rindar Tað er ikki greitt, hvussu nógv Hearts rindar fyri føroyska spælaran. Kringvarpið skilir, at upphæddin er minni enn ein millión krónur. Portal.fo skrivar við tilvísing til skotskar miðlar, at talan [...] ikki vátta, at ein avtala er gjørd. Hann váttar tó fyri Portal.fo, at útlendskur áhugi er fyri Aroni Benjaminsen. Hevur gjørt vart við seg Áhugin fyri unga føroyinginum hevur verið stórur, og fleiri útlendsk [...] miðlar meta tó Hearts vera favoritt at fáa undirskriftina. Aron Benjaminsen hevur verið millum mest eyðsýndu álopsspælararnar í føroysku kappingini í ár. Hann hevur skotið níggju mál og lagt upp til átta onnur
fingið uppgávuna at gera jørð- og betongarbeiðið í sambandi við nýggju oljugoymsluna hjá Effo í Søldarfirði. Tað skrivar felagið á Facebookvanga sínum. Nýggja oljugoymslan fer tilsamans at rúma 20.000 rúmmetrar [...] diesel, bensini og flogbrennievni. Arbeiðið hjá ArtiCon fevnir millum annað um tríggjar tangagarðar við tilsamans sjey tangafundamentum. Harumframt skal byggjast eitt ventilhús og ein rampa til at fylla olju [...] olju á tangabilar. Jørðarbeiðið er longu farið í gongd og gongur sambært ArtiCon væl. Roknað verður við, at fyrsti parturin verður liðugur í seinnu hálvu av september. Síðan verður farið undir betongarbeiðið
vert at leggja dent á, at øll kunnu vera við: „Tað er ikki neyðugt at hava royndir frammanundan. Tað týdningarmesta er, at tú hevur hug at skapa, royna teg fram og arbeiða saman við øðrum.“ Filmsfimi heldur [...] til at ganga til film,“ leggur Eir í Ólavsstovu, sum er ein av undirvísarunum, afturat. Skeiðið gevur tíð og rúm til at menna hugflog, samstarv og skapandi førleikar. Barbara Lervig heldur, at tað er vert [...] tryggjað, at útgerðin er nøktandi, tí ætlanin er, at børnini skulu sleppa at arbeiða við veruligari filmsútgerð heldur enn at taka filmarnar upp við fartelefon. „Vónin er, at Filmsfimi kann halda fram at mennast
hjá KÍ at endurvinna FM heitið og í minsta lagi at tryggja KÍ pláss í Europa á sumri 2027. Í kvøld er fyrsta venjingin, har Fróði Benjaminsen er venjari. Tað var í gjár, at felagið boðaði frá, at Magnus [...] Magnus Powell er givin í felagnum, og at Fróði Benjaminsen, sum annars hevur skrivað undir venjarasáttmála fyri 2027 og 2028, er nýggjur venjari. Saman við høvuðsvenjaranum Fróða Benjaminsen eru tveir lokalir [...] Jacobsen og Atli Danielsen, sum umframt at hava roynt seg í bestu deildini, eisini í síni tíð vóru landsliðsspælarar. Fyrsti dysturin við nýggja venjaratoyminum við róðrið verður sunnudagin, tá ið KÍ fer at
gongd, væntar felagið, at Rosebank fer at tryggja 880 arbeiðspláss og 125 lærlingapláss. Ætlanin er at framleiða umleið 69.000 tunnur av olju um dagin, tá framleiðslan er størst. Tað svarar sambært felagnum [...] eftir samanleggingina av bretsku frálandsvirkseminum hjá Equinor og Shell, stendur fyri verkætlanini. Felagið metir, at útbyggingin fer at kosta 8,7 milliardir pund. Sambært Adura kann verkætlanin skapa [...] arbeiddi hjá Equinor, sigur, at málið ikki verður avgjørt av skotsku stjórnini. Hon heldur, at bæði arbeiðspláss, innkeyp í heimliga vinnulívinum, útlát og onnur viðurskifti eiga at verða tikin við í metingina
