um haldførið og vælferðina. Eg veit, at nógvar avgerðir ikki hava verið væl lýddar, og eg viðurkenni, at áralagið hjá samgonguni ikki altíð hevur verið líka vakurt. Tað er jú ein sannroynd, at stór mál [...] lata, har lítið er til. Vit taka okkum av foreldrunum, tá ið tey eldast, og vit hjálpa, tá ið sjúka rakar vinfólk og grannar. Við borðið er altíð pláss fyri einum afturat – og ein song er altíð tøk, um onkrum [...] virknum lívi. “Ger tína skyldu – og krev síðani tín rætt”, ljóðar gamla slagorðið. Men seinnu árini er okkurt broytt. Eg haldi, at vit í størri mun eru farin at gloyma fyrra partin um skyldur og ábyrgd. Í staðin
at tá árið skiftir, so er tað eitt høvi at gera upp: Náddi eg nógvum av tí, eg setti mær fyri - ella, sum eg helt hava týdning? Og so endurskoði eg nøkur mál og seti mær nýtt fyri, bæði fyri arbeiði, men [...] týdningarmikil tøk verða tikin á hesi leið í 2026. Og hon leggur aftrat: - Tá tey spyrja meg, hvat eg ynski mær í jólagávu, plagi eg at svara: Frið á jørð. Tað kann eg heilt víst eisini leggja aftrat mínum [...] men eisini fyri onnur meira privat viðurskifti. - Og jú, tað er meira enn so, at eg havi sett mær okkurt fyri í 2026, sum eg vóni fer at eydnast mær at halda og liva upp til, leggur Hanna Jensen aftrat
skipsdekki. - Eg leyp bara í tað, og eg kom umborð sum avloysari ein fríggjadag hin 5. juni í 2006. Her havi eg verið síðan. Hevði eg ikki trivist hesi árini, hevði eg ikki havt siglt við Smyrli øll hesi ár, sigur [...] fullari tíð, og nakrar arbeiða ¾ tíð. Eg arbeiði ¾ tíð, og tað havi eg gjørt øll árini. Men, vit taka eisini vaktir fyri hvørja aðra, um onkur hevur forfall, og eg sigi ongantíð nei, tá heitt verður á meg [...] Margit er elst hjá okkum; hon er 30 ár, Petra er 22, og yngsti sonurin og eftirnølarin, Dánjal, er 17 ár og sjómaður, har hann hevur gjørt fleiri avloysaratúrar. Hon leggur aftrat, at Margit er lærarinna
vóru dýrabarar løtur. Og hvat var tað keðiligasta, sum er hent í 2025? - Eg minnist ikki nakað serstakliga keðiligt. Kanska tí, at eg gjøgnum árini havi lært meg at hyggja frameftir heldur enn aftureftir. [...] í árinum hava eisini verið nakrar heilt serligar upplivingar. - Millum annað tvær konsertir, sum eg havi bíðað eftir í yvir 30 ár, og sum endiliga gjørdust veruleiki. Eisini fekk eg høvi at ferðast í egnum [...] áminning um, hvussu týdningarmikið tað er at finna javnvág í gerandisdegnum. Hvørjar vónir hevur tú fyri 2026? - Sum so nógv onnur ætli eg mær alt møguligt, nú árið er farið at halla. At koma aftur í ren
av at ásanna, at hóast eg geri mítt allar, allar besta sum lærari, so kann eg bara gera so nógv, eg klári, og so mugu foreldrini og næmingarnir sjálvir gera restina. Men eg havi ábyrgd av mínum egnu børnum [...] Fyri umleið átta árum síðani mátti eg við sorg ásanna, at eg ikki kundi lesa bókina Feðgar á ferð eftir Heðin Brú longur. Síðani eg gjørdist lærari í 2008, hevði eg lisið Feðgar á ferð sum høvuðsverk í [...] um at hjálpa næmingunum heima, tí tað er jú sera gott fyri næmingarnar at kunna tosa við ein vaksnan um skúlating. Men har var einki at gera. Eg mátti ásanna, at eg ikki kundi lesa bókina við næmingunum
Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár? Tað er ikki endaliga avgjørt, hvar dagurin verður hildin. Eg eri so heppin, at bæði systir mín og svigarindan fylla 31. desember, so vit eru sum oftast saman við [...] við familjuni á degnum. Soleiðis sigur Per Martin Gregersen. - Hesi seinnu árini hava vit roynt at havt eitt felagstiltak í Norðragøtu, har fleiri og fleiri eru við til bál og felagssang við fýrverki. Hann [...] at siga. Hvat var tað besta, sum hendi í 2025? - T að er ringt at velja nakað burturúr, men summarferian saman við konu og børnum í Italia í summar er eitt minnið sum liggur frammarlaga. Hann sigur, at nógvar
hann verið við flestu skipum, sum felagið hevur havt hesi árini. - JFK er eitt gott reiðarí, og eg havi alt tað besta at bera bæði reiðaríi og teimum manningum, eg havi siglt saman við hesi árini. Hann [...] mong ár, er skopuningurin, Annfinn Nicolajsen, sum er føddur hin 17. oktober í 1960, og soleiðis er hann 65 ára gamal. - Eg havi verið við nýggja Gadusi, síðan skipið kom, og eg var øll árini við Gadusi [...] JFK hevur verið á verksmiðjuni, og hesi árini hevur hann staðið nógv við flakamaskinurnar. Men, hann hevur eisini staðið við aðrar postar umborð. - Eg havi reinskorið, og onkuntíð havi eg verið lastamaður
uppihaldsrúm og messuna. - Eg havi so matin og haldi galluna, og eg havi eyguni við vørugoymsluni, frystara og kølara, men alt hetta fellir mær lætt og náttúrligt, tí hetta er tað, eg havi fingist við so leingi [...] nøkur ár aftrat á sjónum. - Eg havi tað gott her. Mær dámar tað, eg geri, og eg hugsi ikki um at royna nakað annað enn tað, eg havi fingist við ein so stóran part av mínum lívi. Eg fari glaður upp hvønn morgun [...] sum kokkur. - Sum 16 ára gamal fór eg at læra til kondittara her í Vági. Eg havi altíð havt áhuga fyri matgerð og baking. Tá eg var liðugur við læruna her í Vági, hevði eg hug at royna okkurt nýtt, og leiðin
Útróðurin hevur fylgt nógv hjá mær, og mær dámar hetta sera væl, og eg havi eisini róð út, tá eg havi verið við øðrum skipum og havi verið heima millum túrar, sigur hann. Tyrlan tók teir upp Dánial A. Hansen [...] galdandi. Onkuntíð havi eg róð út av Sørvági, og tað vísir seg, at her er meira til av gággu, sigur Dánial. Umrekingingin tekur sína tíð, og tað er drúgt, tá tú ert einsamallur. - Í løtuni havi eg ein smádrong [...] umrekingini, er neyðugt at fylgja væl við veðrinum, um tú onkuntíð skalt fáa nakrar fylgjandi dagar. - Eg havi skúr her á havnalagnum við fiskavirkið í Miðvági, og eg havi einar 50-60 stampar. Skal eg verða klárur
hugsaði um teg sjálva. Einaferð minnist eg, tá í bindiklubbur var, at eg goymdi meg aftan fyri sofuna í stovuni hjá okkum. Har hoyrdi eg alt tað, sum eg ikki skuldi hoyra. Eg haldi, at Daniella í Kálhaganum legði [...] Tað er ein stór sorg hja okkum øllum, at tú ikki er her meira. Serliga hesa fyrstu jólini uttan teg, gerð alt meira kensluborið og saknurin er ikki ordligan gingin upp fyri okkum enn. Mamma, eg skal heilsa [...] at gloyma framúr jólapynti hjá tær, er eisini komið uppá stás, akkurát sum tú hevði gjørt tað, góða mamma. Tollasksmessudagur er eisini í morgin. Dagurin í morgin er fyri okkum, eisini ein serligur dagur