nevniliga dystur nummar 400 hjá dómaranum, Eileri Rasmussen. Sum dómari hevur hann umboðað Skála og AB, hann hevur dømt tríggjar steypafinalur, tvær ferðir er Eiler Rasmussen valdur til ársins dómara, og [...] dystum. Aftur í 2001, fyri 24 árum síðani, var ein blaðungur Eiler Rasmussen settur at døma dyst í 1. deild hjá monnum, sum fremsta deildin kallaðist tá, millum GÍ og EB/Streym. Gøtumenn vunnu 4-0. Og
Tað endaði við 4-1 heimasigri, tá ið AB í kvøld hevði vitjan av ÍF. Úrslitið ber við sær, at AB liggur væl á kósini ímóti bestu deildini, meðan tapið í kvøld ber við sær, at ÍF møguleikin at røkka hei [...] av vøllinum við fullari úrtøku. AB hevur ikki tapt síðani 14. juni, tá ið skálamenn fóru av Argjum við 1-0 sigri. Tíggju minuttir undan steðginum skoraði AB tvey mál. Tað fyrra var Gunnar Reynslág meistari [...] lítil. AB hevur 53 stig og er trý stig aftanfyri oddaliðið Skála og níggju stig frammanfyri B71, sum er 11 stig frammanfyri ÍF og 12 stig frammanfyri Víking. Hetta var áttanda ferðin á rað. At AB fór av
aftur til EB/Streym. Tveir minuttir undan steðginum legði Jákup Martin Jarnskor víkingarnar á odda 1-0. Hetta var sjeynda málið hjá Jákupi Martin í ár. Vanliga tíðin í fyrra hálvleiki var farin og reiðiliga [...] sjey mál í næstbestu deildini í ár. Næsti dystur hjá Víkingi verður 14. september á heimavølli ímóti AB. Næsti dystur hjá 07 Vestur verður 13. september á útivølli ímóti B36.
steðgin til 1-1. Hetta var triðju ferð í ár, at Sproti úr Dímun var málskjútti. Seks minuttir seinni legði Suni Hermans Petersen B71 á odda 2-1, sum fyri aðru ferð í ár var málskjútti í 1. deild. Uppleggið [...] Kjærbo, sum í 69. minutti økti um munin til 3-1. Hetta var fyrsta málið hjá honum í 1. deild í ár. Átta minuttir undan leikloki økti Leonard Londe um munin til 4-1. Bogi Hentze átti uppleggið, og hetta var [...] Tveir javnleikir – 1-1 á heimavølli ímóti B36 og 3-3 á útivølli ímóti Víkingi – hava kostað B71 nógv í kappingini um at vinna uppflyting í bestu deildina. Í kvøld eydnaðist tað sandoyingum at vinna fulla
skrivar: - Fróði Benjaminsen hevur úttikið 18 spælarar til venjingarleguna, sum verður í Slovenia frá 1. til 9. septembur Umframt venjingar eru eisini tríggir spennandi venjingardystir á skránni, tá U19 [...] fyrst í komandi mánað fer á venjingarlegu í Ljubljana í Slovenia. Ferðalagið fer úr Føroyum mánadagin 1. septembur, og verður heima aftur týsdagin 9. septembur. Tann 3. septembur møta okkara dreingir Póllandi [...] kunngjørt teir 18 spælararnar, ið eru boðsendir til venjingarleguna í Ljubljana. Hópurin: Torkil Skála, AB Tróndur Sjúrðarsson, FC Suðuroy Jósef Ólavsson, Víkingur Jens Eiler Samsson, Víkingur Silas B. Joensen
Rani Hansen til 1-1. Uppleggið átti Kaj Leo í Bartalsstovu. Tíggju minuttir undan steðginum varð Lucas Ørneborg aftur upp á spæl, tá ið hann varð tvífaldur málskjútti og legði B71 á odda 2-1. Hetta var fjórði [...] Víkingur og B71 aftur. Nú var tað uppi á Brekku í Leirvík. Úrslitið var 3-3 eftir hálvleiksstøðuna 2-1 til B71. At tað í tveimum dystum bara er eydnast B71 at vinna eitt stig ber við sær, at vánirnar at [...] nógv versnaðar í hesi vikuni. Nú tað resta sjey umfør er B71 níggju stig og verri málmun aftanfyri AB, sum kappast við B71 um at vinna uppflyting. Víkingur er á fimta plássi við 29 stigum. Tíggju minuttir
fjórðu ferð, síðani hann í summar aftur varð AB spælari, at Brian Jakobsen var málskjútti. Tølini siga, at AB støðugt var greitt omaná. KÍ vann tvey hornaspørk, og AB vann 12 hornaspørk. Heimaliðið hevði 25 [...] Nú tað eru sjey umfør eftir at spæla í 1. deild, skal tað vilja heilt illa til, um AB ikki verður annar uppflytarin, tá ið kappingin verður liðug um tveir mánaðir. Í dag styrktu argjamenn um sína støðu [...] flyta upp. AB vann 3-0 á heimavølli ímóti næstbesta liðnum hjá KÍ, og tá ið B71, ið er einasti avbjóðarin í kappingini um uppflytingarpláss, bara fekk eitt stig við sær úr Leirvík, so styrkti AB av álvara
eydnast ÍF í ár at vinna seg aftur í bestu deildina. Í dag vann ÍF fyri triðju ferð á rað. Úrslitið var 3-1 eftir 2-0 í fyrra hálvleiki. ÍF er á fjórða plássi við 33 stigum. NSÍ er á áttanda plássi við 18 stigum [...] Nielsen var málskjútti. Tað restaði ein minuttir av vanligu leiktíðini, tá ið NSÍ minkaði um munin til 3-1. Málskjútti var Jósef Djurhuus. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at 19 ára gamli Jósef Djurhuus var [...] næstbestu deildini. Hósdagin fær NSÍ vitjan av Skála, og ÍF fer fríggjadagin at spæla á útivølli ímóti AB.
Í kvøld tók AB stórt stig fram ímóti uppflytingini til bestu deildina. AB vann 2-0 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ, og í dag endaði tað 1-1 á Sandi, har B71 hevði vitjan av teimum næstbestu hjá [...] minuttir eftir av vanligu liktíðini, tá ið tað eydnaðist AB at leggja seg á odda 1-0. Málskjútti var Dánjal Danielsen, sum er toppskjútti hjá AB við 13 málum. Fyrrverandi verjuspælarin, sum nú er álopsspælari [...] staðfesti 2-0 AB sigurin. NSÍ er á áttanda plássi við 18 stigum. Tað eru trý stig aftur til B36, sum er undir strikuni saman við 07 Vestur, ið er aftast við sjey stigum. Í dag endaði tað 1-1, tá ið B71 hevði
Brekku í Leirvík. Víkingur vann 3-0 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki. Hetta var triði dysturin millum grannarnar í ár. Í fyrsta dystinum vann Víkingur á heimavølli 3-1 og eftir kæru um dyst hjá besta KÍ liðnum [...] liðnum varð úrslitið broytt til 3-0 víkingasigur. Hetta var 5. apríl, og 6. august vann KÍ 3-1 á heimavølli. Málið í fyrra hálvleiki í dag skoraði Rani Hansen í 36. minutti. Hann er toppskjútti hjá Víkingi [...] á sætta plássi við 20 stigum. Næsti dystur hjá KÍ verður leygardagin um eina viku á útivølli ímóti AB.