verður mælt til at fara undir at byggja slíkar íbúðir. Ein týðandi táttur fyri at kunna vera heima og virkin sum longst, eru møguleikarnir fyri at røra seg og kunna vera virkin. Mælt verður til at økja um m [...] seiðir Trupult er at fáa fólk at søkja størv innan (serliga) heimarøktina. Mælt verður til at HR deildin hjá kommununi fer í eitt samskifti við heimarøktina, fyri at broyta mannagongd at søkja eftir fólki [...] í Tórshavnar kommunu er at vera talurør fyri tey eldru í kommununi. Tí hevur ráðið vitja støð í kommununi, har eldri savnaðast og/ella búgva. Á tann hátt metti ráðið, at tað kundi hoyra, hvat rørist millum
landsapotekari dagin eftir, at aðalráðið hevði gjørt av at senda honum ætlanarskriv um burturvísing. Nú er hann skuldsettur í einum revsimáli, sum løgreglan er um at vera liðug at viðgera. Nýtt alment innlit [...] donsku Styrelsen for Patientsikkerhed um at meta um málið. Lars Fodgaard Møller, landslækni, váttar fyri Kringvarpinum, at styrelsen metti málið vera so álvarsamt, at tað varð meldað til løgregluna. Hjalti [...] februar var fundur millum Hjalta Gunnarstein og Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra í táverandi Almanna- og heilsumálaráðnum. Eftir fundin fekk landsapotekarin at vita, at málið kundi enda við burturvísing. Hann skuldi
innfyri, og aftanfyri handara stólpa var innskifti Ragnar Samuelsen leysur, tá ið hann smekkaði bóltin í málið. 1-1 og heimamenninir vóru vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at vinna favorittsigur, og toftamenn [...] botnlið, og B36 stríðist fyri at vera við í kappingini um pláss í Europa. Tað endaði 1-1 eftir málleysan fyrra hálvleik. Undan fráferðini av Svangaskarði høvdu toftamenn ivaleyst verið nøgdir við at hava eitt [...] Skálafjørðin. Nú hava teir orsøk at vera ikki frítt vónbrotnir. Heimaliðið var greitt omaná í fyrra hálvleki, tá ið tað vóru fleiri góðar støður í B68 brotsteiginum, og onkra ferðina stórbjargaði veteranurin
Tað hevur ligið í kortunum síðani tíðliga í vár, og nú er tað staðfest. B71 er flutt upp og verður í 2027 aftur í bestu deildini. Har hevur B71 ikki verið síðani 2011 ella í 15 ár. Uppflytingin varð staðfest [...] var tað síðstu minuttirnar, tá ið B36 tvær ferðir minkaði um munin. Fyrst var tað Carl Mikkelsen, sum við fínum máli eftir sending frá innskifta Brandi Mørk minkaði um munin til 5-2, og so var tað innskifti [...] Lucas Ørneborg við fínum máli økti um munin til 5-1, kendist tað sum um, at heimamenninir høvdu meiri fokus á fagnaðinum um veruleikan av at vera fluttir upp, enn teir høvdu á tí, sum gekk fyri seg á vøllinum
Tað eru níggju dystir eftir at spæla hjá B71, áðrenn tað leygardagin 24. oktober verður sett punktum fyri landskappingina í 1. deild. Tí eru tað 27 stig eftir at spæla um. Men tað skal heilt nógv venda [...] mánað, enn tað nú ger, um B71 ikki í 2027 aftur fer at spæla í Meistaradeildini. Í kvøld spældi B71 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi, og B71 vann 3-1. Sigurin ber við sær, at B71 hevur 44 [...] 44 stig. Tað vera eftir øllum at døma tveir uppflytarar. Víkingur er næstfremst við 39 stigum, FC Suðuroy er á triðja plássi við 35 stigum, og ÍF er á fjórða plássi við 24 stigum. B71 hevur spælt 18 dystir