fyritøkur. Fyritøkan hevur seinastu árini verið í støðugum vøkstri og tænir í dag fleiri enn 500 vinnukundum kring alt landið. Fyrr í ár flutti Geymin í nýggj høli í Kvíggjartúni á Argjum, har betri umstøður [...] høvuðsorsøkunum til, at E-conomic í dag er tann mest brúkta bókhaldsskipanin í Føroyum. - Henda tilgongdin gjørdist eisini byrjanin til nakað størri, ásannar stjórin. Í dag er Geymin ikki longur avmarkaður [...] til føroyskar heildarloysnir Ein týðandi liður í menningini kom í 2020, tá Geymin gjørdist føroyskt umboð fyri E-conomic. Frá fyrsta degi varð stór orka løgd í at tillaga skipanina til føroysk viðurskifti
stovnaður í 2015 og hevur síðan ment sína egnu ljóðmynd, har íblástur úr 60- og 70-árunum verður blandaður við jazzi, rokki, film noir og spaghetti western. Seinasta árið hevur bólkurin spælt bæði í Føroyum [...] framførdi GØ á Reykjavík Jazz Festival, og bólkurin hevur eisini fingið góð ummæli í bretska jazztíðarritinum Jazzwise. Í GØ spæla Ólavur Eyðunsson Gaard á gittar, Kristian Pauli Ellefsen á tangentum, Árni [...] og telur sjey tónleikarar. Konsertin verður í Tøting leygarkvøldið 22. august klokkan 20.30. ##med2## Atgongumerki kosta 150 krónur og 100 krónur fyri limir í Grót. Fólk, sum eru 18 ár og yngri, sleppa
universitet og útbúgvingarskipanir í Europa. Álitið merkir eisini, at ein góðskuskipan, sum fylgir europeiska leistinum, styrkir flytførið hjá okkara lesandi í Føroyum, soleiðis at tað er lættari at taka [...] – europeiskur standardur Góðskuarbeiðið á Setrinum tekur støði í teimum meginreglum og standardum, sum eru galdandi fyri hægri útbúgving í European Higher Education Area (EHEA). Ein týðandi felags karmur [...] Tíðindaskriv, Fróðskaparsetur Føroya: Hvat merkir tað í veruleikanum, at ein universitetsútbúgving hevur góða góðsku? Tað snýr seg sjálvandi um góða undirvísing og fakliga sterkt umhvørvi. Men góðska snýr
nógvum føroyingum. Tá eingin fiskur var í sjónum, var fuglurin ein týðandi føðslukelda. Í 1900 vórðu 200.000 lundar tiknir í Føroyum, í 2000 var talið 95.000, men í dag verða bert nakrir hundrað lundar fleygaðir [...] føroyingum, at fuglaveiða møguliga skjótt fer í søguna. Kanningin er partur av granskingarverkætlanini LostToClimate , som er ein av fleiri verkætlanum í stóra granskingarátakinum hjá NordForsk um Arktis [...] fuglaveiða altíð havt stóran mentanarligan týdning. Fólk í hesum oyggjum hava havt holla vitan um fuglastovnar, veiðihættir og matgerð, sum nú er í vanda fyri at fara fyri skeyti. Tá umstøðurnar broytast
Stephen Flynn, sigur, at hann er serliga áhugaður í føroyska fíggingarleistinum. – Eg eri sera áhugaður í fíggingarleistinum, sum tey brúka í Føroyum. Eg má kanna hann nærri og finna út av, hvussu tey [...] nývalda hetlendska tingkvinnan Hannah Mary Goodlad fara í næstu viku at halda eina røð av almennum fundum um ætlanina at gera undirsjóvartunlar í Hetlandi. Átakið, sum hevur fingið heitið Tunnel Vision [...] demokratarnar, meðan Hannah Mary Goodlad varð vald fyri skotska tjóðskaparflokkin SNP. Hon er eisini limur í skotsku stjórnini. – Við hvørjum fundarumfari hava oyggjabúgvarnir skapt størri undirtøku og semju um
kann, við m.a. klæðum úr Føroyum, mati og peningi frá stuðlum. Lenuta og Danut Hritac komu hendanvegin mitt í juli og fara úr Føroyum aftur tann 16. august saman við einum toymi í hjálpararbeiði til Rumenia [...] Hjúnini Lenuta og Danut Hritac, ið m.a. standa fyri evangeliskum arbeiði millum børn og ung í Rumenia, vitja sunnudagin í Betesda, har tey fara at vísa myndir og greiða frá arbeiðinum. “Sunshine in the villages” [...] Danut stovnaðu felagskapin fyri meira enn 20 árum síðan. Teirra virkið er í høvuðsheitum at halda sunnudagsskúlar fyri børnum í bygdunum rundan um Hunedoara allan veturin. Tey vitja millum 10-15 bygdir
stóran part av degnum í dagstovnum og í skúla, hava vit øll eina felags ábyrgd at skapa umhvørvi, har børn kenna seg trygg, verða sædd og læra virðini, sum bera eitt gott samfelag. Í Føroyum hava vit allar [...] Hava ymiskar gávur, áhugamál og ikki minst ymiskan máta at læra uppá. Kortini hava vit skipanir, sum í ov stóran mun vænta, at øll skulu mennast eftir sama leisti. Hetta gagnar summum, men als ikki øllum [...] týdningarmikla uppgávu. Hann skal geva øllum børnum eina góða barlast og gott grundarlag fyri at fara út í lívið. Hóast tað hevur stóran týdning at børn duga øll tey grundleggjandi tingini, s.s. at lesa, skriva
fiskivinnu-, alivinnu- og havbúskapur eru í miðdeplinum, og seinast varð hon hildin í Penang í Malaysia. Nú verður hon so á fyrsta sinni hildin her í Føroyum. - Tað hevur stóran týdning fyri okkum á F [...] samstundis er tað eisini ein viðurkenning av Føroyum sum vertstjóð á einum øki, sum hevur so stóran týdning fyri føroyska samfelagið, sigur Hans Ellefsen, sum er formaður í fyriskipanarnevndini. Spennandi skrá [...] røðararnar verða Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Dáði Már Kristófersson, íslendskur fíggjarmálaráðharri, og Alan Haynie, stjóri í ICES. Tiltakið er, sum nevnt, alment, og øll við áhuga
Fyrrverandi løgmaðurin Kaj Leo Holm Johannesen, sum sjálvur hevur skerdan førleika og situr í koyristóli, er formaður í áhugafelagnum Koyristólur – skerdur førleiki. Hann hevur nú vent sær til Heilsutrygd við [...] formaður fyri áhugafelagið Koyristólur – skerdur førleiki spyrja, um allar kommunulæknaviðtalur í Føroyum hava nøktandi atkomumøguleikar, ella sagt á annan hátt: Sleppa okkara limir á WC, um tey vitja sín
føroysku arbeiðsmegini í 2021, tá kanningin varð gjørd. Úrslitini vísa eitt greitt samband millum kropsliga krevjandi arbeiði og pínu í lendum og nakka: Jú størri ergonomiska tyngdin var í teirra arbeiði, tess [...] knýtt at pínu í nakkanum. Hetta var galdandi bæði fyri kvinnur og menn. Heilsustarvsfólk, lærarar, námsfrøðingar og fólk í kropsliga krevjandi størvum høvdu sum heild meira pínu enn fólk í leiðslu- og [...] Hendan fyrsta kortleggingin av ergonomiskum arbeiðsviðurskiftum og pínu millum arbeiðstakarar í Føroyum skapar eitt grundarlag fyri bæði framtíðar gransking innan økið og vísir á ein tørv á miðvísum