21 akfar fyri hvønn íbúgva. Fugloy er sostatt einasta oyggin í uppgerðini, har talið av skrásettum akførum er størri enn fólkatalið. Ikki 58 vanligir bilar Øll tey 58 akførini eru kortini ikki vanligir [...] persónbilunum, hevur Fugloy 0,67 persónbilar fyri hvønn íbúgva. Tað er hægri enn landsmiðaltalið, sum er 0,51. Vágar næsthægst Vágar liggja næsthægst við 0,90 akførum fyri hvønn íbúgva. Har eru 3.104 akfør og [...] akfør fyri hvønn íbúgva. Mykines hevur 0,33 og Nólsoy 0,48. Tølini vísa sostatt ikki eina einfalda mynd, har smáar oyggjar altíð hava nógv akfør í mun til fólkatalið. Munurin millum útoyggjarnar er stórur
júst í Norðurlandahúsinum. Tað er altíð nakað heilt serligt fyri meg at spæla her heima á klettunum”. Eivør greiðir víðari frá : Nýggja útgávan ber heitið “Tungl”, og hon er á mangan hátt sprottin víðari [...] kanska meira inneftir. Inn í tað sárbara, eyma og menniskjasliga. Heitið Tungl er eitt gamalt føroyskt og fornnorrønt orð fyri mánan – okkara trúfasti ljósberi í náttini.” Longu nú ber til at hoyra tvey av [...] útgávuni. Tað eru løgini “Healer” og “Drekafljóð”, ið eru útgivin sum stakløg, umframt at tað eisini eru gjørd video til bæði løgini. Ikki kann sigast annað enn, at tað vit higartil hava sæð boðar frá góðum
svaraði, ja hví ikki, tú dugir væl, og skal fylgja dreyminum. 10 ár seinni er dreymurin vorðin veðurleiki, men mamma Annu Røskvu náddi ikki at uppliva dóttir sína í sendingini, tí hon er ikki millum okkum [...] so errin og fortalt øllum um hetta. Mamman er kortini við á annan hátt, Anna Røskva er í troyggju síni til føroyska búnan. Hetta er ein serstøk troyggja, sum mamman bant uttan uppskrift, og í trimum litum [...] smílast. - Eg hugsaði fari avstað, læt meg bara baka. Eg minnist ikki helvtina av tí sum eg havi sagt, og eri líka spent sum øll onnur sum fara at hyggja, sigur Anna Røskva og flennur. Sendingarnar vóru
bústaðarskylduni er uppsagnargrund. Tá bústaðurin er ein skylda hjá sóknarprestinum er tað eyðsýnt, at prestagarðurin líkur tey krøv, ið annars er galdandi á bústaðarmarknaðinum. Bústaðarskyldan er ankrað í [...] Tað eru ikki einans kirkjurnar í Føroyum, sum hava fingið ábøtur, síðani fólkakirkjan var yvirtikin sum málsøki í 2007. Prestagarðarnar vóru ein partur av yvirtøkuni. Málsøkið hevði tá í mong ár ligið [...] um Tað er Føroya Stiftsstjórn, ið hevur ábyrgdina av prestgørðunum. Stiftsstjórnin setti sær sum mál longu í 2008, at garðarnir skulu vera í góðum standi. Síðani fólkakirkjan var yvirtikin sum føroyskt
80 km/t. Fyri ein føroying, sum kennir vegakervið og reglurnar, er hetta kanska ikki ein stórur trupulleiki. Men støðan er ein onnur hjá einum ferðafólki í einum leigubili. Leigubilar eru nýggir og hava [...] hámarksferð aftur er galdandi. Tøknin í bilunum er broytt. Tí er rímiligt at spyrja, um okkara skelting eisini eigur at fylgja við. Talan er í grundini um eina einfalda loysn: Tá tað aftur er loyvt at koyra [...] avmarkingin endar, verður ikki skeltað við 80 km/t aftur, hóast almenna hámarksferðin aftur er 80 km/t. Fyri nøkrum árum síðani hevði hetta kanska ikki sama týdning. Men tøknin í bilunum hevur broytt støðuna. Nýggir
