Aftur á gamlar gøtur Josias hevur málað og teknað síðani hann var heilt ungur og hevur verið við á fleiri Norðoyastevnu- og Ólavsøkuframsýningum. Við jøvnum millumbilum hevur hann verið á skeiðum í myndlist [...] myndlist uttanlanda, og gjøgnum árini hevur hann roynt seg við bæði vatnlitsmyndum og oljumálningum frá tí naturalistiska til tað meir abstrakta. Hesuferð tykist hann tó at leita aftur á gamlar gøtur, bæði
Páll á Reynatúgvu, fyrrverandi landsstýrismaður í almannamálum, hevur til tingfundin mikudagin sett verandi landsstýrismanninum, Hans Paula Strøm, fyrispurning viðvíkjandi sambýlinum fyri sinnisveik í [...] tykist vent í holuni hesum viðvíkjandi. Hetta skilt soleiðis, at fjølmiðlaviðgerðin av sambýlinum hevur verið munandi meira positiv hesa seinastu tíðina. Tí vil Páll á Reynatúgvu hava at vita, hvørt nøkur [...] andi broytt, í mun til upprunaligu almennu ætlanina við húsunum Undir Fobbakletti. Um Sinnisbæti hevur viðmælt ætlanini og um felagsskapurin nøgdur við hesa. Hvussu nógv búpláss eru á stovninum, og hvør
Suðurafrika eftir. Gertrude Mongela, sum í fleiri ár hevur starvast hjá heimsheilsustovninum WHO, verður fyrsti formaður í afrikanska tinginum. Tingið hevur tvær setur um árið, og tað er mannað við fimm umboðum [...] stovna eitt felags ting, sum skal virka fyri at loysa teir nógvu trupulleikarnar, sum heimsparturin hevur at dragast við. Tey fyrstu fimm árini eru samtyktirnar hjá tinginum bara vegleiðandi, men tá tey árini [...] framstig fyri demokratiið í okkara heimsparti, sigur hon við Aftenposten. Fleiri hava fýlst á, at tingið hevur fingið sæti í Suðurafrika, tí nógvastaðni uppfata fólk landið sum eitt afrikanskt stórveldi. Egyptaland
Dr. Magic komin til Føroya sum tann fyrsti og einasti. Dr. Magic hevur ein innbygdan telduskerm, sum vísir, hvussu kroppurin hjá tær hevur tað, hvar og hvussu nógvir vøddaspenningar eru. Stólurin vísir kroppin [...] Ert tú stívur í kroppinum, hevur vøddaspenningar ella ert plágaður av pínu, so er nakað nýtt og spennandi komið til Føroya: Massasjustólin Dr. Magic, sigur Beinta Lassen frá Ergo & Hjálpar-tólum Tí har [...] sært á skerminum um tínir spenningar eru blivnir upploystir. Beina Lassen, sum er ergoterapeutur, hevur í tøttum samstarvi við danir verið kring knøttin og leitað eftir tí besta massasjustólinum, og úrslið
tók hon fleiri børn inn, enn vanligt hevur verið, ella misti hon tveir petagokar. Hvørgin kosturin var mjúkur. Báðir gingu út yvir børnini og starvsfólkini, og hon hevur ivaleyst eftir bestu sannføring valt [...] valt tann minst ringa. Men eg ivist ikki í, at hon hevur kent seg eins og maðurin, sum á sinni fekk kostirnar: Vilt tú verða hongdur ella skotin? Úrslitið er tað sama í báðum førum. Børnini á ansingarstovninum [...] endamáli at vilja sleppa at pussa gloriuna skjótari enn gott er. Framtøk og ábøtur í barnaansingarmálum hevur verið ein felags sak hjá øllum býráðnum hesa setuna. Stendur tað til okkum, verður eisini soleiðis
fyri fyritøkuna Sp/f AMA, ið selur útgerð og eykalutir til bilar. Petur hevur royndarkoyrt AutoSock á sínum BMW, sum einans hevur summardekk og verður drivin av bakhjólunum. Tað er eingin trupulleiki at [...] ella píkadekk er ofta frammi, serliga tá vit síggja, hvussu illa vegirnir fara um veturin. Ein sum hevur brúkt nógva tíð og orku upp á at upplýsa og argumentera ímóti píkadekkum er Petur Hermansen í Havn [...] dekkið, sigur Petur, sum sigur, at hann í eini sjónvarpssending í vikuni sá, at norski framleiðarin hevur fingið ein ordra upp í eina millión AutoSock´s, so talan er ivaleyst um eina "succes".
AS, sum sigur víðari, at Zidane hevur boðað leiðsluni í Real Madrid frá, at hann ikki ætlar sær at halda fram í felagnum eftir summarsteðgin. 33 ára gamli Zidane hevur sáttmála við Real Madrid, ið rennur [...] ætlar sær ikki at spæla so leingi. Hóast Zidane skoraði trý mál í dystinum ímóti Sevilla sunnudagin, hevur hann ikki víst ta stórspæl, ið hann er so kendur fyri, seinastu tíðina. Zidane valdi saman við øðrum [...] kreftunum á tí franska liðnum, sum vann HM á heimavølli í 1998 og EM í Hollandi tvey ár seinni. Zidane hevur harumframt fingið tittulin Légion d´honneur fyri síni avrik fyri franskan fótbólt, og hann fekk eisini
Formula-deildini. Tí hevur eisini ljóðað, at eitt nú barndómsfelagið - HB - skal hava ligið fram við eftir teimum báðum, men tað verður so av ongum í hesum umfarinum. Eisini hevur felagið vissað sær, at [...] útlendingarnir allir verða í felagnum. Og teir verða í øllum førum ikki einsamallir um hetta. Skála hevur nevnliga eisini tryggjað sær undirskriftina hjá Bjarna Jørgensen og Pætur Dam Jacobsen, sum báðir [...] komnir heilt á mál við hópinum, men tað gongur tann vegin. Og vit eru sjálvandi fegnir um, at fólkið hevur hug at halda fram her hjá okkum, staðfestir formaðurin.
ferðast. Hann hevur ferðast rættiliga fitt í lívi sínum, mest kring Evropa men eisini eitt so fjarskotið stað sum Ný Sæland. Í hesum døgum sigur Niels Uni okkum 10 ferðamál, ið hann hevur hug at vitja. [...] Hann sigur, at hetta verður eitt gott bland av støðum, ið hann hevur vitjað og vil vitjað aftur, støðum, ið hann ongantíð hevur vitjað, men kundi hugsa sær at vitja
syrgdi fyri, at alt bleiv gagnnýtt og einki fór fyri skeyti. Altíð hevur hon verði til reiðar at hjálpa, sjálvt um heilsan ikki altíð hevur verði so góð. Karolina situr altíð við stokkunum, og hvørt ár fáa [...] 1941, og gjørdist hon síðani bóndakona í Heimistovu í Hósvík. Saman fingu tey fýra børn. Karolina hevur altíð verið arbeiðssom og løtt av lyndi. Sum bóndakona tá á døgum var lívið ikki altíð so lætt sammett [...] andaðist í 2001, og heilsan versnaði, flutti hon stutt eftir til sambýli í Kollafirði at búgva, har hon hevur verið tey seinastu árini og trívist væl. Vit vilja nýta høvið at ynskja okkara kæru mammu, ommu, langommu