Borgarstjórin í Havn hevur sagt, at súkklubreytin við Vesturvarða ikki verður gjørd, tí meiriluti ikki longur er fyri henni í býráðnum. Í staðin er uppskot komið um at leggja breytina í Húsahaga. Ætlanin [...] villgæs, lómar og spógvar í økinum enn nú. Eisini er havhestur farin at halda til í Brúnni, hamrinum oman fyri Villingardalsvegin. – Hetta er eitt av teimum einastu støðunum í Havn, har náttúran fær frið [...] kommunan eftir hansara tykki gera gøtur um Bøllureyn, í Havnadali við gamla ruskovnin ella inni í plantasjuni. Festarin í Húsahaga hevði Flatnahaga sum leigumál í fleiri ár, men segði leigusáttmálan upp, eftir
Um klokkan 02.30 í nátt fekk løgreglan boð um, at fleiri mans vóru komnir til ilnar uttan fyri Hotel Hafnia í Havn. Løgreglan fór á staðið, og tað endaði við, at tveir mans vórðu skuldsettir fyri brot [...] slagið av slíkum brotum, upplýsir løgreglan. Málið varð loyst á staðnum. Annars vóru nógv fólk í býnum í nátt, millum annað tí eitt studentatiltak var á Glasi. Sambært løgregluni gekk tiltakið væl. Um [...] fýratíðin aí nátt steðgaði løgreglum eini bili, har mett var, at førarin ikki var edrúur. Hann blásti tí í alkoholmetrið, sum vísti, at hann hevði drukkið yvir tað loyvda. Hann var tí skuldsettur fyrir rúsd
handilsstuld í Havn, verður í dag útvíst. Talan er um kvinnuna, sum í gjár varð tikin fyri at hava stolið eina blusu og aðrar vørur úr tveimum ymiskum handlum í høvuðsstaðnum. Løgreglan upplýsti í gjár, at [...] útvísing. Nú hava myndugleikarnir í Danmark tikið avgerð um at útvísa kvinnuna. Hon hevur samstundis fingið innferðarbann í tvey ár og sleppur sostatt ikki inn aftur í landið hetta tíðarskeiðið. Umframt
Fyrra fráboðanin um grind kom umleið klokkan 18 í gjár. Tá varð ein grind sædd úti í Djúpunum. Avgjørt varð at lata hana fara. Umleið ein tíma seinni, klokkan 19.15, varð aftur boðað frá grind. Hesaferð [...] henda grindin varð hildin til eftir avgerð frá sýslumanninum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Sambært fráboðanunum var talan um smærri bólkar av grind.
Sum vit skrivaðu í gjár, so brotið inn í ein buss í Hoyvík gjáranáttina. Bussførarin heitti á Facebook um tey seku at stíga fram, annars fór hann til løgregluna við upptøkum úr bussunum, sum vísti inn [...] ferðsluna við ein skúla í Havn, fingu fýra bilførarar klipp í koyrikorti umframt bót fyri ikki at hava børnini trygt íbundin, sum tey skulu. Løgreglan minnir á, at tað er ábyrgdin hjá bilføraranum at tryggja [...] Lesið eisini: Innbrot í buss: Hóttir við at geva løgregluni upptøkur Talan er um ein buss hjá Bygdaleiðum, sum sambært myndunum stóð á parkeringsøkinum við Hoyvíkshøllina. Tá løgreglan í gjár kannaði ferðsluna
var komin í ein battaríløðara til eitt arbeiðsamboð í kjallaranum í einum íbúðarblokki á Eirargarði í Havn. Líkt er til, at eitt skammlop elvdi til eldin, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Eldurin [...] Eldurin varð sløktur, men nakað av sót- og roykskaða kom í kjallaranum. Tíbetur kom eingin persónur til skaða, og eingin størri skaði stóðst av eldinum. ##med2##
Í fyrra førinum høvdu nakrir ungdómar stolið ymiskar smávørur úr einum handli. Vakmyndatól vóru í handlinum, og løgreglan hevur kent ungdómarnar aftur. Gongd er tí komin á málið. Í einum øðrum handli varð [...] fyrisitingarligari útvísing. Slík útvísing kann hava við sær, at viðkomandi ikki sleppur inn aftur í landið í eitt til trý ár.
Seinnapartin klokkan 16.30 var móttøka á Vestaru Bryggju í Havn fyri Logos Hope - gomlu Norrønu. Havnar Hornorkestur framførdu, og talsterka fjøldin hoyrdi eisini Xperiment og Magna Christiansen. Jákup [...] OM-Føroyar, Elsa Berg, borgarstjóri og Bárður á Lakjuni, mentamálaráðharri hildu røður. Fólk fáa høvið í vikuskiftinum at vitja skipið, ið hevur eina stóra og umfatandi bókasølu, har ikki bara er talan um
Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, var í farnu viku á vitjan í Almannaverkinum, á Staravegi og Smyrilsvegi í Havn. Endamálið við vitjanini var at fáa betri innlit í virksemið og tær tænastur [...] Vitjanin gav mær eitt gott innlit í tað fjølbroytta og týdningarmikla arbeiðið, sum Almannaverkið ger. Tað var serliga gagnligt at hoyra frá teimum, sum arbeiða við tænastunum í gerandisdegnum, og at síggja [...] deildunum Arbeiðsbúgving, Hjálpartól og Tulking og Venjing og Samskiftismenning. Hon varð eisini víst runt í hølunum og fekk høvi at seta spurningar og tosa við leiðarar og starvsfólk. Á rundvísingini sá land
Klaksvíkar Havn er í hesum døgum í ferð við at skifta skipan til streymveitingina til smábátar. Gomlu el-standararnir verða nú skiftir út við nýggjar standarar, sum hava eina talgilda gjaldsskipan til [...] siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag. Við nýggju skipanini verða gomlu streymkortini ikki brúkt longur. Í staðin skulu bátaeigarar stovna ein brúkara til nýggju skipanina og síðan gjalda fyri streymnýtsluna [...] eitt betri yvirlit yvir nýtsluna. Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at bátaeigarar sjálvir skulu stovna brúkara í skipanini. Tó skulu bátaeigarar venda sær til Klaksvíkar Havn fyri at fáa eitt loyniorð til skipanina