lóggáva kann rúma projektinum. Svarið frá Anniku var tá, at óansæð um verandi lóggáva strekti til ella ikki, so var lætt at gera eina kunngerð, so einki ivamál var. Sostatt meta vit, at tað bara er tóm undanførsla [...] lagið gjørdi, tá ið farið var í gongd við verkætlanina, var at útvega kommununi sera gjøgnumførdar tekningar av økinum. Prísmetingar, streym, kloakk og vatnleiðingar v.m, var eisini við í uppskotinum. [...] Vit mettu tó, at støðan, við stóra búðstaðarmanglinum, var serstøk, og at lógin, út frá hesum, rúmaði projektinum. Spurningurin fyri okkum var allatíð fyrst og fremst, um kommunan vildi stuðla initiativinum
Smyril Nýggi Smyril var bíðitíðina verdur. Tað helt Jóannes Eidesgaard, løgmaður, tá ið hann var við til at taka ímóti nýggja Smyrli leygardagin. Hann minti á, at tað var fyri júst 110 árum síðani, at tann [...] hivast umborð, men Smyrilin, sum kom í 1975, var ein bilaferja, sum tók 100 bilar, ið allir kundu koyra umborð. Hann vísti á, at nógv vóru reiðiliga ivasom um tað var rætt at keypa eitt so stórt skip til in [...] tíbetur oru verulig framburðsfólk, sum søgdu, at jú betur ferðasambandið var, tess fleiri fólk fóru at ferðast - at Smyril var landsvegurin hjá suðuroyingum til restina av landinum. Og rætt fingu tey.
í gildi nýggjar og herdar reglur... 5....støðan við stórum arbeiðsloysi og húsagangi í hesi vinnu var partvís óneyðug, um stig vóru tikin sambært serfrøðingaávaringum.. 6.Alt bendi á, at upplýsingarnar [...] umhvørvisgóðkend, ?at úrslitið av av fyrireikandi arbeiðinum á umhvørvisøkinum, íroknað APN-kanningini var, at HS fann leist við støði í markvirðum at regulera umhvørvisárini eftir, ?at HS síðani 2001 javnan [...] aliøki síðani ligið brakk, ?at tað kann vera skoytt uppí, at umhvørvisparturin av HS og harvið APN var/er ábyrgarøki hjá landsstýrismanninum i umhvøvismálum, ?at kunngerðir á veterinæra økinum hava verið
liðini, ið ikki vildu lova hinum at fara avstað, men endin var, at SÍ kom upp á 9-7 og síðani helt fast og vann settið 15-10 og dystin 3-2. Fyri SÍ var tað sjálvandi stuttligt at vinna eisini seinasta dystin [...] Dráttur ikki vann upp land í síðsta enda. Fyrsta settið í hesum dystinum var eitt, har bæði lið vístu seg frá síni allarbestu síðu. Her var spælt fyri lívinum, og væl lá fyri, so áskoðararnir fingu veruliga [...] veruliga valuta fyri pengarnar. Hjá Drátti skuldi tað tó vísa seg, at eydnan ikki heilt var við, tí miðskeiðis í settinum var Ruth Thomassen, sum hevur stóran týdning fyri liðið, so óheppin at koykja sær fótin
eisini sum leikstjóri. Fyri nøkrum árum síðani var hon í Danmark á vitjan hjá feløgum í M.F.D. saman við øðrum føroyskum sjónleikarum. Og tann vitjanin var sera væl umtókt. Birita hevur til hesa vitjanina [...] Pól F. 101 ár Í heyst fer fram stórhending fyri føroysk feløg í Danmark. M.F.D., sum er meginfelag fyri feløgini, hevði í fjør, hundraðárið fyri føðing Poul F. Joensens, hug at gera okkurt til minnis um [...] um stóra skald okkara. Men skotbráðið var ov stutt til at seta hetta í verk í 1998, so í staðin varð viðtikið at bíða til 1999. Felagið setti seg í samband við Biritu Mohr, sjónleikara og Hanus Johansen
Vestmanna 4 1,0 Bólkur 4 Havnin 4 - Klaksvík 4 - Unglingar Klaksvík 14,5 Vestmanna 12,5 Rókur 11,0 Havnin 11,0 Sandavágur 7 [...] fóta sær í 1. deild. Sunnudagin møttu teir einum uppsettum klaksvíksliði, sum vann øll síni talv. Tað var ongantíð vandi á ferð hjá klaksvíkingum, hóast vestmenningar kundu fingið eitt hálvt stig við neyvum
tollendurgjald fyri tann fisk, sum vit innfluttu úr Russlandi og virkaðu í Føroyum. ?Endurgjaldið var 1,10 krónur fyri hvørt kilo av ráfiski. ? Hetta gav rættiliga nógv arbeiði, men tað datt niðurfyri, tá [...] er tollendurgjaldið ein fortreyt, sigur Meinhard Jacobsen. Og hann sigur, at eitt endurgjald uppá 1,10 krónur fyri kilo, hevði gjørt ógvuliga stóran mun.
Liverpool at koma á odda. Tað var Alberto Aquilani, ið var fyrst á eitt innlegg og skoraði. Einki mál kom aftrat í vanligari leiktíð, so neyðugt var við umdysti. Umdysturin var bara fimm minuttir gamal tá [...] tí Atl. Madrid vann fyrra dystin 1-0. Liverpool royndi eisini at trýsta frá byrjan. Millum annað var Dirk Kuyt nær við eftir frálíkt samanspæl uttan fyri brotssteigin. Daniel Agger stútaði eisini eitt [...] fyrrverandi Arsenal vonginum, Jose Antonio Reyes, endar fyri føturnar á Forlan. Frammanfyri ?The Kop? var Forlan tyggur og sendi Atl. Madrid í finaluna. Liverpool kláraði ikki at svara aftur og er úti av Europa
fjør lá ferðafólkatalið um 70 prosent av tí, sum tað var í 2019, men so batnaði, tá tað leið út á árið. Tá SAS var í verkfalli í juli mánaðir, var av teirri orsøk ein lítil afturgongd, men so batnaði aftur [...] tá roknað við, at vit vóru leys av covid-19 alt árið í fjør, men so var ikki, men tað vóru vit ikki. So byrjanin av árinum í fjør var rættiliga vánaliga í so máta, segði Regin I. Jakobsen við FM1 á middegi [...] segði Regin I. Jakobsen. Í 2019 ferðaðust 424.281 fólk um flogvøllin í Vágum. Tað er 95,8 prosent av tí, tað var í 2019.
sínar dystir, spældu teir gulu í øllum førum sum eitt oddalið fyri tað mesta. Frá byrjan var greitt, at hetta var ein dystur, har heimaliðið so avgjørt vildi spæla við. Tað tóktist vera púrasta líkamikið [...] tí skothóttanirnar frá teimum gulu komu úr øllum ættum. Og tað gjørdi eisini, at tað var so sum so, hvør nytta var í mansverjuni, sum Neistin plantaði á Áka Olsen frá byrjan av seinna hálvleiki. Í løtum [...] tó at VÍF svaraði aftur tær báðar fyrstu ferðirnar, so var tíðin ov lítil, til at teir eisini kundu skjóta sigursmálið. Spennandi VÍF-lið Og so var einki løgið í, at teir bláu fegnaðust, tá seinasta floytið