tað, vit kenna Fridrik Karlsson fyri. Slagverkið og trummuspælið hjá Rógva og James helt so sanniliga støðið, sum vit kenna teir fyri, tí tað hevur altíð verið eyðkent fyri Mezzoforte og sum vit eisini [...] superbólkinum í verðini nakrantíð: Mezzoforte úr Íslandi, sum teir tóku til í lýsingini. Tey í bólkinum vóru: Hans Petur í Brekkunum, tenorsax Bastian Fossá í Brekkunum, bass Jákup Tórgarð, keyboard Ari Johannesen [...] tískil ein forloysing, tá hesi løgdu frá landi og diskaðu upp við einum lagi fyri og øðrum eftir, sum vit minnast. Sjálvur eri eg bassistur, so kundi ikki annað enn leggja merki til frálíka og taktfulla spælið
Av tí at nógvar seinkingar vóru í flogferðsluni fyrr í vikuni hevur ólag verið á farmaflutninginum til Føroya við Atlantsflog. Og tí hevur Posta ikki borið haldarunum bløðini enn. Bløðini eru eisini seinkað [...] bløðini vera ikki í øllum blaðsølunum fyrr enn mánadagin, tá Posta eisini ber haldarunum bløðini. Vit harmast seinkingina og vóna, at haldara, lesarar og lýsarar umbera okkum. Haldarar kunnu lesa blaðið
fleiri ferðamannaskip koma í senn. – Vit vilja bara hava ferðavinnuna undir treytum, sum gera, at vit framvegis kunnu verja okkara mentan og náttúru, sigur hon. Í 2025 vóru 232 ferðamannaskipaferðir í Grønlandi
stríðnum móti íslendskari hvalaveiði. – Tey kunnu kalla okkum, hvat tey vilja. Í 50 ár hava vit ikki skatt nakran, og vit eru ikki dømd fyri nakað álvarsligt brotsverk, sigur Paul Watson. Kelda: RÚV [...] skipinum, handtóku manningina og fluttu flestu manningarlimirnar av landinum. – Endamálið við øllum, sum vit gera, er at fáa fólk at varnast tað, sum fer fram, sigur Watson. Bandero hevði trupult við at finna [...] um skipsskjølini Íslendskir myndugleikar hava sett spurnartekin við, um skipsskjølini hjá Bandero vóru í gildi. Watson vísir aftur, at skipið ikki hevði røttu pappírini. Hann sigur, at Bandero nýliga varð
har tú knappiliga reistist frá borðinum og fór rennandi eftir gólvinum sum ein rakett, og vit, ið vóru saman har, mundu skrædnað. Eisini á hendan hátt vísti tú, at framdriftin altíð kemur fyrst [...] fitt, og eg var góð teg, sum eitt barn elskar pápa sín. Tú hevur altíð tikið væl ímóti teimum, ið vit børn drógu við heim til mammu og tín, ikki minst unnusta mín. Tú spurdi hann: Ert tú góður við Judith
hópurin er breiður hjá okkum, og at vit vísa styrki og áhaldni, hóast tað sær svart út, staðfesti innskifti Jonn Johannesen, sum skoraði 4-3 sigursmálið. -Nú flyta vit fokus fult og heilt á avbjóðingina [...] verður í Klaksvík hóskvøldið, og so verður tað eftir dystin hóskvøldið, at vit fara at hugsa um toppdystin ímóti NSÍ. AB spælararnir vóru ógvuliga vónbrotnir um, at tað heldur ikki í kvøld eydnaðist at vinna [...] Magnus Powell hevði frammanundan skift millum annað Jonn Johannesen og Dávid Reynheim inn, og tað vóru teir báðir, sum skoraðu tvey tey síðstu málini, ið bóru við sær, at KÍ framvegis er við í FM kappingini
ikki heilt samdur. Vit hava verið á trimum fundum við umsiting hjá TK, mentamálanevndina hjá TK og SST. Á øllum fundunum hava vit greitt sagt, at ross og súkklur hoyra ikki saman og at vit frámæla ætlani. [...] fram. Tað vísti seg eisini at vera rætt. Hetta var ikki ein fundur, har vit vórðu hoyrd, og nú vóru øll okkara mótmæli til fánýtis. Vit skiltu, at nú var støða tikin í samgonguni og fjallasúkklubreytin skuldi [...] proforma. Tey vóru frá byrjan sett í verjustøðu og høvdu beinavegin ta greiðu fatan, at her var einki at gera. – Støðan var tikin og allar atfinningar vóru til fánýtis. Skal viðmerkjast, at vit á øllum fundunum
fyri rossafólk vóru boðin á fund í kommununi, men at tey ikki sluppu inn. Guttormur í Skála sigur, at úthurðin hjá kommununi helst varð stongd klokkan 16, tá starvsfólkini í móttøkuni vóru farin til hús [...] Nina Brockie hevur eisini sagt, at rossafólkini kendu tað, sum vóru tey til avhoyringar á fundinum. Guttormur svarar, at súkklararnir, sum vóru á fundi beint frammanundan, fingu fleiri spurningar frá honum [...] hús. – Høvdu tey ringt til onkran av okkum, høvdu vit sjálvandi komið út og latið upp. Tað er gjørt áður, sigur hann. Hann vísir aftur, at býráðslimirnir longu høvdu tikið støðu til málið, soleiðis sum Nina
loysnin vald, sum nú liggur á borðinum? Tað er soleiðis, vit skapa álit. So jú, Guttormur – eg haldi ikki, at vit skulu sløkkja Facebook. Eg haldi, vit skulu tendra ljósið. Opna dyrnar. Leggja kortini á borðið [...] vinna kjakið. Eg havi áhuga í, at vit finna eina góða loysn fyri Vesturvarða. Og sum ein, ið hevur røtur í Havn og kennir hetta økið sum heim, vóni eg veruliga, at vit, at tit sum eru fólkavald kunnu gera [...] hava minni rætt enn onnur. Men tí hetta snýr seg um eitt náttúruøki, trygd, atgongd og um, hvussu vit velja at leggja ymisk virksemi saman. Tí haldi eg eisini, at tað er eitt sindur løgið, at tú sigur
Men eisini tá vóru úrslitini betri á pappíri. Lesifatanin og uppmerksemið vóru framvegis betri, tá næmingarnir lósu prentaða tekstin. Granskarin heldur, at ein frágreiðing kann vera, at vit eru vorðin von