norðurlendsku londunum er greiður: – Tey seks norðurlendsku fótbóltssambondini hava mist álitið á FIFA-forsetan og hava álvarsligar stúranir um leiðsluháttin og avgerðargongdirnar á ovasta stigi í felagsskapinum [...] Enterprise ikki verða tiknar fram aftur. Við hesi ætlanini varð arbeitt við at fáa uttanhýsis íleggjarar inn í partar av virkseminum og kappingunum hjá FIFA. Ætlanin er nú slept. Norðurlendsku fótbóltssambondini [...] kanning av allari gongdini kring FIFA Forward Enterprise. AFC er asiatiska fótbóltssamgongan, Concacaf umboðar Norður- og Miðamerika, meðan UEFA er evropeiska fótbóltssamgongan. Tey seks norðurlendsku sambondini
Vitjaðu víða á ferðini Kims Reinert Lamhauge og Jóhanna Petersen vísa á, at Vinding-vinkonurnar vitjaðu í Sandoynni, har tær vóru inni á Spinnarínum við Ánna í Skopun og á Listasavninum á Sandi. - Vit [...] 1867. Skúlin er nógv broyttur gjøgnum árini, og í dag kallast hann Skole for Gastronomi, Musik & Design. Skúlin er framhaldsdeild fyri 9. og 10. flokk, og føroyskir næmingar hava eisini verið á hesum skúla [...] at nógv varð gjørt burtur úr samanhaldinum á skúlanum, og tær eru ivaleysar um, at tað ikki minst er hetta, sum er orsøkin til, at tær hava hildið saman øll hesi mongu árini síðan. - Vit hava hildið sambandið
við formanni í Javnaðarflokkinum á odda, er í ferð við at taka samráðingarrættin frá okkum og niðurlaga fakfeløgini. Hann tykist at hava gloymt, at flokkur hansara er sprottin úr fakfelagsrørsluni. Boðini [...] eitt tað størsta álopið á fólkaræðið, ið vit nakrantíð hava verið vitni til. Vit hava síðan áðrenn summarfrítíðina roynt at fingið landsstýrismannin í fíggjarmálum í talu. Tað er hann, ið stendur aftan fyri [...] Fólkið á gólvinum mátti renna skjótari, meðan milliónir vórðu spardar í lønum. Ímyndið tykkum skilið, um tilbúgvingin tá var lógarfest?At hetta er ein tilætlað roynd at tøma verkfalskassarnar, er eyðsæð
merkja órógv. At fara burtur – og kortini bera heimstaðin við sær. UM HANS OLSEN Hans Olsen er sjálvlærdur føroyskur myndlistamaður. Hann arbeiðir við talgildari myndlist, tekning, málning og prentlist. Verk [...] UM [Ó]RÓ [Ó]RÓ er eitt myndaligt univers um støðuna millum ró og órógv – og um tað, sum liggur beint undir yvirflatuni. At venda aftur til Føroya við einari solo-framsýning er hjá Hans Olsen eisini at [...] Í [Ó]RÓ arbeiðir Hans Olsen við mótsetninginum millum órógv og ró. Tóm rúm, stórir bygningar, mjørki, ljós og einsamallar figurur skapa eina kenslu av at vera á markinum millum nakað kent og nakað ókent
FLOTT! Hann fekk eisini nógvar av dygdunum hjá Johann Asmundsson fram - á sín egna hegnisliga, funky máta. Hans Petur er jú ein meistari á sínum øki, so eg kundi ikki annað enn minnast aftur á konsertina [...] tónleikarar á sera høgum støði, og so eri eg nokk eisini ikki sørt fjeppari av tónleikinum hjá Mezzoforte. Eri í tí aldrinum, at eg minnist væl, tá hesir ungu garparnir í Íslandi settu gongd á bólkin fyri [...] tónleikarar, sum trinu á pallin í Reinsarínum, at fagna allarbesta superbólkinum í verðini nakrantíð: Mezzoforte úr Íslandi, sum teir tóku til í lýsingini. Tey í bólkinum vóru: Hans Petur í Brekkunum, tenorsax
