uttandura pallur í Tórsgøtu. Á konsertunum fara vit at hoyra næmingar úr øllum landinum í øllum aldrum og á ymiskum støði framføra. Felags fyri konsertirnar er, at allar framførslurnar eru í bólkum – bæði [...] heimasíðuni hjá Tórsgøtu, torsgota.fo. Fyrireikararnir vóna at nógv fólk kemur oman í býin at lurta eftir hesum spírunum í føroyskum tónleikalívi. [...] høvuðsstaðnum fara at fylla býin við góðum tónleiki. Dagurin byrjar við skrúðgongu úr Grasagarði, og oman í Tórsgøtu, har nýggi mentamálaráðharrin, Bárður á Lakjuni stendur klárur og fer at seta festivalin. Kl
og Føroya Lærarafelag í lønarflokki 36.1. Mánaðarlønin er í løtuni kr. 52.240,71 umframt 17% í eftirløn. Starvið er sáttmálasett. Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við tænastu í Skúlanum við Løgmannabreyt [...] sagt seg úr starvi, og tí søkir Undirvísingarstýrið nú eftir nýggjum skúla. Nýggi stjórin skal taka við starvinum 1. september í ár. Í lýsingini sigur Undirvísingarstýrið, at talan er um eitt spennandi, [...] fyrisitingarliga og ganga undan í samstarvi við avvarðandi samstarvspartar og myndugleikar. Í skúlanum við Løgmannabreyt, ið er ein tvey sporaður skúli, verða 366 næmingar í 1.- 9. flokki skúlaárið 2026/27
at vit búðu har í seks ár. Eg lærdi í trý ár og fekk dóttrina í Spania. Tá Heidi varð liðug við útbúgvingina, arbeiddi hon í trý ár sum innandura arkitektur í eini lítlari fyritøku í Spania. Kundarnir [...] var við uppá tað, og í august fluttu vit saman við soninum, sum var trý ár. Innan tvær vikur høvdu tey leiga eini hús í fjøllunum í Spania, og eina viku seinni byrjaði Heidi í skúla. - Hetta var eitt ævintýr [...] at vera sum man sær í bløðunum. Føroyingar duga væl at innrætta Á sumri 2013 leitaði Heidi Mortensen eftir lestrarstøðum. Hon fann ein skúla í Spania sum bjóðaði bachelor útbúgving í innandura arkitekturi
Tríggir menn eru dripnir í skottilburði í einari mosku í amerikanska statinum Kalifornia. Ein av teimum deyðu var ein trygdarvørður við moskuna. Tað sigur løgreglustjórin í San Diego, Scott Wahl, sambært [...] hendingin fór fram í Islamic Center, meta vit hetta sum hatursbrotsverk, inntil annað er prógvað, sigur løgreglustjórin. Skottilburðurin fór fram í Islamic Center í San Diego, sum er størsta moskan í San Diego [...] viðurskifti (CAIR) sigur í eini fráboðan, at børn eru í einum skúla á moskuøkinum. Tveir mans eru undir illgruna fyri at standa aftanfyri skottilburðin. Teir vórðu seinni funnir deyðir í einum bili nærhendis
Í minsta lagi 10 fólk eru dripin og 45 eru særd í russiskum álopum á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv í morgun. Tíðliga í morgun varð sagt, at eitt fólk hevði latið lív, men nú vísir tað seg, at talið av deyðum [...] ymsastaðni í Kyiv vórðu rakt í álopunum. Sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, raktu russar íbúðarbygningar, skúla og eina djóralæknastovu. ##med2## Harumframt varð sivila undirstøðukervið í býnum [...] býnum eisini rakt í herviliga russiska álopinum - bert fáar dagar eftir avtalaðu vápnahvíldina í vikuni. - Higartil er talið av deyðum í Kyiv komið upp á 10, sigur ukrainski forsetin í sínar talu til ukrainska
aðrari grein á in.fo í dag, so spurdi Fía Selma Nielsen soleiðis í grein 52a fyrispurningi til Jacob Vestergaard: 1. Á hvussu nógvum vegastrekkjum í Føroyum ganga landsvegir gjøgnum øki, har børn hava sína [...] skal vera trygt at ferðast, eisini millum heim og skúla. Vónandi ber til at hækka játtanina til trygdartiltøk. – Landsverk hevur í Samferðsluætlanum og í Temabløðum lýst, hvørjar loysnir kunnu gerast fyri [...] galdandi aðrastaðni í landinum. Í ár eru 2,4 mió. kr. játtaðar til at fyrireika tunnil á farleiðini frá flogvøllinum til Vágatunnilin, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svarinum til Fíu Selmu
Revsingin fyri tað er treytað frádøming av koyrikortinum. Eitt ferðsluóhapp í parkeringskjallaranum í SMS varð fráboðað í gjár um 13 tíðina. Ein bilur hevði koyrt á ein parkeraðan bil og rýmdur av staðnum [...] iðingini hjá løgregluni fyri seinasta samdøgrið. Um hálvgum níggjutíðina í gjár misti ein lastbilur ein stóran rút av lastini í Kollfjarðadali og koyrdi koyrdi víðari. Men onkur hevði sæð tilburðin og [...] Gjáramorgunin beint fyri klokkan átta steðgaði løgreglan einum bili við Tofta skúla. Tað vísti seg, at maðurin, sum koyrdi bilin, var ávirkaður av rúsdrekka. Hann varð handtikin, blóðroynd tikin og skuldsettur
starvast á sama skúla í 50 ár, men tað er júst tað, Henriette Svenstrup hevur gjørt. Síðani 1976 hevur Henriette verið ein virkin partur av starvsfólkahópinum, fyrst á Studentaskúlanum í Hoydølum og síðani
gjørt við støði í nærumhvørvinum í Vági, so næmingarnir fáa innlit í, hvat teir sjálvir kunnu gera fyri at gera mun. Sjeynda Veðurlagsvirðislønin hjá Føroya Lærarafelag fer til Vágs skúla. Verkætlanin, sum [...] Vágs skúli hevur verið í holt við, er eitt tvørfakligt skeið frá januar til juni í lærugreinini handaverki og list í sætta flokki. Íblástur hava tey fingið frá eitt nú hentleikum í Fab Lab. Elin Tausen og [...] leygardagin á Hotel Føroyum tóku umboð fyri Vágs skúla ímóti virðislønini. In.fo hevur nú fingið mynd av vinnandi flokkinum. Á myndini sæst 6. flokkur í Vágs skúla við virðislønini, ið er 25.000 krónur.
mentamálum, eitt nú í røðu síni á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag leygardagin. Tað sæst í grein í Skúlablaðnum, har røðan hjá landsstýrismanninum er endurgivin. – Sum landsstýrismaður í undirvísingar- og [...] kið. – Undirvísing í føroyskum sum annaðmál er eisini ein avbjóðing í fólkaskúlanum. Eg fari at hyggja nærri at skipanini og kanni í løtuni møguleikarnar at skipa ein móttøkuflokk í Tórshavn, har fleiri [...] næmingar eru í skúlunum, segði Bárður á Lakjuni millum annað í røðu síni á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag á Hotel Føroyum leygardagin. Lesið um røðuna hjá landsstýrismanninum í grein í Skúlablaðnum