6. juni. Norbertus, deyður í 1134. Týskur aðalsmaður, sum stovnaði eina nýggja munkaskipan í Premontre í Fraklandi og seinni gjørdist biskupur í Magdeburg.
23. juni. Paulinus, deyður ár 431. Franskur munkur, sum gjørdist biskupur í Nola í Italiu, har hann doyði úti við 80 ára gamal
23. februar. Papias, deyður umleið ár 150. Var biskupur í Hierapolis í Frýgiu í Lítluásiu. Sigst at hava havt samband við ápostulin Filippus.
18. november. Hesychius, deyður umleið ár 300. Heryvirmaður í Antiokia, tá ið keisarin Diocletianus ráddi. Hann varð tikin av døgum fyri trúar sakir.
8. mai. Stanislaus, deyður í 1079. Biskupur í Karkow. Hann varð tikin av døgum, tí hann hevði at konginum Boleslav. Tjóðarhalgimenni hjá póllendingum.
26. juni. Pelagius, deyður í umleið 925. Ein 10 ára gamal drongur, sum varð tikin av døgum, tá ið maurar ráddu í Spaniu.
6. juni. Norbertus, deyður í 1134. Týskur aðalsmaður, sum stovnaði eina nýggja munkaskipan í Premontre í Fraklandi og seinni gjørdist biskupur í Magdeburg.
6. juni. Norbertus, deyður í 1134. Týskur aðalsmaður, sum stovnaði eina nýggja munkaskipan í Premontre í Fraklandi og seinni gjørdist biskupur í Magdeburg.
13. mars. Macedonus, deyður umleið ár 300. Tikin av døgum saman við konuni Patriciu og dóttrini Modestu. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
27. august. Gebhardus, deyður í 995. Biskupur í Konstanz í Týsklandi, liggur grivin í kleysturkirkjuni har, sum hann sjálvur sigst at hava latið byggja.