hjá Ova Joensen í roynd hansara at rógva til Langelinje í Keypmannahavn. - Eg minnist tann dagin so væl tá ið Ovi á fyrsta sinni fór avstað 1984. Vanliga var stúgvandi fult av fólki í handlinum ein leygardag [...] strævnar dagar á Atlantshavinum, róði inn á Langelinie í Keypmannahavn og skrivaði seg inn í føroyska søgu. - Eg minnist enn tann dagin, sum var tað í gjár. Vit fylgdu hvørjum árataki hansara við spenningi [...] bert fyri seg sjálvan. Hann róði fyri allar Føroyar, sigur Birgir Andreasen. Heima í Føroyum var móttøkan í Nólsoy í september 1986. Birgir Andreasen gav Ova Joensen eitt 25 kilo tungt silvursteyp á marmorfóti
álvarsama afturgongd í lesiførleikanum hjá føroyskum næmingum. Føroysku næmingarnir fingu í miðal 428 PISA-stig í lesing. Tað eru 19 stig færri enn í 2022, og afturgongdin er størri enn í OECD-londunum undir [...] kanningar av lesivanum. Sambært frágreiðingini siga allar royndirnar og kanningarnar somu søgu. Lítil bati í øðrum lærugreinum Í støddfrøði og náttúruvísindum er gongdin eitt sindur frægari. Í støddfrøði [...] stigi sum Føroyar. Ov nógv í botninum – ov fá í toppinum Ein gjøgnumgangandi trupulleiki er, at stórir bólkar av føroyskum næmingum ikki røkka grundleggjandi førleikastigi. Í bæði støddfrøði og náttúruvísindum
Ukraina í juli í ár. - Hetta er ein vøkstur á 30 prosent í mun til mánaðan fyri - og ein vøkstur á 70 prosent í mun til juli í fjør, sigur ST. Lagt verður aftrat, at talið av deyðum sivilum í juli í ár er tað [...] Í juli í ár vaks talið av sivilum dripnum í Ukraina til tað hægsta, sum tað hevur verið síðan í mai 2022. Tað upplýsir ST, og sagt verður, at henda mánaðin lótu 437 sivilir ukrainar lív í russiskum álopum [...] talið av deyðum í Ukraina er økt, eftir at Russland er farið at skjóta langtberandi rakettir eftir Ukraina. Felagsskapurin sigur, at í minsta lagi 437 sivilfólk vórðu dripin, og 2610 vórðu særd í Ukraina
við hjálp av DNA-grundaðari ættargransking, har DNA-spor verða samanborin við upplýsingar úr ættargranskingardátugrunnum fyri at eyðmerkja møguligar familjusambindingar. Málið hevur verið óloyst í meira enn
Tíðindaskriv: Nepalski Reyði Krossur er í gongd við at hjálpa fólki í raktu økjunum. Stuðulin fer til bráðfeingis neyðhjálp til fólk, sum eru rakt av flóðini. Átakið fevnir millum annað um leiting og bjarging [...] metingarnar vísa, at túsundtals húski eru ávirkað av vanlukkuni. Nógv hava mist heimið, og tørvurin á hjálp er stórur bæði nú og í tíðini, sum kemur. Tá ein vanlukka av hesum slag rakar, hevur tað stóran týdning [...] avmarkað. Vatnflóðin rakti serliga økini fram við áunum Bhote Koshi og Trishuli í norðara og mið-Nepal. Ein stórur streymur av vatni, leiri, gróti og tilfari skolaði oman gjøgnum áardalirnar og oyðilegði
Størsti parturin av undirvísingini hjá hesum holdinum er í Havn, og tað var Mona Við Reiðlið Nielsen, sum var fyrsti undirvísarin í Heilsuskúla Føroya, sum ferðaðist norður at undirvísa nýggja holdinum [...] holdinum. Undirvísingin fer fram á Sjóvinnuskúlanum. Skúlaárið er av álvara byrjað og 53 næmingar eru byrjaðir á Heilsuskúla Føroya hesa ferð, skrivar Heilsuskúli Føroya á sínum vanga á facebook. ##med2##
Stórur skaði stóðst av eldinum, og pisshúsið hevur verið stongt síðani. Í summar varð farið undir arbeiðið at byggja eitt nýtt pisshús í Mylnugøtu. Tað verður bygt við síðuna av verandi pisshúsið, har [...] at hava sett eld á almenna vesið á Mylnugøtu í Havn leygardagin 9. november í 2024. Tað skrivar Frihedsbrevet, sum var til staðar, tá málið varð viðgjørt í Føroya Rætti. Maðurin var ákærdur fyri at hava [...] tveitt hann í eina ruskspann á kvinnuvesinum. Sjálvur noktaði hann seg sekan og greiddi frá, at hann hevði varnast eldin, tá hann kom framvið, og síðani ringt 112. Ein av høvuðsspurningunum í rættarmálinum
Ferðavinnan í Eysturkommunu er økt nógv seinastu árini, og tilboðini eru blivin fleiri. ##med2## - Tað eru ikki bara ferðafólk, sum fáa ágóðan av hesum, tí kafé'in hevur verið sera nógv vitjað av føroyingum [...] loftinum á Varmakeldugarðinum í Gøtudali hevur hugnalig Fjóskafé verið hvønn týsdag alt summarið. - Undirtøkan hevur verið sera góð, tí umleið 700 gestir hava vitjað kafé'ina í summar. Soleiðis verður sagt [...] og abbum, ið hava verið biltúr við ommu-og abbabørnum í góðveðrinum. Lagt verður aftrat, at fyri eysturbúgvar og føroyingar annars, sum ferðast í egnum landi, hevur tað verið serliga gleðiligt, at Fjóskafé'in
úr 10.478 døgum í 2021 niður í 6.468 dagar í 2026. Tað er ein lækking á 38,3 prosentum eftir bert fimm árum. Serliga álvarsamt er, at talið fór úr 9.456 døgum í 2023 niður í 7.565 dagar í 2024. Tað var ein [...] um hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um at lata bólki 5 B 750 eyka fiskidagar í 2026. Hetta er ein neyðug avgerð. Gongdin í fiskidaganýtsluni vísir, at bátarnir hava brúkt [...] ein vanlig tillaging. Bólkur 5 er politiskt skerdur niður í minni enn ein triðing av upprunaliga dagatalinum. Umsitingarætlanin, sum varð sett í verk 2021, skuldi tryggja eina stigvísa og frammanundan kenda
vóru sera vandamiklar. Fólkini sótu trongt í skjóttgangandi bátum, sum sigldu í ringum veðri, og í summum førum vóru ferðafólk bundin saman fyri at forða teimum í at detta fyri borð. Smuglararnir ráddu sambært [...] strondina. Flestu av teimum handtiknu hava algirskan uppruna og hava sambond við brotsmannabólkar í Fraklandi, Belgia, Portugal, Italia og Póllandi. Tey hava havt ymiskar leiklutir í netverkinum, eitt [...] upplýsir Europol í einum tíðindaskrivi. Sambært Europol hevur netverkið smuglað hassj, syntetisk rúsevni, vápn, migrantar og fólk, sum flýddu undan løgregluni. Harumframt verður ringurin settur í samband við