tað fer at taka longri tíð enn ætlað at dagføra skúlan, og tískil fer tíðarætlanin heldur ikki at halda. Ein orsøk til, at arbeiðið fer at draga út, er, at byggitilfar, sum lá í aulu og fimleikarhøll skúlans [...] Maniitsoq, og hetta hendi, meðan arbeiðsmenn vóru í holt við at dagføra skúlan. Hildið verður eisini, at eldurin kyknaði í samband við arbeiðið at tekja við tjørupappi. Nú hevur skúlaleiðslan boðað frá, at tað [...] undir sløkkiarbeiðnum - og møguliga eisini av sjálvum eldinum. - Vit kunnu ikki lova, at skúlin stendur klárur at lata uppaftur í juni 2027, og tí noyðast næmingarnir helst at ganga í fyribilshølum í eina
EFFIS savnar og veitir upplýsingar um skógareldar. Upplýsingarnar verða millum annað brúktar til at meta um skaðar, fylgja við vandanum fyri eldum og samskipa arbeiðið hjá tilbúgvingar- og skógarumsitingum [...] Álvarsamir skógareldar herjaðu stór øki í Evropa og Norðurafrika í summar. Nýggj uppgerð frá Copernicus vísir, at meira enn 1,2 milliónir hektarar vórðu raktir av eldum frá 1. juli til 31. august 2026 [...] vóru á Iberisku hálvoynni, í sunnara parti av Fraklandi, Italia, Grikkalandi, Balkanlondunum, Ukraina og Algeria. Kortið hjá Copernicus fevnir um eldar, sum hava rakt øki størri enn 30 hektarar. Stóru sirklarnir
kaffi og køku til tey vaksnu, og okkurt gott verður eisini til børnini. Klaksvíkar Hornorkestur fer at luttaka og fer at seta sín dám á løtuna. - Klokkan 17 fer barnakórið á Skúlatrøð at syngja, og eftir [...] eftir framførsluna verða røður hildnar. Beinir Johannesen, løgmaður, og Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, fara báðir at bera fram heilsanir. Frá klokkan 17.30 verður opið fyri almenninginum [...] Hope. - Tá fáa gestir høvi at uppliva skipið og vitja stóru flótandi bókasøluna. Logos Hope verður liggjandi í Klaksvík til sunnudagin 6. september, vita tey í Klaksvíkar kommunu at siga í dag.
sum hevur gjørt eitt serliga gott arbeiði fyri at betra um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra. Í 2025 vóru tað Oddvør Poulsen og Elsebeth Sanna á Krákusteini, sum fingu virðislønina. Oddvør [...] Sinnisbati skrivar, at endamálið við virðislønini er at heiðra ein persón, átak ella felagsskap, sum hevur varpað ljós á sálarheilsu í ár. Tað kann eitt nú vera eitt serligt átak, tiltak ella onkur, sum [...] Oddvør fyri hennara góða og týdningarmikla arbeiði í Beranum, har hon hevur givið nógvum einstaklingum og familjum ein møguleika at liva víðari eftir sváran miss. Elsebeth Sanna hevur starvast í áratíggju
lesandi Og tá tað ár eftir ár gerst truplari at fáa eitt rímiligt lívsgrundarlag úr tónleikinum, fara fleiri at brúka orkuna aðrastaðni. Tað fer ikki at henda knappliga. Tónleikalívið fer ikki at doyggja [...] við tíðini verður tað truplari og truplari at vera tónleikari. Og fyrr ella seinni standa vit og undrast á, hví tað hendi nógv meir fyrr. Vit kunnu ikki bara elska løtuna Tað er lætt at elska føroyskan tónleik [...] Men tað er heldur ikki tað, sum er spurningurin. Spurningurin er, um karmarnir fyri live tónleik eru nøktandi. Og tá eiga vit ikki bara at spyrja: Hvat kostar tað at lækka MVG? Vit eiga eisini at spyrja:
