og sagt verður eisini frá dystinum millum B36 og KÍ í Gundadali í Havn. Fylgt verður við í gongdini í dystinum millum Víking og Suðringar í Sarpugerði í Norðragøtu. Klokkan 18 verður sagt frá dystinum millum [...] Samuelsen frá EM-dystinum fyri smátjóðir í flogbólti millum U19 kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Skotlandi. Klokkan 14 verður beinleiðis upptakt til 8. umfar í betrideildini hjá monnum, ið Petur Asbjørn [...] millum HB og 07 Vestur, ið verður spældur á ovara vølli í Gundadali í Havn. Rás2 fer at hava heimildarmann til dystin millum AB og NSÍ út á Argjum, ið eisini byrjar klokkan 18. Samrøðurnar frá bæði fótbólti
Eysturoyartunnilin á Hvítanesi, til Havnar, verður ikki lagdur í ein tunnil. Tað staðfesti Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, á býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið Tað hevur verið eitt stórt ivamál um, hvussu vegurin [...] skuldi leggjast. Les eisini: Tunnil av Hvítanesi undir Hoyvík til Havnar Men í núverandi býráði vóru tey ikki samd í hesum, og í tí sambandi vildi borgarstjórin heldur hava ein tunnil ímillum Hvítanes og [...] og Krákugjógv, sum er við Oyggjarvegin, nakrar hundrað metrar frá Hotel Føroyum. Men á býráðsfundinum í gjárkvøldið staðfesti borgarstjórin, at tað var neyðugt at laga seg eftir tí politiska veruleikanum
gjørdist herfyri tvífaldur evropameistari í Kettlebell. Leygardagin vóru karmarnir eitt sindur eyðmjúkari, tá ið hann bert hevði ein mótstøðumann í kappingini í Føroyum. Hetta var Magnus Pauli Glerfoss, ið [...] evropameistarakappingina í sínum vektflokki í greinini longcycle, ið snúði seg um at lyfta 32 kg í einari tíggju minuttir langari venjing. Dagin eftir valdi føroyingurin so at royna seg í nøkrum sum kallaðist [...] røkka tindunum í einstaklingaítrotti, heldur Sonni Glerfoss, og umstøðurnar til júst hesa ítrottargreinina eru góðar. -Eg eigi alla venjingarútgerðina sjálvur, og venji eisini onnur í Fullpower í Klaksvík.
eitt met gott úrslit í fjør, har tey høvdu 8,2 milliónir í inntøku, eftir skatt. Í fjør rindaði Gist & Vist í alt 62 milliónir í lønum og tilsamans høvdu tey 898 fólk í starvi, men í miðal vóru 189 full [...] Tað er einki at ivaast í, at tað eru tey útlendsku ferðafólkini um summarið, sum eru tey, sum bera vøksturin. Tað sigur Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist, sum akkurát hevur havt aðalfund. Gist & Vist [...] Men Johannes Jensen heldur kortini, at tað er mark fyri, hvussu nógv ferðafólk tað er pláss fyri í Føroyum og hann heldur eisini at tað er neyðugt, at vit skipa ferðavinnuna betri Trýst á pílin undir myndina
frágreiðing, sum vísir, hvussu góðar lønir bankafólk í høgum størvum í ES londunum fáa. Frágreiðingin vísir, at donsk bankafólk eru í serflokki. Hóast Danmark í alheimshøpi er eitt lítið land, so eru nógv bankafólk [...] Tað er ikki bara í Føroyum, at bankafólk duga væl at samráða sær sjálvum góðar lønir. Tað duga donsk bankafólk eisini. Tey duga so væl, at tey fáa bankafólk í ES sum hald at blikna. Evropiska bankaeftirlitið [...] sum vísir, at 30 høgt lønt bankafólk í Danmark høvdu eina miðalløn upp á slakar 10 milliónir krónur. Bankageirin í Danmark sum heild varð loftaður av almennum pengum í bankakreppuni, har Finansiel Stabilitet
Tórshavn, sum aftur í ár samskipar átakið Jól í Miðbýnum. Eftir at jólatræið á Vaglinum er tendrað, verða hini jólatrøini í Tórshavnar kommunu tendrað, skráin verður lýst seinni. Aftur í ár koma jólamennirnir [...] sum bara gleða seg at sleppa at heilsa uppá øll børnini í Føroyum. Við sær hava teir sjálvandi eina rúgvu av karamellum. Jólabýurin letur uppaftur í ár. Hurðarnar vera ólæstar, og øll eru hjartaliga vælkomin [...] Eisini koma jólamenn í býin á rossabaki. Hetta verður sunnudagin 20. desember. Aftrat hesum kann nevnast, at jólavikuna, tað vil siga seinastu vikuna áðrenn jólaaftan, hava handlar í býnum leingi opið, ein
ársfjórðing í ár var fyri skatt 235 milliónir krónur, sum er 27 prosent betri enn í fjør, og eftir skatt var úrslitið 132 milliónir krónur. Regin Jacobsen var gestur í tíðindunum á Rás 2 í dag og greiddi [...] Bakkafrost, hevði fyrsta ársfjórðing í ár eina framgongd upp á 27 prosent, samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør. Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum við fullari virðisketu frá fóðri, smolt- [...] samrøðuna við Regin Jacobsen. Í samrøðuni nertir hann eisini við stóru útbyggingarnar hjá Bakkafrost á Glyvrum og á Viðareiði, umframt vónirnar til nýggja brunnbátin, ið kemur til Føroya í summar. Rakstrarúrslitið
eginognin í mun til samlaðu ognirnar, saman við atgongdini til altjóða fígging, geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at gjøgnumføra stóru íløgurnar, sum eru fyri framman, sigur felagið í fráboðan í sambandi [...] sambandi við úrslitið fyrsta ársfjórðingin í ár. Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan [...] (FOF) er á Havsbrún í Fuglafirði, meðan alivirksemið er kring oyggjarnar á 14 ymsum firðum. Kryvjivirkini eru í Klaksvík og á Kollafirði, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høv
veit, at hann hevur uppbakning í samgonguni til at leggja forðingar í vegin. Hví tekur landsstýrismaðurin sær ikki av tí hann er settur í verðina til, sum landsstýrismaður í Menta- og Skúlamálum, nevnliga [...] nevnliga at styrka mentanarlívið og útbúgving í Føroyum. Knappliga so blandar hann seg í mál, sum hann onki hevur við at gera, t.e. fiskivinnumál og heilsumál. Í hesum føri er tað vinnuliga verkætlanin hjá [...] Tað vísir seg at vera sterkar kreftir í politisku skipanini, sum framvegis royna at leggja forðingar í vegin fyri at menna høvuðsstaðin, her útbyggingina av Tórshavnar havn. Tað seinasta er, at verkætlanin
Faroe Islands vann í gjárkvøldið altjóða filmsprís í Varsjava, Pólandi. Higartil í ár hevur vetrarfilmurin vunnið fýra altjóða virðislønir: Í Berlin, Sofia, Riga og nú í Varsjava. Og í fjør vann "tvíbur [...] rin", sum lýsir summarið í Føroyum, heilar 5 altjóða virðislønir. Thomas Koba frá Kovboyfilm og Tór Verland Johansen frá Sansum vóru við til handanina av filmsheiðurslønini í gjárkvøldið. – Vit vita, at [...] heiminum vóru savnað í Varsjava hósdagin til handanina. – Hóast vit hava gjørt filmin, kennist tað, sum at vit einans hava filmað Føroyar, sum tær eru. Sama hvar tú peikar eitt kamera í okkara landi, sær