Klaksvíkar kommuna bjóðar kaffi og køku til tey vaksnu, og okkurt gott verður eisini til børnini. Klaksvíkar Hornorkestur fer at luttaka og fer at seta sín dám á løtuna. - Klokkan 17 fer barnakórið á Skúlatrøð [...] framførsluna verða røður hildnar. Beinir Johannesen, løgmaður, og Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, fara báðir at bera fram heilsanir. Frá klokkan 17.30 verður opið fyri almenninginum umborð [...] flótandi bókasøluna. Logos Hope verður liggjandi í Klaksvík til sunnudagin 6. september, vita tey í Klaksvíkar kommunu at siga í dag.