heimasíðuni hjá Strandferðsluni, ssl.fo. Keiin er miðdepilin á stevnuni. Tað er á keiini, stevnan verður sett, og í ár verður tað fyrrverandi borgarstjórin og tíðindamaðurin Leivur Hansen, sum ber fram [...] liggja á víkini, eru eisini við til at skapa ein serligan ovastevnudám. Hóast tað mesta fer fram á keiini, kann sigast at tað er lív í allastaðni. Tiltøkini fyri børn eru við fótbóltsvøllin á Mýrini, á nýggja
politiska endamáli. – Tað er ikki soleiðis, at einstaklingar, familjur, heil samfeløg ella alt fólkið eru kloyvd av vreiði og øsing, hóast summir leiðarar og viðmerkjarar royna at fáa tað at síggja soleiðis [...] flokkarnir kappast og veljararnir býta seg millum ymiskar fylkingar. – Fólkið í landinum veit, hvat tað ger, og er ført fyri at umrøða málið við skili og taka sína egnu avgerð, segði forsætisráðfrúan. Hon [...] annað kristningina, ófriðin í Sturlungatíðini og trúbótina. Ósemjurnar hava ofta verið harðar, men tað hevur kortini verið møguligt at loysa tær við avgerðum hjá meirilutanum, segði hon. Avgerandi er, hvussu
Kortini ætlar landsstýrið at flyta ábyrgdina fyri bygging frá Landsverki aftur til einstøku aðalráðini. Tað kemur fram í svari frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, til Sirið Stenberg, løgt [...] skipanin fer at kosta Landsstýrismaðurin kann tó ikki siga, um nýggja skipanin verður bíligari. – Tað er ilt at meta um, hvør kostnaðurin verður av at fyrisita landsins bygningar og bygging, nú ábyrgdin [...] til stjórnarráðini, stendur í svarinum. Hvørt aðalráð skal fáa sær neyðuga serfrøði innan byggimál. Tað kann vera við byggikønum starvsfólkum í aðalráðunum ella stovnum undir teimum. Aðalráðini kunnu eisini
varðveita Føroyar sum eitt kjarnorkuvápnafrítt øki við avmarkaðum hernaðarligum virksemi Í sambandi við at tað í dag 29. august er altjóða dagur hjá ST móti kjarnorkuroyndarspreingingum, vil nevndin í føroysku [...] afrítt øki. Síðani fyrstu kjarnorkuroyndarspreingingina 16. juli 1945 eru fleri enn 2000 framdar. Tað eru í dag 9 lond, ið hava kjarnorkuvápn, harav kjarnorkuveldini USA, Russland, Kina, Stórabretland [...] kjarnorkuvápnum. Í dag hava 95 lond undirskrivað sáttmálan, harav 75, ið hava sett hann í gildi. Tað er hugvekjandi men eisini ófrættakent, at einki av teimum 9 londunum, ið hava kjarnorkuvápn, og ei
86 krónum fyri kilo upp í 33,18 krónur. Sambært felagnum er tað økta virksemið høvuðsorsøkin til, at fiskidagarnir eru brúktir skjótari. Tað eigur ikki í sjálvum sær at vera grundgeving fyri at broyta [...] ngina Ráfiskakeyparafelagið mælir staðiliga frá uppskotinum og vil hava landsstýrismannin at taka tað aftur. Felagið vísir á, at landsstýrismaðurin í lógaruppskotinum sjálvur staðfestir, at fleiri fiskidagar [...] veiðitrýstið ikki at verða økt, heldur Havstovan. Havstovan ávarar eisini um, at eyka dagarnir kunnu gera tað torførari hjá ICES at góðkenna føroysku umsitingarætlanina sum burðardygga. Meginfelagið: Talan er
Tað var Jóan Magnus Olsen, sum fekk heiðurin sum Ársins Borgari í Vestmanna. Heidi Olsen, kona hansara, tók ímóti heðrinum. Hann var sjúkur. Jóan Magnus Olsen hevur millum annað verið formaður í kirkjuráðnum
í ár eru 923 nýggir persónbilar skrásettir í Føroyum í mun til 849 fyrstu sjey mánaðirnar í fjør. Tað eru 74 fleiri, svarandi til ein vøkstur upp á 8,7 prosent. Eisini er stórur vøkstur í søluni av vi [...] skrásett í mun til níggju í fjør. Bara í juli vórðu 138 nýggj akfør skrásett. Í juli í fjør vóru tey 125. Tað svarar til ein vøkstur upp á góð 10 prosent. Persónbilarnir vóru tó eitt vet færri í juli í ár – 65
Tríggir menn í trimum ymiskum statum í USA eru avrættaðir í dag, og tað er ikki hent í USA síðan 2010, at trý fólk eru avrættað sama dag. Ein maður í Tennessee er avrættaður fyri at hava dripið eina r [...] hava neyðtikið og dripið eina fimm ára gamla gentu í 2021. Útlendskir miðlar vita í dag at siga, at tað er av tilvild, at menninir verða avrættaðir sama dag. Tó vísir hetta eina gongd, har USA seinastu árini
Ferðamannaskip skulu ikki kunna sigla, hvar teimum lystir í grønlendsku firðunum. Tað eru boðini frá grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut, sum nú heitir á reiðaríini um at avmarka siglingina í ávísum [...] sigur við DR, at ferðamannaskip summastaðni órógva bæði hvalaveiðu og reinsdýraveiðu. Eisini kann tað vera eitt stórt trýst fyri smá búpláss, tá fleiri ferðamannaskip koma í senn. – Vit vilja bara hava
Um klokkan 15.30 komu grindaboð úr Kaldbak. Tá ið nærri varð hugt, vísti tað seg at vera springarar, og tí varð einki gjørt við tað. Um 20-tíðina var ein leigubilur komin ov langt út á vegjaðaran á Langasandi