fíggjarligum orsøkum. Leigan eru ov høg, og smærri, bíligar íbúðir finnast næstan ikki, uttan so at tosan er um lestraríbúðir, og tær eru eisini kostnaðarmiklar fyri lesandi. Hetta merkir, at foreldrini [...] krónum minni um mánaðin, meðan ábyrgdin er tann sama? Eitt samfelag, sum sigur seg byggja á javnbjóðis møguleikar, má tryggja, at reglur og veruleiki samsvara. Skipanin má endurskoðast, so hon tekur [...] kommunurnar um at endurskoða skipanina. Vit mugu hava eina skipan, sum speglar veruleikan: – at barnið ikki gerst sjálvstøðugt við einum pennastroki, – at ábyrgdin hjá foreldrinum heldur fram, – og at
snýr seg heldur um, at tá ið avleiðingarnar av eini lóggávu eru so ójavnt kynsbýttar, hevur eitt Løgting við so ójavnari kynsumboðan torført við at lóggeva rættvíst. Spurningurin er so, hvat vit vænta [...] aftur at atkvøða um fosturtøku. Kjarnan í málinum snýr seg um ein einfaldan men grundleggjandi spurning: hvør hevur rættin at ráða yvir kroppinum hjá einum øðrum? Tá Løgtingið síðst atkvøddi um fosturtøkulóggávu [...] persón at halda fram við eini viðgongu er eitt serliga stórt inntriv. Tað fevnir um heilsuvanda, pínu, varandi likamligar broytingar og stórar avleiðingar fyri útbúgving, arbeiði og familjulív. Um staturin leggur
haldi eg vera so grundleggjandi, at eg vil gera mítt fyri, at málið verður samtykt. Í gjárkvøldið bað eg løgmann um at loysa meg úr starvinum sum landsstýriskvinna í barna- og útbúgvingarmálum, so eg aftur [...] og teirra ættarlið, og tey skilja ikki, hví ein so einføld avgerð, sum at geva kvinnum rætt til at velja, enn ikki er tikin. Eg havi valt at bjóða meg fram í politikki fyri at gera mun. Í dag fari eg at [...] havi eg tikið, tí eg haldi tað vera mína skyldu at vera við til at dagføra eina ótíðarhóskandi lóg, so avgerðarrætturin verður fluttur frá læknanum yvir til kvinnuna. Eg kann snøgt sagt ikki standa uttanfyri
javnstøðu og, sum ikki loyvir kvinnum at taka avgerðir um egnan kropp. Kvinnufelagið í Havn heitir staðiliga á løgtingslimirnar um at atkvøða fyri uppskotinum um at dagføra abortlóggávuna. Tíðin er komin, at vit [...] har tað er kvinnan, sum eigur avgerðina um egnan kropp, og ikki læknar, sum skulu taka hesar avgerðir. Tað verður ofta ført fram, at við at broyta lógina, so fara vit at fáa fleiri abortir, men tað er [...] betra um stuðulin og veitingar til tey, sum fáa børn. Kvinnufelagið vil við hesum vísa á, at tað ber til at gera bæði. Vit kunnu lata kvinnur ráða yvir egnum kroppi, samstundis sum vit betra um korini
sær rætt til útgjald. Nú tykist tó ein glotti at hóma, so at útisiglarar og onnur, ið hava rindað dupult AMEG, loksins kunna fáa ‘loyvi at søkja’ um at fáa ’stuldurin’ afturrindaðan. AMEG – Stutt sagt TAKS [...] AMEG, um hesi samstundis hava goldið sosial gjøld í øðrum norðurlandi smb. NS. 80 mió. kr. tilgóðar Í ársfrásøgnini fyri 2024 hjá AMEG stendur m.a. at lesa ’ Í 2024 hevur stýrið tikið avgerð um at innrokna [...] Talan er um 80 mió.kr .’ Sostatt eiga tey, sum av órøttum hava goldið dupult sosialgjøld, slakar 80 mió. kr. tilgóðar hjá AM-grunninum. Men hesi skulu fyribils ikki gera sær stórvegis vónir um at fáa nakað
