hava víst, at væl ber til at gera mun. Lat meg úr rúgvuni nevna nøkur [...] hugsjónir, og sama ídni, verða drívmegi okkara í Býráðunum! So tú kanst gleða teg til nýggjar tíðir við Miðflokkinum í Býráðunum! Men vit megna onki uttan tína atkvøðu, so bøn okkara er, at tú fer at velja
verður gott at eta og gott undirhald. Eisini verður skipa fyri, at Kiwanis Føroyar verður egin felagsskapur. Higartil hevur Kiwanis í Føroyum verið undir íslendskum veingjum, men bæði íslendingar og føroyingar [...] føroyingar meta, at tað verður til frama fyri øll, at føroyski Kiwanis felagsskapurin verður undir føroyskari leiðslu. Talan verður tí um at velja ein forseta og fýra nevndarlimir, sum skulu stjórna Kiwanis [...] Lyklarnir eru príddir við ísledska og føroyska flagginum, búmerkinum hjá Kiwanis og tveimum børnum. Talan er um góðskulyklar og teir minna á endamálið við sínum prýði við fløggunum og børnunum, sigur Petur Olivar
almanna- og heilsumál. Ongantíð eru so nógvir pengar játtaðir til hetta økið. Men enn er LANGT á mál. Vit skulu halda áfram at uppraðfesta almanna- og heilsumál. Tað má ikki verða neyðugt hjá [...] hjá borgarum, at stillla seg alment fram, fyri at verða hoyrd og fáa neyðugu hjálpina. Meira skal setast á fyribyrgjandi átøk, soleiðis at borgarin verður loftaður so tíðliga sum gjørligt. Tryggjast [...] Tryggjast skal, at tað er betri samskipan og gjøgnumskygni í ábyrgdarbýti innanfyri almanna og heilsuøkið, soleiðis at borgarar ikki detta niður millum hesar báðar skipanir. Føroyar eru eitt av ríkastu londum
greiðir frá, at tað verður ferðavinnan, sum skal syrgja fyri, at tað verða 20 pláss aftur at í ár, við tað, at tað skal gerast ein skúrur aftur at úti í Grøv, sum skal hýsa teimum 20 børnunum. Men tað hevur verið [...] vísir á, at tað eru so nógv ymisk ting, sum stinga seg upp og gera tað torført at arbeiða skjótari við tílíkum. Hon sigur annars at tey eru sera spent upp á, hvussu tað fer at virka úti í Grøv. - Tað sær sera [...] fyri 40 børnum nú, og vit arbeiða við at fáa í øllum førum 20 pláss aftur at í ár ? helst til 01. oktobur. Og um tað gongur so væl, sum vit ynskja, at tað skal fara at gera, so verða uppaftur 20 onnur pláss
Eg má siga, at tað gleðir meg at síggja ítøkilig uppskot um broytingar í skattaskipanini – men tá tað er sagt, so meti eg tað neyðugt at gera vart við, at kjarnan í trupulleikanum, sum okkara samfelag [...] ferðavinnuøkið, er, at allar Føroyar verða mentar. Fólkagrundarlagið veksur í tíðarskeiðum og fer at hava við sær, at grundarlagið fyri spennandi mentunartiltøkum, matstovum, hotellum o.a. verður sterkari [...] ferðavinnuni at gjalda partafelagsskatt komandi 10 árini. Hetta fer uttan iva at seta ferð á íløguhugin á ferðavinnuøkinum. Samstundis kann hetta tryggja, at ferðavinnan fær sett pening til síðis, og eftirfylgjandi
VB/Sumba Tað er nú ikki bara tí, at tað var kvinnudagur hendan dagin, tá vit báðir, myndamaðurin, vitjaðu í Vági. Men tað er nú einaferð soleiðis, at tað er hampuliga óvanligt í fótbóltsheiminum, at kvinnur [...] tal, vóru nýggju UEFA-krøvini, sum nú verða sett feløgunum. At krøvini kunnu verða tung at røkja, ásannar nýggja nevndin eisini, men tey rokna tó við, at hetta fer at ganga kortini. - Nú eru bara einar tvær [...] Vit fara ikki at siga, at vit medda eftir einum fimta plássi ella líknandi. Hinvegin er eisini av týdningi, at ungu leikararnir mennast enn meira. - Og tað skal ikki standa á hjá teimum at fáa uppbakning
avtaluna við ANSNI: - Nógv fíggjarlig orka krevst at reka eitt hondbóltsfelag, og at ANSNI hevur játtað at gerast okkara høvuðsstuðul, gevur okkum gott treysti at fara undir kappingarárið. Talan er um eina [...] í sambandi við nýggja kappingarárið, og á tiltøkum, sum Kyndil fer at skipa fyri. Aðrir stuðlar hjá 1. mansliði hjá Kyndli komandi kappingarár verða Eik, Effo og SMS. [...] sær, at búmerkið hjá ANSNI verður sjónligt á troyggjunum hjá bæði 1. mansliði og 1. kvinnuliði hjá Kyndli komandi kappingarár. ANSNI er trygdarfelag, sum hevur til endamáls at veita einstaklingum og virkjum
leikarar" sigur Allan. -Tað er í sátt og semju, at venjari og felag hava endað samstarvið, og harmast vit um, at Allan gevst hjá okkum. Allan hevur gjørt eitt sera gott arbeiði, og tað takka vit honum fyri [...] inntrykk, og fer tað heilt víst at inspirera meg víðari! Tað er torført at siga farvæl til nakað, sum hevur havt so stóra meining – serliga til eitt gott samstarv við starvsfólk, sjálvboðin og framúr góðar [...] liðið vann seg upp aftur á tindarnar, og má sigast, at árið hevur verið gott. Kvinnurnar hava undir leiðslu av Allani og einum sera góðum venjaratoymi arbeitt hart og miðvíst við serstøku vinnaramentanini
tøkir og hava hug at umboða føðilandið, og vit hava gott mót, tí tað eru framvegis so at siga bara Formulaspælarar, sum fara á vøllin, sigur Bill Jacobsen. Tað kann gott vera, at føroyska liðið fer at síggja [...] styrkismett at vera nummar 115. Í hesi EM undankappingini hevur liðið tapt allar tríggjar ferðirnar: 4-1 á útivølli og 2-0 á heimavølli ímóti Grikkalandi og 3-2 í Kroatia. Kortini man lítil ivi vera um, at talan [...] venjarunum, Bill Jacobsen, at siga. Stór útskifting Sammett við undanfarnu ferðirnar hava stórar útskiftingar verið í føroyska hópinum. Serliga meint er tað í verjuni, at Einar Hansen og Jóhan Troest Davidsen