fyri Djurgården í dysti í bestu svensku fótbóltsdeildini. Tá Martin fór av vøllinum var støðan javnleikur 0-0. Djurgården sum vann 4-0 á Mjällby á heimavølli í farnu viku skoraði bæði málini í kvøldsins dysti [...] fýra minuttir. Mjällby er nummar 12 í deildini við 20 stigum. Í løtuni hevur Mjällby seks stig niður til næstaftasta plássið, har Örgryte hevur 14 stig, so gongdin er ikki góð. Komandi mánakvøld klokkan 18 [...] 18 hevur Mjällby aftur dyst á vøllinum í Hällevik. Tá kemur gamla stórliðið, IFK Göteborg á vitjan.
so fólk ikki verða koyrd út úr bústaði sínum í heilum. Í Tórshavnar kommunu eru væntandi áleið 800 tóm býli. Heilt nógv av hesum kunnu brúkast til fastan bústað, men í løtuni kunnu fólk ikki búgva har [...] nógv fólk ongan bústað. Í summum førum hava fólk bústað í nakrar mánaðir, men tá summarið nærkast, mugu tey úr bústaðnum, tí hann skal leigast út til ferðafólk. Hetta er als ikki í lagi. Tað elvir til ó [...] stutttíðarleigumál. Hetta er ein stórur trupulleiki, sum landspolitkararnir mugu taka í álvara. Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu vóni eg, at Løgtingið og landsstýrið vilja hjálpa kommununum at loysa
klaksvíksingur. Hon hevur longu í sínum unga aldri luttikið í fleiri sangkappingum og sungið almenn í Klaipéda og heimlandi sínum Litava, har hon býr og gongur í skúla. Men í Føroyum og aðrastaðni við, kenna [...] sangirnir og videoløgini Eg tími ikki í skúla og Gott at vera barn í Føroyum givnir út av sama sanghøvunda. Næstu løgini í røðini eru Mister Áttabein og Tú ert hon. [...] Men seinni í árinum verður sangurin at finna á Spotify, og hann verður eisini við á nýggjari útgávu saman við fleiri barna- og ungdómssangum, sum Steintór Rasmussen hevur skrivað. Fyrr í summar eru sangirnir
NSÍ í góðveðrinum í dag um sína støðu sum topplið og FM favorittur. Nú er NSÍ seks stig frammanfyri KÍ, sum í annaðkvøld fær vitjan av EB/Streymi. Argjamenn vóru ikki komnir til Runavíkar at vera í egnum [...] stýrdi bóltin í málið. Teir báðir argjadreingirnir, Sjúrður Henriksen og Gunnar Reynslág, vóru í vár ofta millum teir fyrstu ellivu. Tað hava teir ikki verið so javnan í summar. At teir vóru tað í dag mundi [...] verða leikbannaðir, sótu á beinkinum frá dystarbyrjan í dag. AB dugdi væl at skifta ímillum at vera ágangandi frammi á vøllinum og at vera aftarlaga í verjustøðu, og ta einu ferðina var um reppið, at tað
har tað í kvøld vóru 33 hitastig. Seinni dysturin verður um eina viku í Klaksvík. Tá verður tað greitt, um leikluturin hjá NSÍ verður av á hesum sinni í Europa, ella um NSÍ fer at halda fram í UEFA Conference [...] Tom Amos aftur í kvøld var sannur brandur millum NSÍ stólparnar. Í kvøld var saknur í liðformanninum Peturi Knudsen, sum var leikbannaður, og so kom tað illa við, at Meinhard E. Olsen ikki var tøkur, eftir [...] liðini hóskvøldið um eina viku fara á vøllin í Klaksvík verður setningurin hjá NSÍ nett tann sami, sum hann var fyri einari viku síðani, tá ið NSÍ var á útivølli í Slovenia ímóti FC Koper. Tá var útgangsstøðan
