gudstænastuna verður kirkjukaffi í Kirkjustovu, og har hevur Helena lovað at greiða eitt sindur frá hennara leið frá juristi til prest og hvussu tað er at virka sum deyvaprestur í Danmark. Helena greiðir [...] mentanini hjá deyvum, og donskum tekinmáli sum móðurmál, síggi eg starvið sum ein kall til at virka sum deyvaprestur. Tað hevur leingi verið mín dreymur at boða evangeliið á donskum tekinmáli, og virka fyri einum [...] Keypmannahavn tann 31. august og skipað í embætið í Døves kirke á Frederiksberg 7 september, 2025. Nú kemur hon til Føroyar og fer, saman við fyrrverandi deyvapresti, Jónsvein Bech, at hava deyvagudstænastu í
sum tað verður rópt. Hetta merkir, at hann er dømdur til deyða - uttan at vera fysiskt til staðar. Tá Bashar al-Assad varð rikin frá valdinum í Sýria, veitti Russland honum friðskjól. NTB veit at siga [...] siga, at eisini yngri beiggi fyrrverandi forsetans, Maher Assad, og eitt systkinabarn fingu sama dóm. Hetta hendi við ein sýriskan dómstól í dag, og sagt verður, at systkinbarnið, Atef Najib, var fysiskt til [...] andstøðuni í sýriska Deraa-landslutinum fyri borgarakríggið. Tað var í desember, at Bashar al-Assad varð trýstur at geva valdið frá sær, og eftirmaður hansara gjørdist islamisturin, Ahmed al-Sharaa. -
Fólk verða biðin um at halda seg innandura, um tað ikki er neyðugt at fara út, og halda seg burtur frá fjallaøkjum og áum. Ódnin Dolphin flutti seg týsdagin longri inn yvir land og inn í miðkinesiska [...] verður roknað við, at regnið av álvara fer at gera um seg týskvøldið og heldur fram til hósdagin. Veðurstovan í Beijing væntar meira enn 100 millimetrar av regni eftir seks tímum og meira enn 150 millimetrar [...] Ferðavinnuøki eru stongd, og byggiarbeiði er steðgað. Sambært Reuters er Dolphin harðasta ódnin, sum hevur rakt Kina í ár. Meira enn 1.000 neyðskýli eru latin upp. Fleiri túsund flogferðir og hundraðtals ferjuferðir
ðið frá fyrsta degi, og at øll lógaruppskot verða mett í mun til skyldurnar, sum sáttmálin ásetir. – Tað er ikki nóg mikið bert at staðfesta, at eitt lógaruppskot er mett at vera í samsvari við sáttmálan [...] í morgun. Nýggj tingseta er byrjað, og komandi árið fara nógv lógaruppskot at verða løgd fyri Løgtingið. – Brekumboðið heitir á politisku skipanina um at tryggja, at ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum [...] lógararbeiðinum, styrkir tað bæði dygdina í lóggávuni, rættartrygdina og rættindi í føroyska samfelagnum, sum heild. Brekrættindasáttmálin eigur ikki bara at verða nevndur – hann eigur at verða framdur í verki
Tað var kommunuppgerð í Runavík í kvøld. NSÍ vann 4-0 ímóti Skála ÍF, og tað sást einki til, at tað vóru teir í NSÍ, sum hóskvøldið í nógvum hita vóru í europeiskum ódnarveðri í Sveis. Trivaligi sigurin [...] hugalig, nú setningurin er at vinna FM og hóskvøldið at vinna seg víðari í Europa, so er tað minni hugaligt hjá Skála ÍF. Uppflytararnir mistu í summar toppskjúttan Simon Jørgensen, og álitið í verjuni Jákup [...] summarsteðgin. Tað er sera stórur smeitur. Setningurin hjá Skála ÍF er at vinna seg av aftasta plássi og upp á í hvussu so er áttanda plássi. Sunnukvøldið fær Skála ÍF vitjan av Víkingi, og NSÍ fer hóskvøldið
fólk eru deyð eftir ein harðan jarðskjálvta í Kolombia í dag. Tað upplýsa ein guvernørur og borgarstjórar í fleiri býum sambært Reuters og AFP. Jarðskjálvtin rakti Chocó-landslutin vestarlaga í landinum [...] eisini í høvuðsstaðnum Bogotá og í grannalandinum Venezuela. Myndugleikarnir eru nú í ferð við at fáa greiðu á skaðunum. Fleiri fólk eru særd í Quibdó, høvuðsbýnum í Chocó, og stúrt verður fyri eftirskjálvtum [...] uttanríkisráðið hevur eisini dagført ferðavegleiðingina fyri Kolombia og ávarar um eftirskjálvtar. Flogvallir og onnur undirstøðukervi kunnu vera ávirkað.
