siga, at átta fólk eru dripin í russiskum rakettálopi á Kyiv í nátt. Sagt verður, at seks av teimum dripnu høvdu starv hjá almenna jarnbreytarfelagnum. Umframt tey, sum lótu lív, eru fimm særd í álopunum
dystirnir í Damallsvenskuni hava bert givið tvey stig. Piteå er nummar átta í deildini við 15 stigum. Tær eru fimm stig omanfyri Rosengård, ið er á næstaftasta plássinum, ið merkir niðurflyting aftaná lokna kapping
rúnasteinin, sum varð funnin á gólvinum í miðaldarbønhúsinum. Hon fekk tíverri forfall, men kanningarnar eru ikki steðgaðar. Tjóðsavnið hevur 3D-skannað steinin og sent tilfarið til rúnufrøðingar, sum nú samstarva
kikhosta. Nógvar av sjúkunum, koppsett verður fyri, eru at kalla útruddaðar í Føroyum, m.a. tí at so nógv eru koppsett. Tá stórur partur av fólkinum eru koppsett, er trupult hjá smittusjúkum at breiða seg [...] seg, og vit fáa tað, sum verður rópt hópimmunitetur. Hóast sjúkurnar eru sjáldsamar í Føroyum, so eru tær til aðrastaðni, eisini í Evropa. Tí kunnu sjúkurnar taka seg upp aftur í Føroyum, um vit ikki halda
ikki eru fevndir av hesi tilbúgving. Okkara limir arbeiða allir við teimum veikastu, og lógarfest tilbúgving er tí avtøka av okkara verkfalsrætti. Søgan vísir okkum, at eingi arbeiðsrættindi eru komin [...] tykist at hava gloymt, at flokkur hansara er sprottin úr fakfelagsrørsluni. Boðini til fakfeløgini eru greið, antin geva vit okkum sjálvboðið, ella verður tað gjørt við lóg. Hetta er ein álvarslig tíð fyri [...] komin av sær sjálvum. Tey eru vunnin gjøgnum felags stríð, samhaldsfesti og viljan at standa saman. Verkfall er eisini eini vunnin rættindi, ið okkara forfedrar góvu blóð, sveitta og tár fyri. Eingin fer í
Tveir menn úr Nordmøre í Noregi eru ákærdir fyri at hava selt fisk, sum ikki var egnaður til mannaføði, fyri næstan 50 milliónir norskar krónur. Hetta svarar til umleið 32 milliónir krónur í okkara peningi [...] hjá felagnum var endaður. Úrslitið var, at fiskurin helst var endaður hjá óvitandi keyparum. - Tað eru serliga skerpandi umstøður, at brotsverkið hevur verið so umfatandi og hevur verið framt yvir eitt [...] veit at siga, at málið kemur fyri í norsku rættarskipanini í januar mánaði næsta ár, og níggju dagar eru settir av til sakarmálið.
javnleikir og seks tap í hesum 11 dystunum. Liðið er fimtaftast í deildini við 20 stigum. Bert fimm stig eru niður til næstaftasta plássið, ið merkir beinleiðis niðurflyting aftaná lokna kapping. Bert eitt stig [...] deildarspælið í Europa League. Mjällby hevur tó bjargað sær deildarspæl í Conference League. Mjällby eru verandi meistarar og steypavinnarar, og tí svíða úrslitini liðið hevur havt í juli og august. Hetta [...] Sáttmálin er fyribils galdandi til 31. desember við møguleika at leingja sáttmálan, um úrslitini eru nøktandi. Fríggjakvøldið klokkan 18 spælir Mjällby dyst á útivølli móti BK Häcken.
galið við samskiftinum og samstarvinum. Hvør stýrir hvørjum og hvørjum skal mann lurta eftir - og eru tilmælini ikki avstemmaði og góðkend í samgonguni og umsitingini innanhýsis, og hvør er politiska kósin
praktiskar trupulleikar. Millum annað er ógreitt, hvussu hermenn við hermótið, milliónir av ukrainum, sum eru flýddir av landinum, og fólk í russiskt hersettum økjum skulu sleppa at greiða atkvøðu. Harumframt
Zaporizjzja-landslutunum. Zelenskyj sigur eisini, at minst 9.550 russiskir hermenn eru dripnir í ár, meðan meira enn 6.600 eru særdir. Hann upplýsir ikki, hvussu stór ukrainsku tapini hava verið. Hvørki Russland [...] Russland ella Ukraina almannakunngera javnan tøl yvir, hvussu nógvir hermenn eru falnir í krígnum, og upplýsingarnar kunnu ikki váttast óheft. Seinastu mánaðirnar hevur Ukraina í vaksandi mun framt dronuálop [...] , at russisk loftverja skeyt niður 502 ukrainskar dronur í nátt. Heldur ikki hesar upplýsingarnar eru váttaðar av óheftum keldum. Kelda: Ritzau/Reuters