at hála frystilínuskipið Eivind av aftur Flesjunum, har skipið hevur staðið síðan seint fyrrapartin í gjár. Í gjárkvøldið segði leiðarin á MRCC, Edvard Bjarnasson, at ætlanin var at hála Eivind av aftur [...] skamfíla skipssíðurnar. Nú Eivind er leysur, siga tey hjá MRCC, at tað gekk sum ætlað, tá Brimil fyri góðum tíma síðan sleipaði frystilínuskipið av aftur Flesjunum. - Í løtuni verður Eivind sleipaður suður gjøgnum [...] oljan tikin úr skipinum, og hetta arbeiðið byrjaði tíðliga í morgun. - Tað er ein stórur lætti, at Eivind nú er fingin av aftur Flesjunum í øllum góðum, siga tey hjá MRCC, sum fegnast um, at alt gekk væl