kona og maður eru prestar í fólkakirkjuni í Føroyum. Maður hennara, Tummas, er kallaður í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi. Hann verður innsettur í Hvalvíkar kirkju 16. august [...] skipaði Idu í embætið við gudstænastu í Eiðis kirkju. ##med2## Undir somu gudstænastu doypti Henning Bøgesvang langabbason sín, Gilla. Eftir gudstænastuna bjóðaði kirkjuráðið á Eiði til drekkamunn í hølunum [...] Jonhard Jógvansson er í lestrarfarloyvi komandi tríggjar mánaðirnar. Kirkjuráðini hava tí kallað Idu at røkja tænastuna. Ida er ættað av Vestursælandi og varð prestvígd í Danmark í 2021. Hon hevur millum
Tann 1. august búðu 55.726 fólk í Føroyum. Tað eru 769 fleiri enn somu tíð í fjør, og svarar til ein vøkstur á 1,4 prosent. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya. Eftir góð tvey ár við lutfalsliga [...] vaks fólkatalið, í sjey minkaði tað, og í fimm var tað óbroytt. Størsti parturin av vøkstrinum var í Tórshavnar kommunu, har góð 40 prosent av fólkinum í Føroyum búgva. Eisini Runavíkar, Klaksvíkar, Sjóvar [...] broytingin er í flytingunum millum Føroyar og útlond. Fleiri eru flutt til Føroya, samstundis sum færri eru flutt av landinum. Nettoflytingin – munurin millum tilflyting og fráflyting – var 563 fólk seinasta
Tann 1. juli búðu 55.505 fólk í Føroyum. Tað eru 643 fólk fleiri enn somu tíð í fjør og svarar til ein fólkavøkstur á 1,2 prosent. Eftir góð tvey ár við lítlum vøkstri er sostatt aftur komin ferð á fó [...] fólkavøkstrinum var í Tórshavnar kommunu. Har vaks fólkatalið við 370 fólkum upp í 23.773. Góð 40 prosent av øllum fólkum í Føroyum búgva sostatt í Tórshavnar kommunu. Fólkatalið vaks eisini nógv í Runavíkar, Sjóvar [...] minkingin í Tvøroyrar kommunu, har fólkatalið minkaði við 35 fólkum. Serliga á Tvøroyri og í Ørðavíkslíð búðu færri fólk enn árið fyri. Ein serlig broyting sæst í Múla. Tvey fólk fluttu hagar í juni, og
paringina í íløgur, og avkastið higartil í ár hevur verið gott. Sum dømi kann nevnast, at pensjónir, ið bankin umsitur við 80% í partabrøvum, higartil í ár hava fingið 8,80% í avkasti, eftir at kostnaðir [...] gongdina hetta fyrra hálvárið , sum millum annað hevur verið merkt av øktum kundavirksemi í bæði Føroyum og í Grønlandi, góðum avkasti á eginognini og eisini góðum úrslitum hjá dótturfeløgunum, Trygd og [...] hækkað í fyrra hálvári. Hetta vísir, at kundavirksemið er vorðið størri og heldur fram at vaksa. Ein liður í vaksandi virkisvavinum er økt íløguvirksemi. Alsamt fleiri kundar seta pensjónina í íløgurøkt
„Hele Danmark Øver“ varð fyrstu ferð fyriskipað í 2024 við íblástri úr Noregi. Í 2025 luttóku meira enn 1.500 fólk í 35 venjingum á 14 ymiskum støðum í Danmark. Afturboðanin frá luttakarunum vóru greiðar: [...] handfara eitt netálop, áðrenn tað veruliga rakar. Føroyar eru í ár fyri fyrstu ferð við í „Hele Danmark Øver“ saman við Danmark og Grønlandi. Í Føroyum verður venjingin skipað undir heitinum „Føroyar venja“, [...] venjingunum í Føroyum. Við øktum nettrygdarváða og landapolitiskum spenningum er tørvur á at styrkja talgilda mótstøðuførið og nettrygdartilbúgvingina. “Føroyar venja” er í samsvari við átak 4 í nettrygd