minuttir aftrat, og tá var tað, at NSÍ miðverjin í 98. minutti og við høvdinum eftir innlegg úr høgru frá innskifta Alex Freyr Elisson stýrdi bóltin í málið. Í morgin, 24. august, vera tað 122 ár síðani, at [...] leikgongdin tann sama, og tá var tað, at KÍ legði seg á odda bæði 1-0 og 2-0, og í báðum førum átti Árni Frederiksberg uppleggið. Í fyrra førinum var tað, tá ið ein tími var farin og við innleggið úr høgru og [...] og til handara stólpa, har Filip Brattbakk við høvdinum stýrdi bóltin í handara síðunetið, og í seinna førinum var tað fáar minuttir seinni, at Páll A. Klettskarð við høvdinum og eftir horna úr vinstru
Dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð í Runavík. Máltalvan vísir 4-2, og tað er bæði lætti og sera stórur fagnaður í heimaleguni, meðan teir í EB/Streyma leguni hanga við høvdinum. NSÍ sigurin ber við [...] kroystir. EB/Streymur er í vanda fyri at flyta niður, og EB/Streymaspælararnir tevjaðu av álvara blóð í seinna hálvleiki. Sum tíðin leið, sást tað væl, at NSÍ liðið hóskvøldið var í europeiskari uppgávu. [...] Skytte, sum aftur í dag var fremsti maður, sum setti bóltin í málið eftir innlegg frá Beinir Nolsøe, og so var 2-0. Beinanvegin eftir steðgin sást, at EB/Streymur var ágangandi, og í 63. minutti var tað
og skrivstova hjá Nema í Klaksvík eru nú flutt í nýggj høli á Biskupstorginum. Her hava vit fingið betri karmar til bæði handil, ráðgeving og tænastu til vinnuna, skrivar Nema í tíðindaskrivi. Týsdagin [...] Týsdagin 18. august lótu vit dyrnar upp í nýggju hølunum, neyvari sagt, í reyða bygninginum á Biskupstorgi 21, í Klaksvík. Bæði handil og skrivstova eru savnað á somu hædd, so vinnukundar kunnu koma inn á gólvið [...] og veita vinnulívinum í Klaksvík, Norðoyggjum og Eysturoynni ta tænastu og ráðgeving, sum tey kenna frá okkum frammanundan. Hjá okkum er samstundis týdningarmikið, at gáttin ikki er ov høg. Tað skal vera
Trump segði í síðstu viku, at tað var eitt gjøgnumbrot, at Hamas hevði játtað at lata seg avvápna. Hóast vápnahvíld hevur verið síðani oktober í fjør, hevur Ísrael framhaldandi framt álop í Gaza. Seinastu [...] meini eg við øll vápn. Tað skal vera verulig avvápning og ikki ein avvápning fyri sjón skyld, segði hann. 15 punkta ætlanin varð løgd fram síðst í juli og hevur fingið undirtøku frá Hamas. Sambært ætlanini [...] hevur lagt fram. Tað staðfesti ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, á einum stjórnarfundi í dag. – Eg sigi tað aftur: Ísrael vrakar 15 punkta skjalið, segði Netanyahu sambært Times of Israel.
verður hildin í Danmark, og í ár verður hon á fyrsta sinni víðkað til allan ríkisfelagsskapin. Sjálv venjingin fer fram við fysiskari luttøku og varir í tríggjar tímar. Men tað eru ikki bert hesir tímarnir [...] fyritøkur fáa nú møguleika at lata seg hakka í tríggjar tímar fyri at styrkja talgildu verjuna. Nettrygdarátakið „Hele Danmark Øver“, sum verður í oktober, er í ár víðkað til allan ríkisfelagsskapin. Tað [...] fara at hava „eitt sindur av ilt í búkinum“ eftir venjingina. – Aftaná hevur tú fingið eina góða mynd av, hvat tú skalt seta teg inn í og hvørjum tú skalt hava skil á í fyritøkuni, áðrenn hon verður rakt