eydnaðist tað Aluminij at vinna 3-1 á Kalcer Radomlje. Hanus var á vøllinum í 84 minuttir áðrenn hann var skiftur út. Stóra hetjan hjá Aluminij var Bede Amarachi Osuji, ið skoraði reint hattrick innanfyri
stóra endurreisnin hjá bólkinum, sum var nakað gloymdur, og í grundini var meira ella minni givin at spæla live. Framførslan í 2005 var framúrskarandi, og móttøkan var betur, enn nakar hevði væntað. Dynamit [...] sigur Niclas Heri Jákupsson, oddamaður í Dynamit. Dynamit gav fyrstu sangirnar út í 1980'unum og var sera væl umtóktur dansibólkur tá í tíðini. Teir hittaðu við fleiri sangum á útgávum og í útvarpinum
vísa, at sjóvarhitin framvegis var óvanliga høgur 13. august. Størsta frávikið varð mált í vestara Miðjarðarhavinum. Serliga í Lion-flógvanum út fyri suðurstrond Fraklands var sjóvarhitin umleið seks stig [...] fyri Iberisku hálvoynna – Spania og Portugal – vóru øki, har sjógvurin var meira enn fimm stig heitari enn vanligt. Hinvegin var sjógvurin í pørtum av Egearahavinum kaldari enn vanligt. Copernicus vísir
Talana var um eitt soloóhapp, har ein bilur kom ov langt út í vegjaðaran og fór út av vegnum. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at skaðin á bilin var stórur, men at fólkini í bilinum bert fingu smásnuddir [...] ymsa staðni í Klaksvík, nú Summar Festivalur er. Klokkan hálvgum trý í nátt var ein bilførari tikin fyri narkokoyring. Har var blóðroynd tikin av bilføraranum, og so koyrir tað málið víðari í rættarskipanini
smekkaði til, og hóast tað var nógv fólk frammanfyri málið, so streyk bólturin millum allar og í málið. Tá ið tap var í hendi, sá tað út til, at hetta var úrslit, sum av álvara var við til at draga B68 nærri [...] eisini av, at Tórður Thomsen var stinnur millum B68 stólparnar. Arbeiðstreytirnar hjá honum vóru ikki góðar, tí miðverjarnir vóru so lítið sannførandi. Undir hvíldini var tað mest sum jarðarferðarhýrur [...] Jovan Coronjic fimm minuttir undan leikloki javnaði til 1-1, var spurningurin, um tað fór at eydnast heimaliðnum at skora sigursmálið. Klokkan var farin tríggjar minuttir út um vanligu leiktíðina, tá ið B68
endurgevur Mowi í Írlandi fyri at siga, at tá kavarar kannaðu nótina, vísti tað seg, at hon var heil, og at eingin fiskur var mistur. ##med2## [...] Avis sigldi tíðliga gjáramorgunin bókstaviliga inn í ein aliring hjá felagnum, Mowi í Írlandi. Hetta var í aliøkinum út fyri Clare Island við innsiglingina til Clew Bay í County Mayo, og sagt verður, at báturin [...] fyrst rakti flotini og sigldi síðan inn í alinótina, har hann varð liggjandi. - Eingin fólkaskaði var og tey, sum vóru umborð í seglbátinum, vórðu flutt av bátinum til Clare Island, meðan Mowi fór í holt
ferðalig var í fjøllunum oman fyri Funning, har tey ikki hildu, at alt ruggaði rætt viðvíkjandi arbeiðsloyvi. Løgreglan fór á staðið og staðfesti, at ferðaleiðarin arbeiddi uttan arbeiðsloyvi. Talan var um ein [...] eitt. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at hetta var ógvuliga ódramatiskt, og at ferðaleiðarin viðgekk, at hann hevði forbrotið seg, men at tað var tí, at hann visti ikki, at arbeiðsloyvi krevst. Orsøkin
men onkra ferðina var KÍ um reppið at javna. Eitt nú, tá ið Páll A. Klettskarð royndi seg við stútara, og tað varð bjargað á málstrikuni. Fýra minuttir eftir steðgin varð 2-0. Harvið var samantalda støðan [...] spælarunum vóru í góðum støðum. Og so varð talan at enda um stórsigur. 3-0 málið var eftir óheppið KÍ verjuspæl, og 4-0 spælið var eftir gott álop. Lítla løtu undan leikloki varð 5-0 útisigurin staðfestur. Hetta [...] í kvøld eitt skot fyri bógvin. KÍ hevði á Tórsvølli vitjan av Lech Poznan úr Póllandi. Upprunaliga var dysturin ásettur at vera í gjárkvøldið. Pólska liðið lendi ikki í Vágum fyrrenn seinnapartin í gjár
sáttmála, var alt annað enn nøgdur við tað, sum hansara menn seinnapartin vístu í fyrra hálvleiki við Margáir. Men tað endaði við, at Víkingur vann 2-1, eftir at EB/Streymur í fyrra hálvleiki var frammanfyri [...] lotið undan, og tá var bólturin væl meiri á heimahálvuni. Sølvi Vatnhamar javnaði til 1-1. Tá vóru tríggir minuttir av seinna hálvleiki farnir. Kaj Leo í Bartalsstovu, sum í dag var millum teir fyrstu [...] nógv fyri í royndini at javna, og tá ið valiga leiktíðin var farin, hevði Sowe Ba Lamin stóran møguleika, men landsliðsmálverjin Bárður á Reynatrøð var tryggur millum stólparnar hjá Víkingi. Nú er Víkingur
Vakleiðarin á politistøðini sigur, at bilurin fór langt oman av vegnum, men at eingin fólkaskaði var. Óhappið hendi í Hjarðardali, har vegurin av Heltnini svingar oman móti Oyndarfirði. Í Havn vóru boð [...] løgreglan framvið og fekk mannin á eitt stað, har hann kundi sleppa inn í hitan. Eitt minni ferðsluóhapp var á Kaldbaksvegnum nakað norðan fyri rundkoyringina á Hvítanesi. Ein bilur bremsaði hart upp fyri einum [...] Tað varnaðist bilurin aftanfyri ikki nóg tíðliga, og tí rendi hann í bilin frammanfyri. Men skaðin var ikki so stórur, sigur vaktleiðarin á politistøðini.