umhugsað at broyta støðuna við atliti at orkutrygdini. Eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina í 2022, er Noreg vorðið størsti veitarin av jarðgassi til Evropa. Landið nøktar umleið 30 prosent av gasstørvinum [...] at økini í Barentshavinum, sum eru latin upp fyri oljuboringum, eru ísfrí eins og Norðsjógvurin. Tí er vandin fyri oljulekum og øðrum umhvørvisárinum minni, siga norðmenn. Noreg hevur eisini ført fram, [...] leggur samstundis dent á, at Noreg hevur rætt til at menna tilfeingið í Barentshavinum, eisini um ES er ímóti. – Vit fara at menna hesi økini. Síðan verður tað upp til ES, um tey vilja seta eitt fyribils
Tryggir vaksnir gera mun Ungfólkini vóru rættiliga samd um, hvat hevði hjálpt teimum mest: trygg sambond við vaksin, greiða vitan um, hvat skuldi henda hvønn dag, og smidligar loysnir, sum vóru lagaðar [...] hava havt sera nógva skúlafráveru, og við 23 fakfólk frá barnagørðum til miðnám. Ein høvuðsniðurstøða er, at fráveran sjáldan snýr seg um, at næmingurin ikki vil í skúla. Heldur snýr hon seg um, at næmingurin [...] kendu seg eisini uttanfyri felagsskapin. Hjálpin kemur ov seint Ein týðandi niðurstøða í granskingini er, at skúlar ofta reagera ov seint. Sambært Hamadi greiddu nógvir næmingar frá, at tað gekk sera long
borgarstjórin fekk eitt betri innlit í, hvat rørir seg millum fólk í Kirkjubø, og fólk fingu høvi at siga sína hugsan um ymiskt, sum liggur teimum á hjarta. Ætlanin er at gera fleiri slíkar dagar, har bor [...] bygdini saman við umboði fyri staðbundnu nevndina. Hugt varð eftir ymiskum viðurskiftum, sum ynski er um at gera nakað við. Millum annað varð hugt eftir fríøkinum, veitunum og brandhúsinum. Eisini vórðu
Storage). Klivaløkshagi á Sandoynni er næsta stóra stigið: fimm til sjey myllur við einum samlaðum mátti upp á 21–21,6 MW. Umhvørvisárinsmetingin er góðkend, og verkætlanin er boðin út. Tilsamans hava nýggju [...] Tørvurin á nýggjari, grønari framleiðslu er mettur til umleið 430 GWt – tað er nærum ein trífalding av tí grønu framleiðsluni, vit høvdu, tá ætlanin varð gjørd. Og hetta er uttan at rokna við vøkstrinum í vinnuni [...] hitapumpur og elbilar, um streymurin er dýrur, óvissur – ella svartur. Grøna orkuskiftið er ein ketureaktión: framleiðslan má koma fyrst, annars loypir ketan av til alt hitt. Tað er onki endamál at koyra og hita
effektiv. Munurin er, hvat effektiviteturin verður brúktur til. Undir fiskidagaskipanini gevur effektivisering størri veiðu og harvið størri umsetning. Í eini kvotuskipan er veiðan longu avmarkað [...] lívfrøðiliga burðardygt. Útblaking er ikki eitt argument móti kvotum Eitt av sterkastu argumentunum móti kvotuskipanum undir Føroyum er vandin fyri útblaking. Tað er ein verulig avbjóðing, sum ein [...] størst møguligt virði fyri føroyska samfelagið. Vit kjakast sjáldan um, hvat endamálið við byggivinnuni, alivinnu ella aðrari vinnu er. Har taka vit sum givið, at vinnan skal skapa størst møguligt virði
góðkenna eina innritan. Tøknilig trygd er ein týðandi partur av verjuni, men okkara egni atburður er sera avgerandi. Tí er tað týdningarmikið at steðga á, lesa og skilja, hvat stendur á skerminum, áðrenn tú góðkennir [...] av trygd Ávaringin merkir ikki, at trygdarbrot er hent í Samleikanum. Samleikin er ein trygg talgild loysn, ið lýkur høg trygdarkrøv. Nýggja ávaringin er eitt eyka stig, sum skal gera svik torførari og [...] at góðkenna myndir og skriva títt loynital, og illgruni er um svik, kemur ein ávaring fram á skermin. Tú skal steðga á og taka støðu til, um tú er í holt við at rita inn á eina veruliga tænastu, ið brúkar
hevur verið ein sera stórur partur av okkara lívi mongu seinastu árini. Fyri okkum er HB ikki bara eitt fótbóltsfelag. Tað er ein partur av okkara gerandisdegi, familjulívi og felagsskapi, sigur hon við h [...] vil fyrst læra húsið enn betur at kenna frá einum øðrum sjónarhorni. Eg vil finna út av, hvat riggar væl, hvat fólk eru glað fyri, og hvar vit kunnu gera tað enn betur, sigur hon. Umframt at skapa trivnað [...] Sanna Vitalis er 46 ára gomul, úr Havn og útbúgvin fólkaskúlalærari. Hon hevur arbeitt sum lærari í meira enn 21 ár og hevur eisini royndir sum deildarleiðari, samskipari og við ymiskum námsfrøðiligum
at tað er týdningarmikið fyri hann at leggja dent á, at avgerðin ikki stavar frá rakstrinum. Lesið um handilin hjá Simma við at trýsta her ##med2## ##med3## ##med4## ##med5## ##med6## –Handilin er væl rikin [...] grundarlagið at byggja víðari á. Orsøkin er tí einføld hon, at eg eri komin hartil vegna heilsuumstøður, at tað ikki ber til at halda fram sum eigari. Hann sigur, at hurðin er sjálvandi framvegis opin, um onkur [...] vón er sum sagt, at handilin kann halda fram undir nýggjum eigara. Um eingin loysn fæst, verður handilin væntandi latin aftur í seinnu helvt av september. – Vit koma at lýsa nærri, hvussu og hvat, seinni
landsstýrismaðurin metir tað fer at hava, at byggideildin verður býtt sundur á ymisku stjórnarráðini, og hvat verður betri ella bíligari við at flyta fakligu førleikarnar úr Landsverki. Í viðmerkingunum til [...] ábyrgdin fyri byggiverkætlanum framyvir verður løgd til ymisku stjórnarráðini. Sambært Sirið Stenberg er tí neyðugt at fáa eina ítøkiliga lýsing av, hvussu byggiverkætlanirnar hjá Landsverki hava verið handfarnar
súkklarum. Yvirfriðingarnevndin hevur víst á, at møguligt er at leggja súkklubreytina nærri vindmyllunum. Guttormur sigur seg ikki vita, um tað er ein líka góð loysn, men vísir á, at fjallasúkklarar ikki [...] rossafólk, sum ikki taka undir við hørðu mótstøðuni móti súkklubreytini. – Fleiri halda ikki, at breytin er ein trupulleiki, tá hon liggur 30 metrar frá gøtuni. Men ein loysn má finnast við íbindingarnar, sigur [...] farin til hús. – Høvdu tey ringt til onkran av okkum, høvdu vit sjálvandi komið út og latið upp. Tað er gjørt áður, sigur hann. Hann vísir aftur, at býráðslimirnir longu høvdu tikið støðu til málið, soleiðis