verður millum annað skotið upp, at ráðgeving undan abort skal vera kravd, og at kvinnan síðani skal hava fimm daga umhugsanartíð. Harumframt eru uppskot um ultraljóðkanning og broytingar í reglunum um abort [...] Miðflokkurin ætlar í næstu viku at leggja eitt uppskot um broytingar í abortlógini fyri Løgtingið. Tað skrivar Frihedsbrevet, sum hevur fingið innlit í eitt útkast, ið er lagt fyri hinar flokkarnar. Sambært [...] av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, sigur við Frihedsbrevet, at uppskotið verður tillagað eftir viðmerkingum frá øðrum flokkum. Hann væntar, at undirtøka verður fyri tí í Løgtinginum. Les alla greinina hjá
stuðlaðar at fara niður á skúlan á hetta skeiðið, og tær eru samdar um, at nógv kom burturúr. - Hetta var ein kostskúli, har køkur og matgerð fyltu nógv, og her lærdi tú eisini hondarbeiði og ymiskt annað. Jú [...] Øll hildu nú, at tað var gott at seta seg í reseptiónina og njóta vakra útsýnið her. Dagin eftir túrin í Eysturoy, varð vitjað í Nólsoy mikudagin. - Í Nólsoy vitjaðu vit á Ovasavninum, og annars gingu vit [...] d fyri 9. og 10. flokk, og føroyskir næmingar hava eisini verið á hesum skúla. ##med2## Samanhald í seksti ár Kims og Jóhanna siga, at nógv varð gjørt burtur úr samanhaldinum á skúlanum, og tær eru ivaleysar
hevur tað gott og eingin er komin til skaða. Skipið er statt einar 20 fjórðingar út fyri Taiwan og fer inn á skipasmiðju í Kina til kanningar. Áðrenn hesar kanningar eru gjørdar, ber ikki til at siga, [...] nær skipið fer undir sigling aftur. Sjálvsagt harmast vit á Smyril Line um, at nýggja skipið hevur verið fyri einum óhappi. Men samstundis fegnast vit um, at eingin er komin til skaða og at øll manningin [...] manningin hevur tað gott. Tey avvarandi eru kunnaði um hendingina. Vegna Smyril Line Jens Meinhard Rasmussen, forstjóri
Vestur og 7-1 sigri á Víkingi hava HB og KÍ tryggjað sær pláss í finaluni um Løgmanssteypið hjá kvinnum —————— Søgan endurtekur seg í steypakappingini hjá kvinnum. Tí eins og í fjør, verða tað HB og KÍ, sum [...] hálvfinaluna 3-0, og aftur týskvøldið vóru tær reyð-svørtu omaná. Úrslitið gjørdist 3-1 til HB, sum sostatt vann 6-1 samanlagt. Í hinari hálvfinaluni møttust KÍ og Víkingur, og hóast tað eina løtu í seinni [...] sum fara at stríðast um Løgmanssteypið, tá liðini hittast í finaluni, sum verður á Tórsvølli leygardagin 19. september klokkan 18:30. Týskvøldið var seinna hálvfinalan millum HB og 07 Vestur á skránni
vísir á, at nógvar spennandi verkætlanir eru í gongd í løtuni, og tað er um dagarnar sera hugaligt at vera ein partur av býráðnum og seta kósina í Sundalagnum. - Ert tú eisini áhugað/ur at seta búgv í [...] Lyklatøl staðfesta, at áhugin at seta búgv í Sunda kommunu í løtuni er sera stórur, og tað gongur væl í kommununi. Hetta verður staðfest við fólkatalinum, søluni av grundstykkjum og skattainntøkunum higartil [...] Zachariasen. Hann vísir á, at í 2025 seldi kommunan bert tvey grundstykkir. Í desembur 2025 samtykti býráðið at lækka kostnaðin á grundstykkjum, og hetta vísti seg at verða ein røtt avgerð, tí higartil