í skrivi, sum er latið nevndini, heitir á politisku skipanina um at geva komandi mammum allar hugsandi sømdir, sosialar sum fíggjarligar, so tær kenna tað gleðiligt heldur enn avbjóðandi at vera við barn [...] skjótast gjørligt at leggja fyri tingið uppskot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrið um at leggja fram lógaruppskot við tí endamáli at geva kvinnum, sum eiga fyrstu ferð, eina munandi eingangsupphædd [...] Triði minnilutin í rættarnevnd Løgtingsins í málinum um fría fosturtøku til 12. vikur er Henrik Old, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum. Hann sigur soleiðis í sínum minnilutaáliti: Ein triði minniluti (Henrik
uppskotinum er at hava fosturtøkutalið so lágt sum gjørligt. Hesin minnilutin kennir seg sannførdan um, at hetta uppskotið, um tað verður samtykt, fer at økja um talið av fosturtøkum í Føroyum, eins og [...] almenna Kringvarpið fór so langt sum at kalla uppskotið: “Málið um at seta markið fyri fosturtøku úr 16 vikum niður í 12 vikur.” Hetta er ein grov villleiðing. Málið snýr seg ikki um at stytta markið. Hetta [...] stendur, at um fostrið er lívført, kann loyvi til fosturtøku verða givið, um umstøðurnar nevndar í § 3, nr. 3 avgerandi tala fyri tí. Løgfrøðiliga verður eitt fostur mett sum eitt barn, um í minsta lagi
ið landsstýrismaðurin í lógarmálum legði fram í 2024 (løgtingsmál 88/2023), er bert einaferð uppskot lagt fram um broytingar í lógini. Tað var eitt uppskot um eitt totalt abortbann. Øll løgtingsfólk hava [...] til at broyta ásetingarnar um fosturtøkumarkið á 16 vikur, ásetingarnar um, at fosturtøkur kunnu loyvast grundað á ein illgruna um epilepsi ella “åndssvaghed” ella ásetingarnar um, at maðurin, sum hevur gjørt [...] sum er lagt fram, setur góðar og virðiligar karmar um fosturtøku. Við hesum uppskotinum verður fosturtøka loyvd til viku 12. Eftir viku 12 verður tað eitt fakligt samráð, ið skal taka avgerð um fosturtøku
Barnið spyr hví eri eg so her? Hevur mamman ikki enn fingið ræði á egnum kroppi? Barnið roynir at mennast so skjótt tað kann fyri at síggja mammu sína. Men mamman hevur tað so ringt, at eitt barn er í [...] maðurin. Men tað vil so siga, at maðurin sigur við seg sjálvan, at hann er so býttur at hann ikki kann eingongd stýra sær sjálvum og taka ábyrgd. Í morgin verður fosturtøkumálið lagt fram aftur. Góðu løgtingslimir [...] ættarliðini kunnu verða fødd í Føroyum, og at mamman kann velja fosturtøkuna frá! Hetta handlar ikki um at geva kvinnuni ræði á egnum kroppi men ræði á einum menniskja! Vinarliga heilsan Petur Asano virkandi
ár, so var tað ein stórur feilur ikki at gera eina váðameting. Vit mettu, at talið í ár fór at rulla um 40 mió, og vit meta, at landskassin missir uml. 100 mió komandi ár. Talið í ár var 65 mió. Um vit [...] at tá tilboðini skulu roknast út, so verður hædd tikin fyri skattafrádráttinum. Í dag verða nøkur LNG skip umbygd í Singapore, sum skulu brúkast sum streymveitari fram við afrikonsku strondunum. Føroyingar [...] Føroyum, so nú fáa Danmark, Norra, Svøríki v.m. skattin frá teimum. Ikki hugsi eg, at løgtingið ætlaði at geva grannalondunum «føroyskar» skattapengar, tá skattaumskipanin bleiv samtykt Og so er eitt annað