í nátt. Sagt verður, at seks av teimum dripnu høvdu starv hjá almenna jarnbreytarfelagnum. Umframt tey, sum lótu lív, eru fimm særd í álopunum, harav trý børn. Ein røð av ógvusligum spreingingum vóru at [...] himmalinum í náttarmyrkrinum. Russar siga seg hava lopið á orku-og hernaðarmál í Kyiv og Odessa, sum er ein av ukrainsku svartahavsbýunum. Ukrainskar dronur hava eisini lopið á mál í Russlandi í nátt, og eitt [...] verður, at í býnum, Novokujbysjevsk og í økinum kring Volga-ánna, hava russar fleiri oljureinsiverk, sum almenna felagið, Rosneft, rekur.
við tíðarfestingina av standmyndini av Mariu og Jesusbarninum, sum varð funnin í útgrevstrinum fyrr í summar. ##med2## Tað er torført at siga, hvør Ápostulin er, tí luturin, sum hann hevur havt í høgru [...] høgru hond, er brotin av. Var tað ein lykil, kann talan vera um Pætur ápostul. Var tað serligi krossurin, sum Andras ápostul vanliga ber, kann tað vera hann. Báðir verða ofta lýstir sum eldri menn við skeggi [...] var eisini hesa ferð. Undir einum koppaðum steini í kórinum við eysturveggin varð partur av eini lítlari standmynd av einum halgimenni úr hvítum leiri, nevnt pípuleir, funnin. Lítla standmyndin ímyndar helst
móti sjúku, samstundis sum vit verja onnur. Í Føroyum hava vit eina barnakoppsetingarætlan, har øll børn fáa tilboð um koppsetingar, sum verja tey móti álvarsligum smittusjúkum so sum meslingum, polio og [...] tó, at foreldur taka væl undir við, at børnini verða koppsett. Kortini er ein alt størri partur, sum av onkrari orsøk ikki fær hetta í lag. Nýggja áminningarskipanin fer at virka soleiðis, at foreldur/verjar [...] og kikhosta. Nógvar av sjúkunum, koppsett verður fyri, eru at kalla útruddaðar í Føroyum, m.a. tí at so nógv eru koppsett. Tá stórur partur av fólkinum eru koppsett, er trupult hjá smittusjúkum at breiða
fevndir av hesi tilbúgving. Okkara limir arbeiða allir við teimum veikastu, og lógarfest tilbúgving er tí avtøka av okkara verkfalsrætti. Søgan vísir okkum, at eingi arbeiðsrættindi eru komin av sær sjálvum [...] føroysku fakfelagsrørsluna, ið viknar hvørja ferð enn eitt fakfelag letur seg tøla av politiskum snildum ella kroysta av hóttanum. Vit fakfeløg eiga at vera vakthundurin heldur enn at renna ørindi fyri politiska [...] ráðnum undir skálkaskjólinum um tilbúgving hevur brúkt verkfall sum sparitiltak í heilsuverkinum. Meðan heilsustarvsfólkið tók ábyrgd av teimum veikastu undir seinasta verkfalli hjá sjúkrarøktarfrøðingunum
Sambært ákæruni hava partar av fiskinum havt samband við gólv og skitin økir, og kortini er fiskurin seldur sum mannaføði. - Málið er serstakt, og vit hava ikki havt líknandi mál av hesi støddini í rættarskipanini [...] fyri at hava selt fisk, sum ikki var egnaður til mannaføði, fyri næstan 50 milliónir norskar krónur. Hetta svarar til umleið 32 milliónir krónur í okkara peningi. Økokrim í Noregi, sum kannar fíggjarlig brotsverk [...] sambært norska kringvarpinum NRK, at hetta er størsta mál av sínum slagi í Noregi nakrantíð. Samanlagt hava menninir selt fleiri enn 550 tons av fiski til viðskiftafólk bæði innan-og uttanlands, og hetta
skøruni, sum breiðir seg við miklari ferð og kann gera stóran skaða á okkara náttúru. Hetta er eitt tungt og drúgt arbeiði, og tá skøran fyrst hevur fest røtur, er hon tíverri sera trupul at sleppa av við. [...] reglur fyri, hvørjar plantur kunnu innflytast til Føroya. Og skøran eigur at vera millum tær fyrstu, sum verða steðgaðar. Tí heita vit á landsstýriskvinnuna í náttúrumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, um at [...] at seta í verk kunngerð eftir náttúruverndarlógini um innræsnar plantur og steðga innflutninginum av skøruni. Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag
praktiskar trupulleikar. Millum annað er ógreitt, hvussu hermenn við hermótið, milliónir av ukrainum, sum eru flýddir av landinum, og fólk í russiskt hersettum økjum skulu sleppa at greiða atkvøðu. Harumframt [...] – Eg haldi, at í einum kríggi sum hesum er eitt val ein øgiliga stórur váði. Eitt val beint nú hevði verið ein tsunami fyri landið, sum hevði syndrað Ukraina, segði Volodymyr Zelenskyj á tíðindafundi í [...] leikar á. – Fólkaræðið kann ikki haldast sum gísli hjá Russlandi, segði Fedorov. Hann heldur, at Ukraina má finna eina lógliga, trygga og realistiska skipan, sum ger tað møguligt at fáa fullu fólkaræðisligu
X skrivar Zelenskyj, at Ukraina frá januar til august hevur endurvunnið 745 fermetrakilometrar av øki, sum Russland áður hevði hersett. Sambært forsetanum liggja bygdirnar í Donetsk-, Dnipro- og Zapori [...] russisk loftverja skeyt niður 502 ukrainskar dronur í nátt. Heldur ikki hesar upplýsingarnar eru váttaðar av óheftum keldum. Kelda: Ritzau/Reuters
eftir eina infektión, sum hann fekk á eini frítíðarferð í Malaysia. Stutt eftir deyða kongsins sendi Zelenskyj samkensluheilsan vegna ukrainska fólkið. – Hansara hátign var ímyndin av virðing, vísdómi og [...] aráðið. Endamálið við ferðini er fyrst og fremst at vera við til jarðarferðina hjá Haraldi kongi, sum verður í morgin. Haraldur kongur andaðist á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo tíðliga um morgunin 28. august
tey, sum gera seg kynsliga inn á børn, ikki skulu kunna fjala seg, bara tí talgildu sporini eru vekk, áðrenn brotsverkið varð meldað. Endamálið er, at løgreglan skal kunna finna fram til fólk, sum millum [...] samskifta við. Men tað er ikki tað, sum uppskotið snýr seg um. Talan er ikki um at goyma innihaldið í boðum, myndir, loyniorð ella eina søgu yvir tær heimasíður, sum vit vitja. Talan er um grundleggjandi [...] knýtt at einari ítøkiligari løgreglukanning og teimum treytum, sum rættargangslógin setur. Tá ið talan er um inntriv í loyniliga partin av samskiftinum, skal rætturin taka støðu til, um inntrivið er neyðugt