Eldraøkið var mestsum ikki nevnt í ólavsøkurøðu løgmans, tí var tað høvuðsfokus hjá undirritaðu til viðgerðina í Løgtinginum í dag. “Ein glotti fyri framman, ytst á havsbrúnni hómast ljós”. Soleiðis byrjar [...] arbeiðslív og fíggjarstøða verða ávirkað. Tað er ikki í lagi. *** Løgmaður sigur í røðu síni, at neyðugt er at: “Styrkja samanhaldið millum ættarliðini í Føroyum. Samantvinna ung og eldri”. Tað er ein vøkur [...] Men heldur enn at surra, binda fyri og tryggja leysar lutir, tosa vit bara um veðrið í dag. *** Eldraøkið hoknar. Í summar hava fleiri avvarandi alment kært sína neyð. Teirra kæru eldru fáa snøgt sagt
Fríggjadagurin í NM í gonguløgum, í Margaretahof í Svøríki royndist væl hjá Knút Lützen. Fyrst kappaðist hann á hestinum Kára frá Ásbrú í GDB A finalu. Hetta er triðja NM á rað at teir báðir luttaka í A finalu [...] finalu. Á Álandi í 2022 vunnu teir gull, Í Herning í 2024 vunnu teir silvur og nú í Margaretahof megnaðu teir at gerast nummar fimm. At sami hestur kemur í tríggjar NM A finalur á rað, er einki minni enn eitt [...] Kári fóru at koma í A finalu, so var tað helst eitt sindur óvæntað hjá mongum, at Knút og Hvínur ikki bara komu í finalu, men teir komu heilt upp á fjórðapláss í innleiðandi og skulu tí kappast í A finalu
stjórunum í ECB ger, at vit ikki rokna við, at rentuhækkingin í dag verður tann síðsta á hesum sinni, sigur hann. Hann metir, at rentulækkingar kunnu koma upp á tal aftur í 2027. Tað veldst tó í stóran mun [...] ECB, hevur í dag hækkað leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum. Rentan fer sostatt úr 2,25 upp í 2,50 prosent. Avgerðin var í samsvari við væntanirnar á fíggjarmarknaðinum. Hetta er aðru ferð í ár, at ECB [...] ígjøgnum, tá búskapurin er nøkulunda í javnvág, sum hann er nú. Vit síggja tí heldur ikki stóran tørv á rentuhækkingum, er metingin hjá bankanum. Rentuhækkingin er í fyrstu atløgu galdandi fyri evrulondini
Nordsjælland spældi í dag ein minniligan dyst í bestu donsku fótbóltsdeildini. Sara fekk sín fyrsta kappingardyst frá dystarbyrjan, og var á vøllinum í 75 minuttir, og Kára kom á vøllin í 87. minutti, tá FC [...] Køge, ið hevur legenduna Nadiu Nadim á liðnum var á odda bæði 2-0 og 4-2, men í báðum førum megnaði FC Nordsjælland at koma afturíaftur, og enntá at koppa dystinum teirra veg. Tað vóru bert seks minuttir [...] seinni legði Flora Højer FCN á odda 5-4. Í yvirtíðini økti Thea Petersen til 6-4. Vit vóna at hava hæddarpunktini tøk frá dystinum skjótt. FC Nordsjælland er triðfremst í deildini við 13 stigum. Tær eru bert
seg væl betur fyri skattgjaldaran í longdini. Fyri Kalsoynna verður framburðurin stórur. Oyggin verður flutt í nútíðina, har fólkavøkstur og øktir vinnumøguleikar koma í eyga. Hvør byggjir tunnilin? Tað [...] áttaðar til kalsoyarferju verða fluttar í tunnilsverkætlanina, umframt 100 mió, av tøka peninginum hjá Tunnil. Norðoyatunnilin tekur 300 mió í láni, sum resta í til 600 mió. Lættari at reka Kalsoyartunnilin [...] gin verður. Prísurin at koyra í Noroyatunlinum nýtist ikki at verða ávirkaður nevnivert, tí við verandi prísum, verður longu, ov nógv kravt inn í bummgjøldum. Koyrandi í Kalsoynna um fýra ár Um viji er
