gingu í serflokkum og 54 í Skúlanum á Trøðni. Vøksturin er sostatt góð 50 prosent eftir fimm árum. Tað upplýsir Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, í einum skrivligum svari til Fíu Selmu Nielsen [...] milliónir krónur. Verður hædd tikin fyri lønarhækkingum, svarar hetta til umleið 51 millión krónur. Tað eru 19 milliónir krónur meira enn í 2021, tá kostnaðurin var 32 milliónir. Harumframt er játtanin til [...] ð er vaksið. Í 2026 eru mett umleið 102 ársverk í serflokkunum, samanborið við 64 ársverk í 2021. Tað er ein øking upp á 38 ársverk. Eingin kanning av úrslitunum Hóast útreiðslurnar eru hækkaðar, eru ongar
land. Tað er eisini eitt uppvakstrarøki hjá toski og upsa. Havstovan hevur kortini ikki savnað miðvísa vitan um, hvørja ávirkan kópurin hevur á fiskastovnarnar. Kanningar aðrastaðni vísa, at tað er torført [...] uttanríkis- og fiskivinnumálum, hevur biðið fyrisitingina fyrireika eitt uppskot til lóg um kópaveiðu. Tað upplýsir hann í svari til Bjarna Hammer, løgtingsmann, sum hevur sett honum ein grein 52a-fyrispurning [...] verður brúkt sum grundarlag undir arbeiðinum. Harumframt verður neyðugt at broyta vápnalóggávuna, tí tað sambært djóravælferðarlógini er bannað at skjóta kóp við høgli. Støða skal eisini takast til, hvør
Grønland kann yvirtaka loftferðsluøkið frá Danmark, um grønlendsku myndugleikarnir ynskja tað. Tað staðfestir danska bý-, landa- og flutningsráðfrúan, Signe Munk, í einum svari til Grønlandsnevndina hjá [...] Sambært sjálvstýrislógini kann Grønland yvirtaka loftferðsluøkið eftir samráðingar við donsku stjórnina. Tað er tó Grønland sjálvt, sum skal taka stig til yvirtøkuna og áseta, nær hon skal fara fram. Signe Munk [...] Munk vísir í svarinum á, at Føroyar og Danmark hava valt eina stigvísa skipan. Ein slík loysn ger tað møguligt at byggja neyðugar førleikar og ein føroyskan loftferðslumyndugleika upp so líðandi. Føroyar
eru handlingslamin. Men tað, sum man serliga eigur at bíta merki í, er hetta: EBS avtalan hjá EFTA umfatar ikki fisk! Tískil er tað burturvið, at Jóannes Eidesgaard pástendur, at tað vil geva okkum frían [...] er at betra um handilssambondini hjá Føroyum – og tað gera vit við ella uttan politiskar viðmerkjarar. Samband er slett ikki so ringt, serliga tá tað snýr seg um handil - men luftkastellir frá loysing [...] Tað var einastandandi at hoyra Jóannes Eidesgaard í Breddanum, tí ferð aftaná ferð verður staðfest, hvat hansara egentliga agenda er: At geva Sambandsflokkinum skyldina fyri allar heimsins trupulleikar
mun tað, sum tykist rætt út frá okkara egnu royndum. Men okkara royndir eru avmarkaðar. Vit síggja bara ein lítlan part av heiminum, minnast skeivt, leggja betur merki til tað, sum hóskar til tað, vit [...] skilja millum tað, vit vita, og tað, vit halda, og broyta meining, tá ið fakta tala ímóti okkum. Vánaliga úrslitið í lesiførleika er álvarsamt. Men lesiførleiki er at enda eitt amboð. Tað hjálpir lítið [...] tá ið vit skulu gera almennar niðurstøður. Tað, sum ein persónur hevur upplivað, kann geva okkum eina hypotesu. Vit mugu framvegis kanna, um hon heldur. Tað er ikki nóg mikið at læra fleiri fakta Svarið
uppgáva, sum tú helst vilt hava sera góða tíð at leggja til rættis. Tað hava tey ikki havt, sigur Mogens Lauridsen. Hann vísir tó á, at tað eisini kann vera ein fyrimunur. Fólk, sum møguliga ætla at gera seg [...] kongur verður jarðaður. Umleið 3.000 løgreglufólk verða til arbeiðis í sambandi við statsjarðarferðina. Tað er tvífalt so nógv sum fyri 35 árum síðani, tá Olav kongur varð jarðaður. Harumframt koma løgreglufólk [...] Yvir 150 flogfør við kongaligum, ríkisleiðarum og øðrum gestum verða væntandi í floghavnini í Oslo. Tað krevur millum annað trygd kring gistingarhúsini, persónsverju og í summum førum løgreglufylgi, tá gestirnir
Russiskar dronur raktu í nátt altjóða marknaeftirlitið Starokozache við markið millum Ukraina og Moldova. Tað upplýsir ukrainska marknavaktin sambært Reuters og AFP. Guvernørurin í økinum, Oleh Kiper, sigur, at
Champions League í kvøld. Real Madrid vann 2-1 í prestisjutung uppgerðini á heimavølli móti Inter Milan. Tað hilnaðist væl hjá ensku liðunum á útivølli. Erling Braut Haaland syrgdi fyri við tveimum málum, at
amerikansk rakett hevur rakt eitt iranskt tangaskip, men einki verður sagt um, hvar skipið var statt, tá tað varð álopið. Óvist er eisini, hvussu stórir skaðarnir á tangaskipið eru, men Tasnim sigur seg vita [...] Iran hevur roynt at leypa á fleiri amerikansk herskip í økinum. Wall Street Journal veit at siga, at tað eydnaðist ikki iranum at raka amerikansku skipini í álopunum. Iranska kollveltingarhirðin hevur í dag
stórum formum og skapa eina kenslu av frástøðu, einsemi og leitan. Tað føroyska landslagið er ikki endurgivið, sum tað sær út. Heldur er tað til staðar sum ein innara mynd av einum staði – formað av tíð, frástøðu [...] frástøðu og minni. Verkini røra seg millum veruleika og dreym, millum tað kenda og tað ókenda – og millum ró og órógv. Tey siga ikki eina ávísa søgu, men lata áskoðaran finna sína egnu. [Ó]RÓ snýr seg [...] Gallarí Havnará, Tórshavn UM [Ó]RÓ [Ó]RÓ er eitt myndaligt univers um støðuna millum ró og órógv – og um tað, sum liggur beint undir yvirflatuni. At venda aftur til Føroya við einari solo-framsýning er hjá Hans