høllini í Köln í dag. Høgri vongurin hjá Füchse Berlin, Hákun West av Teigum gjørdist fyrsti føroyingurin, ið spældi eina finalu í Champions League. Hákun gjørdist eisini fyrsti føroyingurin at skjóta mál í [...] besti málskjúttin hjá Füchse Berlin saman við Mathias Gidsel. Hetta FINAL FOUR vikuskiftið skoraði Hákun níggju mál upp á 11 málroyndir. Men Füchse mátti lúta fyri einum krútsterkum Magdeburg-liði, ið vann [...] til trý mál, men nærri komu teir ikki. Sergey Ferrer Hernandez í málinum hjá Magdeburg bjargaði 18 av 42 málmøguleikum, og átti sín stóra lut í sigrinum. Íslendski leikararnir, Gísli Þorgeir Kristjánsson
bundesliguna, liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin og Magdeburg, ið skulu spæla FINAL FOUR finaluna í Champions League í Lanxess høllini í Köln í morgin klokkan 17. Meðan Hákun og liðfelagarnir vunnu [...] og tað er einki at ivast í, at finalan millum týsku liðini í morgin verður sera jøvn og spennandi. Hákun skrivar søgu í morgin við at vera fyrsti føroyingurin, ið spælir finalu í Champions League. Finalan
Í farnu viku viku gjørdist Hákun West av Teigum týskur meistari saman við liðfeløgunum í Füchse Berlin. Og nú skal Hákun saman við liðfeløgunum royna seg í finaluni í Champions League. Seinnapartin vunnu [...] var Füchse Berlin á odda 18-12. Hákun og liðfelagarnir gjørdu tað framúr í verjuni í dag, og bert 24 mál ímóti í einari Champions League hálvfinalu er sera gott. Hákun skoraði tvey mál upp á tveir mál [...] klokkan 17 spælir Füchse Berlin finalu móti vinnaranum av hálvfinaluni millum Barcelona og Magdeburg. Tann hálvfinalan byrjar nú klokkan 17. Hákun er fyrsti føroyingurin, ið kemur at royna seg í einari
Í morgin klokkan 14 spæla Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin hálvfinalu í FINAL FOUR í Champions League í Lanxess høllini í Köln í Týsklandi. Füchse Berlin spælir móti franska liðnum
Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin høvdu leingi tungt hoyggj við Rhein-Neckar Löwen á útivølli í Mannheim. Men seinastu løtuna gekk sum eftir ánni, og tað endaði við einum 38-33 sigri
Í seinasta leikumfarinum í týsku bundesliguni høvdu Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin torføran útidyst móti Rhein-Neckar Löwen í SAP Arena høllini í Mannheim. Sum væntað gav heimaliðið [...] itið nakrantíð. Hákun skrivar eisini søgu sum fyrsti føroyingurin, ið vinnur týska meistaraheitið. In.fo ynskir Hákuni hjartaliga tillukku við søguliga bragdinum. Hákun brendi tveir av tveimum málmøguleikum
heimavølli greiðan 45-35 sigur á Gummersbach. Í steðginum vóru berlinararnir á odda 22-15. Hákun West av Teigum, ið hevur longt sáttmálan við Füchse Berlin til 2028 skoraði fimm mál upp á sjey málmøguleikar
Hákun West av Teigum og liðfelagarnir eru nú ein dyst frá at vinna meistaraheitið í týsku bundesliguni.i Í næstseinasta dystinum í bundesliguni hetta kappingaráriðl vann Füchse Berlin á heimavølli greiðan [...] greiðan 45-35 sigur á Gummersbach. Í steðginum vóru berlinararnir á odda 22-15. Hákun, ið hevur longt sáttmálan við Füchse Berlin til 2028 skoraði fimm mál upp á sjey málmøguleikar. Mathias Gidsel var aftur
Gummersbach. Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt megnaðu ikki at rætta Hákuni West av Teigum og liðfeløgum hansara í Füchse Berlin eina hjálpandi hond. Flensburg tapti greitt 27-35 fyri [...] Vilhelmi Poulsen og Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Hannover-Burgdorf og THW Kiel. Tá 19 sekund vóru eftir av dystinum var Kiel á odda 29-28. Tá gjørdi Elias eitt tekniskt mistak, og bólturin var dømdur til Hannover [...] tríggjar málroyndir. Magdeburg er nú fremst í bundesliguni við 55 stigum, og hava ein dyst eftir. Hákun og liðfelagarnir í Füchse Berlin kunnu tó í annaðkvøld koma upp á 56 stig, og harvið hava fyrimunin
Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin er í einari beinharðari kapprenning við verandi meistararnar, Magdeburg og Melsungen um at vinna týska meistaraheitið, nú bert tvey umfør eru eftir [...] eftir av kappingini. Füchse Berlin er fremst við 54 stigum, Magdeburg hevur 53 stig og Melsungen hevur 52 stig. Berlinararnir vunnu í dag stórsigur 35-20 (16-12) á Stuttgart á útivølli. Hákun gjørdi veruliga [...] Hóskvøldið klokkan 18 taka Hákun og liðfelagarnir móti Gummersbach í Max Schmelling høllini í Berlin. HER ber til frá Youtube-rásini, Siggi_Channel at síggja tey fimm málini Hákun skoraði móti Stuttgart: