øðrum føroyskum rennarum á langa teinum úr og til høvuðsstaðin, men tá ið málið nærkaðist dró hann frá Borgar Biskopstø og hinum rennarunum, og hann rann einsamallur seinasta teinin á málið. Cecil Weihe kom [...] ng sunnudagin. Serliga tá ið rennararnir fóru av málinum var vátt og ruskut, men veðrið batnaði út á seinnapartin, og tá gjørdist heldur frægari at renna. Tíðirnar í kappingini vóru tó merktar av, at veðrið [...] 46 Menn hálvmarathon 1. Karl Simpson Shetland AAC 2.22,24 2. Guttorm Sørensen Treysti 1.27,57 3. Ólavur Kjølbro Føroyar 1.32,03 Kvinnur marathon 1. Rigmor N. Arge Bragdið 3.16,21 2. Frances Ridgway Fairlands
Fyrsta ráðstevnan ella Bittingið verður fríggjadagin, og tað er TK-stovan, sum skipar fyri. Intel á gáttini Micheal Reveal, sum tekur sær av altjóða samskiftinum í verkætlanini, setti seg í samband við [...] gongur. ? Intel er áhugað í at fylgja gongdini í Føroyum, hóast teir enn einki hava sett í verk her á landi. Fyritøkan er serliga áhugað í at kanna, hvussu WiFi kann nýtast innan fiskivinnuna, sigur Micheal [...] verður næsta ráðstevnan seinni í ár. Í verkætlanarbólkinum eru Steinbjørn í Dali, verkætlanarleiðari, Ólavur Ellefsen, tøkniligur ráðgevi og Micheal Paul Reveal, ið tekur sær av altjóða samskifti. Verkætlanin
Føðingar 25. apríl fingu Gunnvør á Norði, Miðvági, og Jóhan P. Poulsen, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3700 gr. 28. apríl fingu Annbritt Brynjolvsdóttir, Hoyvík, og Jan Thomsen, Klaksvík [...] Vestmanna, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 3750 gr. 3. mai fingu Linda Kjærbæk, Hvítanes, og Ólavur Hansen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3900 gr. 4. mai fingu Mirjam og Kári [...] Klaksvík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3800 gr. 5. mai fingu Sóley Einarsson, Lamba, og Jóhan á Lava Sundskarð, Klaksvík, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3450 gr. 6. mai fingu Eyðbritt Højgaard
Sigurin merkir fyri VÍF, at teir enda grundspælið við 17 stigum, og tó at Neistin og StÍF kunnu koma upp á 18 stig, so hava tey langt ífrá eins góðan málmun sum VÍF, og málini standa eftir, tá farið verður undir [...] skuldu til, um liðið skuldi koma bara so nøkunlunda heilskapað úr dystinum. Og so gekk alt soleiðis á leið, sum ein kundi rokna við. Hóast teir í longum løttum taka sær meira ella minni av løttum, so øktu [...] soleiðis at munurin var 14 mál, tá alt var liðugt. Við hesum kemur samlaði málmunurin hjá VÍF upp á 80 mál. Júst tað tvífalda av málmuninum hjá StÍF, og tað er so nokk ikki nakað, sum verður tikið aftur
ÓLAVUR Í BEITI Tað er Torbjørn Jacobsen, sum sat á tingi fyri Signar á Brúnni, sum setti fiskimálaráðharranum upp í fleiri spurningar, og hevur Jørgen Niclasen nú svarað Torbirni Jacobsen, fyrrverandi [...] soleiðis, at 1,5 mió. kr. vórðu goldnar í 1998, 3 mió. kr. í 1999 og 1,5 mió. kr. ár 2000. Rentan á gjaldførisláninum er í løtuni 5,5%. ? Viðvíkjandi gjaldførisláninum er annars at siga, at tað er av
um landsroknskapin var til viðgerðar á Løgtingi tann 11. apríl 2000, kom tað fram, at trupulleikar vóru í sambandi við nýggju kirkjulógirnar, og grannskoðarin vísti á, at nógv var ógreitt, tá talan var um [...] ÓLAVUR Í BEITI Hørgni Hoydal hevur fingið tveir spurningar at svara frá Lisbeth L. Petersen, og er tann fyrri um, hví ikki allar landsstýriskunngerðir eru avgreiddar í sambandi við nýggju kirkjulógirnar [...] sum bíðað hevur verið eftir. ? Vit kenna søguna um tær 7 kirkjulógirnar, sum fyrra Løgtingið samtykti á sinni, men sum landsstýrismanninum ikki dámdi, og tí ikki vildi seta í verk. At enda var hesin tó so
Ólavur í Beiti Anfinn Kallsberg, løgmaður, legði vegna landsstýrið uppskot fyri tingið í farnu viku, har heitt verður á ríkisstjórnina at seta í gildi fyri Føroyar millumlanda sáttmála frá 4. apríl 1997 [...] við lívlæknafrøðiliga vísind. ? Danskir myndugleikar hava sett seg í samband við myndugleikarnar her á landi við fyrispurningi, um sáttmálin skal setast í gildi í Føroyum, sigur løgmaður Anfinn Kallsberg [...] í sáttmálanum, so at sáttmálin verður hildin. Um ivamál verða, skulu føroyskar rættarreglur tulkast á slíkan hátt, at tær samsvara við sáttmálan. ? Fyri at hesin millumlanda sáttmáli kann verða útinntur
Rúni Joensen, stjóri á lógardeildini hjá Landsstýrinum, formaður, umframt bergur Berg, Ingun Eiriksdóttir, Eyðbjørn Larsen frá Lógardeildini, umframt Hans Trygvi Teirin og Bjørn á Heygum, sakførarar, og harafturat [...] klárt at yvirtaka løgregluna og rættarskipanina á føroyskar hendur. Hetta eru danska stjørnin og Føroya Landsstýrið samt um. ? Nú er glið av álvara komið á arbeiðið at fyrireika yvirtøkuna av løgregluni [...] ákæruvald, kriminalforsorg og fongsulsverk. Gingið strilti Tað hevur annars gingið strilti at fáa gongd á hetta arbeiði. Upprunaliga var ætlanin at yvirtaka løgregluna í hesum valskeiðnum. ? Men tað arbeiðið
og alt Føroya fólk eru í vanda at liggja eftir á, tá avtornar. Men vinnur Edmund slagið, so er greitt, at Bjørn á Heygum fer at fylgja í fótafetunum á Finnboga Arge. Og tá kann løgmaður lena seg afturá [...] samráðingarleiðara við danir men framvegis verða sitandi sum løgmaður. Triðja trumfin spælir hann so út á landsfundinum. Tá fáa sambandsfólk at vita, at vraka tey hann, so eru tey eisini atvoldin til, at einki [...] mikið stór krøv til Nyrup, at hesin fer at seta seg uppá bakbeinini. Tá kann sambandsleiðarin so vísa á, at javnaðarformaðurin fekk einki burtur úr fundi sínum við Nyrup. TAÐ kann væl vera nakað soleiðis
veit ongin nakað og ongin kennist við avtalur, sum ikki eru á skrift. Akkurát hvat vendir upp og hvat vendur niður kann verða torført at fáa eyga á. Tað er tveir partar, sum semjast um førka seg út í eina [...] hesum málinum er talan um eina brotsgerð, sum helst fleiri feløg hava gjørt upp til fleiri ferð. Ólavur Larsen, fyrrverandi formaður í ÍF, segði fríggjadagin í sendingini Fótbóltspanelið, at fleiri onnur