Deildarsambandið fyri súkkling og frælsan ítrótt hevur nú lagt ætlanina fyri 1998 um, hvørjar kappingar vera, og hvar tær fara fram. Byrjað verður við eini rennikapping í Runavík, har teinurin verður 10 kilometrar [...] fæst nærri at vita um seinni. Møguliga verða FM-kappingarnar í súkkling fluttar orsakað Kring Føroyar-kappingini. Lýst verður í bløðunum undan teimum einstøku kappingunum við upplýsingum um, hvar tilmeldingin [...] Kappingin verður skipað á tann hátt, at stig verða givin til teir bestu rennararnar, og á ólavsøku verður so tann, sum hevur samlað sær flest stig gjøgnum árið, kosin vinnari av Grand Prix Føroyar-renningini
Noreg. Tað triðja Rasmus Boysen gleðist um við innleiðandi bólkaspælinum er, at áskoðaramet er sett við 53.000 áskoðarum í Düsseldorf. Og so dregur hann eisini fram teir føroysku, íslendsku, donsku, kroatisku [...] Danska TV2, ið sendir frá EM-endaspælinum í hondbólti um hvat hevur verið best við innleiðandi bólkaspælinum í Týsklandi. Tað fyrsta Rasmus Boysen dregur fram eru Føroyar: - Bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin [...] tað fríska lotið í hesum endaspælinum. Víðkanin av EM frá 16 til 24 lið hevur tað verið tjakast nógv um, men upplivingarnar vit hava havt við Føroyum blástemplar hesa víðkanina, sigur Rasmus Boysen við TV2
løgreglan eftir vitnum í samband við eitt harðskaps-og hóttanarmál í Klaksvík. Talan er um ein tilburð, sum fór fram uttan fyri skeinkistaðið, Mollys í Klaksvík, sunnunáttina millum klokkan 04 og 04.30. [...] eitt mál, sum framvegis verður kannað, tí málið snýr seg eisini um hóttanir. - Vit hava leitað í fjøruni, og froskmenn hava leitað á sjónum fram við sjóvarmálanum, sigur vaktleiðarin, sum kortini ikki vil [...] sigur tó so mikið, at tað er ikki nøkrum persóni, ið leitað verður eftir í fjøruni og á sjónum, men einum luti, sum kann hava við málið í Klaksvík at gera. - Vit vita kanska meira at siga um málið í morgin
Bárður Nielsen leggur í dag fram uppskot um at strika punktgjaldið á hvítvørum og lampum Spariperur, uppvaskimaskingur og húsarhaldstól av ymsum slag sluppu ikki undan innflutningsgjaldi, tá mvg-lógin [...] Higartil hevur politisk undirtøka tó ikki verið fyri slíkari lógarbroyting, men í dag verður so uppskot lagt fram. Ætlandi skal lógin koma í gildi 1. juni í ár. Virki, sum hava hesar vørur á goymslu, og sum [...] mvg-lógin varð sett í gildið fyri 14 árum síðani. Fleiri ferðir hevur verið tosað um, at umhvørvispolitiskt vildi verið rætt at strikað avgjaldið á hesum vørum. Millum tí hetta gevur fólki eitt hægri incitament
Joensen tikin fram um sum sambandsumboð hjá strandingum og skálamonnum. ? Eg havi ongar persónliga ambitiónir um at koma á ting, men eg veit, at eg eri munurin, sum hevði tryggjað samband fram um loysing, sigur [...] sigur Eivind Jacobsen við Fregnir. Hóast Eivind heldur fyrsta uppstillingarfundin verða løgnan, so tekur hann avgerðina til eftirtektar. Eivind Jacobsen var ikki á uppstillingarfundinum, tí hann var á
niðurløgd um mánaða. Starvsfólkini eru kunnað um støðuna. Hinvegin verða ongar broytingar í starvsviðurskiftunum hjá starvfólkinum í Billund og København, verður sagt. Ferðafólk, sum hava biðið um ferðaseðlar [...] unum, felagið røkir í Danmark. Eftir verður so bara rutan millum København og Aalborg. Uttanríkisruturnar, teirra millum Føroyarutan, fara tó at halda fram sum higartil. Flemming Ipsen, forstjóri í Maersk [...] ferðaseðlar fram í tíðina, fáa sjálvandi ávíst aðrar ferðamøguleikar frá Maersk Air, stendur í tíðindaskrivinum.
at royna at snikka eina semju saman. Um boðskapurin ikki kom nóg væl fram í úrdráttinum, sum sjónvarpið gjørdi burturúr teimum tíggju minuttunum, vit prátaðu saman, so er tað bara undirritaði, sum hevur [...] við sjónvarpið at fáa hetta fram sum loysnina, ið sannlíkið tykist vera størst fyri at fáa breiðan politiskan meiriluta aftanfyri. Í talvuni á síðu 71 í Hvítubók verður sagt um henda møguleikan, at hann [...] møguligt skifti til fullveldi formliga lættari, og at áhugin verður fluttur burtur frá spurninginum um, hvørt stjórnarrættarliga støðan Føroya er sambærlig við donsku grundlógina. Hvat hetta ítøkiliga hevði
einum ferðsluóhappi. Talan var um eitt óhapp á Eystara Ringvegi, har ein persónur, sum var til gongu, varð ákoyrt av einum bili. Talan var um ein persón, sum var á veg tvørtur um vegin á einum gonguteigi, men [...] siga, hvussu farið verður fram, men í útgangsstøðinum kann bilførarin vænta sær eina bót, men hann kann eisini vænta at missa koyrikortið, antin treytaleyst, ella treytað so at hann má taka tað av nýggjum [...] nýggjum fyri at kunna halda fram at koyra bil.
tikið Argjabátin, tóktist tað sum um, at teir eina lítla løtu høvdu trupulleikar av onkrum slagi, so teir mistu tempo, men talan var bara um eina evarska lítla løtu. So var Ørvur við aftur, tað var skjótt [...] vunnu kvívíkingar, sjálvt um Argjabáturin hevði besta startin. Kvívíkingurin arbeiddi seg væl fram og eina løtu var hann stavn um stavn við Argjabátin. Men so misti blái báturin eina hálva bátslongd aftur [...] til fleiri bátslongdir, og so var talan bara um kapping við seg sjálvar. Í uppvísningsstíli kom Ørvur á málið, og hann var enn eina ferð mest sannførandi vinnarin. Kappingina um næstfremsta plássið vunnu
síggja nøkur ár fram í tíðina, áðrenn verulig framleiðsla, um tað kemur so langt, verður framd. Vit eru komin til eitt náttúrligt støði, har vit kunnu síggja fram til eina lagaliga menning, so samfelagið eisini [...] øki 6. Um tað fer at geva okkum eina greiðari ábending um olju, so fer tað at leggja størri trýst á Oljufyrisiting og fylla meira hjá landsstýrismanninum. Og tað er jú bara gott. Kunnu vit økja um virksemi [...] vit at síggja tað sum eina glíðandi positiva gongd við øktum virksemi. Um so verður, at vit finna olju í rakstrarverdugum nøgdum, so koma inntøkur beinleiðis í landskassan, men tað er uppá longri sikt. Eg