Borgarstjórin í Havn hevur sagt, at súkklubreytin við Vesturvarða ikki verður gjørd, tí meiriluti ikki longur er fyri henni í býráðnum. Í staðin er uppskot komið um at leggja breytina í Húsahaga. Ætlanin [...] kommunan eftir hansara tykki gera gøtur um Bøllureyn, í Havnadali við gamla ruskovnin ella inni í plantasjuni. Festarin í Húsahaga hevði Flatnahaga sum leigumál í fleiri ár, men segði leigusáttmálan upp, eftir [...] munandi, tá ravnurin kom niðan í økið í sambandi við tyrvingina. Síðan tyrvingin av lívrunnum tilfari varð flutt til Kvívíkar, er ravnurin nærum horvin, og meira lív er komið aftur í hagan. Sambært festaranum
ið hevur givið russiska sendimanninum í Finnlandi boð um at koma til samrøðu. Orsøkin er, at Finnland metir, at russiski herurin gjørdi seg inn á finskt loftrúm í gjár. Hetta upplýsir finska uttanríkisráðið [...] sambært Reuters. Reuters veit at siga, at talan er um eitt russiskt eftirlitsflogfar, sum skal hava verið í finskum loftrúmi. - Tí havi biðið sendimannin um eina frágreiðing, sigur finska uttanríkisráðið sambært
búðu 48 fólk í Fugloy – 18 í Hattarvík og 30 á Kirkju. Men tveir mánaðir seinni vóru 58 akfør skrásett í oynni. Tað svarar til 1,21 akfar fyri hvønn íbúgva. Fugloy er sostatt einasta oyggin í uppgerðini [...] akfør vóru skrásett í Føroyum 1. september 2026. Av teimum vóru 28.562 persónbilar. Tá ið akførstølini verða samanborin við nýggjasta hóskandi fólkatalið hjá Hagstovuni, er Fugloy í einum flokki fyri seg [...] fyri hvønn íbúgva. Har eru 3.104 akfør og 3.447 íbúgvar. Síðani koma Viðoy við 0,81 akfari fyri hvønn íbúgva og Eysturoy og Suðuroy við 0,79. Í Føroyum sum heild eru 0,78 akfør fyri hvønn íbúgva. Streymoy
vesturi í Vágum. Dysturin í triðja undanumfarinum í Europa League millum KÍ og Lech Poznan skuldi spælast á Tórsvølli í kvøld klokkan 18.30. Lech Poznan hevur biðið um at fáa dystin útsettan til í morgin [...] Lech Poznan hevur ikki lurtað eftir góðum ráðum at koma til Føroya í góðari tíð, eins og mótstøðuliðið hjá NSÍ, FC Lugano sum kom til landið fyrradagin. Leiguflogfarið hjá Lech Poznan er "diverterað" til
Constitutionnel, hevur í dag ógildað bannið móti sosialum miðlum hjá børnum undir 15 árum. Lógin varð endaliga samtykt í franska tjóðartinginum og senatinum 21. juli og skuldi koma í gildi 1. september. Men [...] framsagnar- og samskiftisfrælsið hjá børnum undir 15 árum í ov stóran mun. Ráðið metir, at avmarkingin ikki er hóskandi, neyðug og lutfalslig í mun til endamálið við lógini. Franski forsetin, Emmanuel Macron [...] aldursmørkum. Eitt nú ætlar landsstýrið at seta aldursmark fyri sosialar miðlar Føroyum. Tað segði løgmaður í ólavsøkurøðuni, uttan tó at seta tal á aldurin. Noreg ætlar at seta 16 ára aldursmark fyri sosialar