kortini er fiskurin seldur sum mannaføði. - Málið er serstakt, og vit hava ikki havt líknandi mál av hesi støddini í rættarskipanini, sigur norski politiadvokaturin hjá Økokrim, Kristian Johansen. Hann vísir [...] vísir á, at tað, sum er serliga álvarsligt, er, at felagið eisini skal hava selt sjálvdeyðan fisk. Økokrim hevur lagt upp til, at teir báðir menninir í Nordmøre skulu gjalda tilsamans 28 milliónir norskar [...] num NRK, at hetta er størsta mál av sínum slagi í Noregi nakrantíð. Samanlagt hava menninir selt fleiri enn 550 tons av fiski til viðskiftafólk bæði innan-og uttanlands, og hetta er sambært ákæruni hent
málið á ein dóm í bretska kærurættinum í fjør. Har varð staðfest, at Ryanair-flogskiparin Jason Lutz var at rokna sum starvsfólk hjá flogfelagnum og ikki sum sjálvstøðugur vinnurekandi, tá hann fleyg fyri [...] fyrrverandi og núverandi flogskiparar hava stevnt írska lágprísflogfelagnum Ryanair í einum máli, sum er lagt fyri handilsrættin í London. Tað skrivar danski miðilin MobilityWatch við The Daily Mail sum keldu [...] skipararnir ikki vóru starvsfólk hjá felagnum, og at Ryanair tí ikki hevði skyldu at rinda teimum hesi gjøld. Málið verður ført av fyrrverandi Ryanair-flogskiparanum Richard Phillips saman við 261 øðrum
Munurin millum blokkarnar var tó minni í hesi kanningini enn í kanningini hjá SVT/Verian. Demoskop hevði andstøðuna á 50,6 prosentum og stjórnarflokkarnar á 46,9 prosentum. Tað vísir, at nógv enn kann [...] Sviar skulu á ríkisdagsval 13. september, og valstríðið er nú av álvara farið í gongd. Støðan sær í løtuni trupul út hjá borgarligu stjórnini hjá Ulf Kristersson, forsætisráðharra. Nýggj veljarakanning [...] hjá Ulf Kristersson fær 43,9 prosent og 153 sessir. Størsti flokkurin er framvegis Socialdemokraterna við Magdalenu Andersson á odda. Flokkurin stendur til 30,5 prosent av atkvøðunum. Magdalena Andersson
Teljingin bendir á, at stovnurin er vaksin seinastu árini. Eta um 3.000 tons um árið Ein miðalstórur láturkópur etur umleið 1.500 kilo av fiski um árið. Sostatt verður mett, at allur stovnurin etur á leið 3.000 [...] land. Tað er eisini eitt uppvakstrarøki hjá toski og upsa. Havstovan hevur kortini ikki savnað miðvísa vitan um, hvørja ávirkan kópurin hevur á fiskastovnarnar. Kanningar aðrastaðni vísa, at tað er torført [...] torført at seta beinleiðis tøl á ávirkanina, tí vistskipanin er so samansett. Í stovnsmetingunum av botnfiski verður eitt náttúrligt árligt felli á 20 prosent roknað inn. Hetta fevnir eisini um fisk, sum kópur
í Fuglafirði og í Havn á trolvirkinum Vónini og í Runavík á Beta. Í Íslandi spardi hann 3.000 kr saman hvørt ár til Sjómannaskúlan. Summarið 1958 var hann við Kaj í Hvannasundi á Skálabergi. Aftur 3.000 [...] Sum ungur fór hann fyrst sum kokkur og 5. maður við sandbáti hjá Dánjal Jákupi Jacobsen. So frægt lærdi Olaf at kokkast, at Alfred í Grund bað hann við sum mess á trolaranum Tórhalli. Hann sigldi við honum [...] So fór hann til Marstal og tók prógv sum skipsførari í 1965. Í 1967 fór Olaf á Danmarks Tekniske Institut til víðari útbúgving, sum gav honum kjans sum lærari á Sjómannaskúlanum. Men starv á skúlabeinki