Føroyar skulu eftir ætlan gerast partur av Erasmus+ í 2028, og sambært Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, eru Føroyar væl við í fyrireikingunum. Tað sigur hann í svari til ein skrivligan [...] ECHE. Góðkenningin í 2027 er ein fortreyt fyri, at Fróðskaparsetrið kann taka lut í Erasmus+ frá 2028. Umsóknin skal latast inn fyrst í 2027, og fyrireikingarnar eru longu farnar í gongd. Leiðsla, undirvísarar [...] byrja, tá ið nýggja Erasmus+-skráin er góðkend í seinna hálvári 2027. – Føroyar eru væl við í tilgongdini at verða klárar, tá ið skráin verður sjósett í 2028, skrivar landsstýrismaðurin. Ein føroysk t
Í 2024 kom í lag, at sjálvar blóðroyndirnar skulu sendast aftur til Føroya, eftir at kanningarnar í Danmark eru lidnar, og nú fylgja kanningarúrslitini so við. Allir nýføðingar, sum verða føddir í Føroyum [...] Mannagongdin í kanningini er, at ein blóðroynd verður tikin úr hælinum á barninum stutt eftir føðing. Blóðið verður koyrt á eitt serligt filtpappír, eitt sonevnt PKU-kort, sum verður sent til SSI í Danmark [...] til kanningar hjá SSI í upp til 12 mánaðir, og síðani verður tilfarið sent Heilsustýrinum. Avrit av kanningarúrslitunum verða tó framvegis tøk hjá SSI. Føroyskar dátur í Føroyum - Tað er ein stórur fyrimunur
Manshondbóltsliðið úr Odense, GOG, sum var í Føroyum um vikuskiftið í sambandi við nakrar venjingardystir, brúkti sín frídag í Vestmanna. - Hópurin vildi fegin sleppa at fiska, og tað var skjótt, at fimm [...] Vestmanna verður sagt, at tað var ein sera væl nøgdur hópur, sum kom aftur á land eftir nakrar góðar tímar á sjónum og í føroysku náttúruni. - Sum tøkk fyri túrin fingu bátaeigararnir, Jákup Martin Andreassen [...] fimm útróðrarbátar úr bygdini vóru til reiðar at fara ein túr við teimum. Soleiðis siga tey á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu. - Veðrið var av tí allar besta, hýrurin var góður, og fiskiskapurin var
Landspítalan, har hann seinni doyði. Fleiri fólk eru handtikin í málinum. Ein varð handtikin stutt eftir hendingina, meðan fleiri onnur vórðu tikin í løgregluátøkum í eystara parti av Reykjavík. Løgreglan vil [...] løgreglan kannar eitt drápsmál á Kársnesi í Kópavogi, sum fór fram í gjár. Sambært RÚV siga grannar, at teir sóu tveir myrktklæddar menn fara úr einum bili í gøtuni og ganga móti húsinum. Umleið 15 minuttir [...] maðurin, sum doyði, var íslendskur ella útlendskur ríkisborgari. Heldur ikki verður upplýst, um hann búði í húsinum ella var komin hagar aðrastaðni frá. Enn er ikki avgjørt, um løgreglan fer at biðja um, at tey
myndugleikar hava røkt higartil. Tvingsil í psykiatri tikin úr uppskotinum Upprunaliga varð eisini arbeitt við at yvirtaka málsøkið tvingsil í psykiatri samstundis. Men eftir hoyringina varð avgjørt at taka tann [...] at yvirtøkan fer at hava eyka útreiðslur við sær. Føroyar skulu eftir ætlan yvirtaka málsøkið rúsandi evni frá Danmark 1. januar 2027. Í einum lógaruppskoti, sum fylgir sjálvari yvirtøkulógini, verður [...] myndugleikar skulu taka við uppgávunum, sum í dag liggja hjá donskum myndugleikum. Millum annað verður danski heilsumálaráðharrin skiftur út við føroyska landsstýrisfólkið í lóggávuni, meðan danska Sundhedsstyrelsen