vísti eg á, at tað fór at hava sera stórar neiligar avleiðingar fyri reiðfólkini, sum hava skipað seg har í umhvørvinum fyri langari tíð síðani. Ein súkklubreyt og ross hoyra ikki saman - tað er sjón fyri [...] samgonguni sjálvsøkin og rættvís yvir fyri sær sjálvum, og trumfaðu málið ígjøgnum - sjálvt um tey ikki høvdu arbeitt rætt í málinum og ikki virt mannagongdirnar, tá mann fer út í náttúruna at gera inntriv - [...] atlit til og virða. Tí førdi eg fram, at mann skuldi søkja friðingarmyndugleikarnar um loyvi, vísandi til § 4, stk. 2, í “Naturfredningsloven”, men tað var ikki neyðugt segði borgarstjórin, tí tað var innangarðs
byrjar nú tað, tey rópa landnyrðingsleiðina til flutning úr Asia og vestureftir. Sambært Financial Times byrjar reiðaríið at sigla farleiðina um Arktis hesa vikuna við einum farmaskipi. - Skipið fer at sigla [...] Stórabretlandi, veit ávísin at siga. Tá hetta hevur verið eitt øki við nógvum ísi, hevur tað verið ómøguligt at senda handilsskip úr Asia til Evropa um hesar leiðir. Men, global upphiting og smeltaður polarísur [...] polarísur hevur gjørt, at siglingarleiðin nú er eitt meira realistiskt alternativ til leiðirnar longur suðuri, veit Financial Times at siga.
samveldið við sínum stóra fiskivinnusektori, kann tað geva írum ein sterkan samgongufelaga í royndunum at fáa broytingar framdar. Fiskivinnan verður mett at vera eitt av allartruplastu málunum, um Ísland tekur [...] gjøgnum EBS-samstarvið og Schengen. Uttanríkisráðfrúan hevur áður sagt, at hon er bjartskygd um, at Ísland – um fólkið tekur undir við at halda fram – kann gerast ES-limur longu í 2028. Reuters Kelda: Morgunblaðið [...] stjórnin sagt, at samráðingarnar kunnu byrja aftur longu í ár. Ísland søkti um ES-limaskap í 2009, og samráðingar byrjaðu árið eftir. Tær vórðu lagdar á ís í 2013. Ísland er tó longu tætt knýtt at ES gjøgnum
krúnprinshúskið býr. Hann hevði biðið um at verða latin leysur við eini sonevndari umvendari fótleinkju. Hon skrásetur, hvar persónurin er, og gevur ávaring, um viðkomandi fer inn á ávís øki. Rætturin gekk tó [...] dómin viðvíkjandi neyðtøkunum og einum ákærupunkti um harðskap í nærsambondum. Áður sat Høiby í vanligum fongsli, men vegna heilsustøðuna hjá Mette-Marit fekk hann loyvi at vera frælsisskerdur á Skaugum. [...] sambært NTB, at framvegis er vandi fyri, at Høiby fremur nýggj lógarbrot. Marius Borg Høiby er ikki formliga limur í norska kongshúsinum. Hann varð føddur, áðrenn Mette-Marit gjørdist unnusta og seinni kona