hann er førur fyri at tola tað. Trupulleikarnir skalerast: meiri aling gevur meiri lús, fleiri sjúkur í umferð og meiri dálking. Tað verður ofta ført fram, at alivinnan nú er býtt upp í øki, sum skulu [...] snýr kjakið seg næstan altíð um laksalúsina ( Lepeophtheirus salmonis ). Tað er eisini skiljandi. Laksalúsin er ein specialistur, ið í høvuðsheitum livir á laksi og síli, og hon er ein av teimum best kannaðu [...] havinum. Men tað finst ein onnur lús, sum hevur fingið nógv minni ans: Caligus elongatus – seiðalús. Henda lúsin er ikki ein specialistur, men ein generalistur. Hon er skrásett á meira enn 80 fiskasløgum
bólkum. Ein fiskidagur sigur ikki alt um veiðitrýstið Bólkur 5 B er ein samansettur bólkur. Men høvuðstrupulleikin er ikki, at pensjónistar ella fólk, sum ikki hava útróður sum fulltíðarvinnu, brúka dagar [...] inngongdin má ikki stongjast. Vinna, mentan og lív í bygdunum Útróður er ikki bara eitt roknistykki um tons fyri hvønn fiskidag. Útróðrarbátarnir koma vanliga til lands við fiskinum sama dag, sum hann er veiddur [...] ning er heldur ikki eins fyri øll fiskasløg og allar marknaðir. Tað er enntá víst á dømi um, at MSC-góðkend hýsa í tíðarskeiðum hevur fingið lægri prís enn hýsa uttan góðkenning. Tað merkir ikki, at MSC
nógv hann kom at merkja fyri okkum øll. Tær megnaðu at festa søguna á blað, og vit eiga at vera teimum takksom fyri tað, heldur Birgir Andreasen. Men fyri Birgir er Ove Joensen ikki bara ein søga í eini bók [...] hansara, fyri dirvið, hann sýndi, og fyri tann íblástur, sum hann framvegis gevur nýggjum ættarliðum til gleði og gagns fyri allar føroyingar. Eg fegnist ikki minst um, at nólsoyingar hava gjørt eitt virðiligt [...] n vilja og eina trúgv upp á, at tað ómøguliga kundi gerast møguligt. Hann róði ikki bert fyri seg sjálvan. Hann róði fyri allar Føroyar, sigur Birgir Andreasen. Heima í Føroyum var móttøkan í Nólsoy í
darætlanin er dagfest 17. juni 2025 og verður nevnd ein endalig ætlan. Kortini er ikki ásett, nær einstøku tiltøkini skulu fremjast. Fleiri uppskot hava heldur onga kostnaðarmeting. Tað er millum annað [...] avmarkaðar. Tað sæst tí ikki altíð, hví óhappini hendu, hvørjir ferðslupartar vóru við, ella hvørjar avleiðingarnar vóru. Minni óhapp kunnu mangla Tey 15 óhappini eru bert tey, sum løgreglan hevur skrásett [...] at minni óhapp ikki altíð verða fráboðað løgregluni. Tí kann veruliga talið vera hægri. Harumframt hava borgarar greitt frá fleiri nærumóhappum á ymiskum støðum. Nærumóhappini eru ikki partur av teimum
Almannaverkið, fáa vegleiðing og síðani velja ikki at søkja, verða ikki skrásett. Tað veruliga talið á húskjum, sum hava kannað møguleikan, men ikki fingið stuðul, kann tí vera hægri. Í 2024 fingu 486 húski [...] á Trivnaðarnevndina um ikki bara at hyggja at inntøkumørkunum. Felagsskapurin vísir á, at ein familja ikki brádliga verður væl fyri, tí ársinntøkan liggur eitt sindur oman fyri eitt ásett mark. Sama fyrivarni [...] vera einføld, greið og lætt atkomilig – og so sjálvvirkandi sum gjørligt. Familjur, sum eru fíggjarliga ella sosialt sperdar, hava ikki altíð yvirskot til sjálvar at finna stuðulsskipanir, umsóknarbløð